Drunnhvítarnir í Torvhúsinum í 2021

Drunnhvíti er minsti sjófuglurin í heiminum og mett hevur verið, at størstu drunnhvítabølir í heiminum eru í Føroyum. Hann kemur bara til lands um náttina. Tá flýgur hann við urðar og støð har hann reiðrast. Hesir niðanfyri eiga á gólvinum í Torvhúsinum í Koltri.


 

Á hesi síðuni eru upptøkur av tveimum drunnhvítapørum, sum hava verið í Torhvúsinum í Koltri í fleiri ár. Tað eru ikki so nógv natúrlig støð hjá drunnhvítum at búleikast í Koltri og tí hava teir gjørt sær dælt av lagaðum grótgørðum og húsaveggjum.

Stroymingin byrjar hvønn tíma, og steðgur er í 5 minuttir.

Í 2021, eins og onnur ár var eitt par fram við eystara vegginum og eitt fram við vestara.

Drunnhvítarnir ferðast frítt runt í húsinum, eisini frá einum reiðri til annað. Tí síggast onkuntíð fleiri drunnhvítar við eitt reiður, ella við eitt reiður har ungin longu er floygdur.

 
 

 
 
 

Playlistar av stroyming

 

Alt tað sum vit stroyma royna vit at goyma. Niðanfyri ber til at hyggja ígjøgnum videoklipp frá 2021. Vit klára ikki sjálvi at hyggja ígjøgnum alt, so um tú sært eitthvørt áhugavert í hesum filmstubbum (sum kunnu vera fáar minuttir ella fleiri tímar) send okkum so eitt teldubræv um hvat tu hevur sæð.

 

Aðrar upptøkur

Látið hjá drunnhvíta er eisini rættiliga sermerkt. Vit hava nógvar upptøkur úr Koltri sum kunnu síggjast á hesum playlistanum.

 
 

 

Fakta

Føroyskt: Drunnhvíti
Latín: Hydrobates pelagicus

Longd: 14-18cm
Flog: 36-39cm

Vekt: 23-30g
Føði: Fiskur, æti og krabbadjór.

Bølir egg: 41 dagar
Floygdur eftir: 56 dagar

 
 






 

Samband