Djór á landi

Søvnini, sum fakeindin fyri djór á landi varðar av, fevna um lívfrøðilig sløg, sýni og vísindaliga grundaðar skrásetingar av djóralívi á landi, so sum útstappaðir fuglar, skinnlagdir fuglar, egg, skordýr, eiturkoppar og onnur ryggleys dýr og beinagrindir.

Uppgávan hjá djórasavninum er at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla djóralívið í Føroyum, bæði í sambandi við flokkanarfrøði og vistfrøði.


Verkætlanir


Koltur

Náttúran í Koltri verður kortløgd og kannað.

Náttúran | Drunnhvítar í 2019 | Drunnhvítar í 2020 | Drunnhvítar í 2021


Loyvir

DRÁTTUR AV LUNDA

Serlig fuglaveiða

Ræning av lomvigaeggum


Savningar

Landdjórini eru býtt í tvey søvn: Ryggleys djór og ryggdjór.

Ryggdjórini eru fyri tað mesta fuglar, bæði hamar, uppsettir fuglar og egg. Tilsamans eru 900 eintøk. Samanlagt er talan um 200 sløg.

Ryggleysu djórini eru í stóran mun skordýr, men eisini maðkar og annað. Av teimum sum eru skrásett higartil eru yvir 5000 á nál og 26.000 í spritti. Samanlagt er talan um eini 550 sløg. Tó, væl meira liggur á goymslu og arbeitt verður við at skráseta tey.

Sum sæst, so eru um 750 sløg av landdjórum í okkara savningum, tó yvir 2200 sløg av landdjórum eru skrásett í Føroyum. So nakað er eftir fyri at fáa øll sløgini í okkara savningar.

Skinnlangdir lundar á savni

Skinnlangdir lundar á savni


Samband