Drunnhvítin í bønhúsinum í 2019

… er floygdur!

Drunnhvíti er minsti sjófuglurin í heiminum og mett hevur verið, at størstu drunnhvítabølir í heiminum eru í Føroyum. Hann kemur bara til lands um náttina. Tá flýgur hann við urðar og støð har hann reiðrast.


 

Á hesi síðuni hava vit fylgt einum drunnhvítapari, sum hevur verið í Bønhúsinum í Koltri í fleiri ár. Tað eru ikki so nógv natúrlig støð hjá drunnhvítum at búleikast í Koltri og tí hava teir gjørt sær dælt av lagaðum grótgørðum og húsaveggjum.

Hetta var einasta stroyming av hesum fuglaslagið í heiminum, sum vit vita um. Niðanfyri er ein timelapse video av reiðrinum, frá tí at ungin var 9 dagar og til hann var floygdur 67 dagar seinni.

Í 2019, eins og onnur, kom hetta drunnhvítaparið tíðliga í juni. Síðan vóru tey frá og komu aftur. Onkuntíð sæst eingin fuglur og onkuntíð síggjast fleiri fuglar. Har eru eitt ella tvey onnur pør í Bønhúsinum og onkuntíð koma hesir fuglarnir framvið.
Meðan fuglarnir bøla egginum brúkar hvør fuglurin tveir dagar úti á havi og kemur síðan aftur at bøla.

 

Niðanfyri er leinkjað til onkrar hendingar

13. juni kl. 22:21 - Myndatólið sett upp, fyrstu ferð vit síggja drunnhvítan.
16. juni kl. 01:53 - Parið makast.
16. juni kl. 02:38 - Tríggir fuglar.
19. juni kl. 21:20 - Makast, framvegis einki egg.
23. juni kl. 01:03 - Bardagi. Kanska ein av grannafuglunum, sum kemur ov nær.
23. juni kl. 01:24 - Fýra fuglar.
26. juni kl. 00:34 - Nú fer bøgan til havs. Hon leitar sær føði og í nakrar dagar og er so klár at verpa.
27. juni kl. 06:00 - Niðri í torvhúsinum hevur bøgan vorpið.
4. juli kl. 00:08 - Bøgan kemur aftur.

Egg í reiðrinum

4. juli kl. 02:33 - Nú hevur bøgan vorpið.
9. juli kl. 01:13 - Bølandi fuglurin fer á grannavitjan.
10. juli kl. 03:03 - Líkt til at bølandi fuglurin ilskast. Kanska er tað grannin sum brúkar ov leingi um at fara út?
11. juli kl. 03:36 - Tað sær út til at grannafuglarnir hava lært, at ganga skjótt fram við.
12. juli kl. 00:30 - Vaktarskifti. Makin kemur inn og avloysir bølandi fuglin. Líkt til at tað er bøgan sum kemur inn, tí kl. 00:34 er hin fuglurin omaná. Kl. 01:27 er grannin til høgru á vitjan og kl 01:33 sær út til at grannin til vinstru er á vitjan. Hann er heldur naskur. Um tveytíðina er so friður aftur.
14. juli kl. 00:51 - Vaktarskifti. Helst er tað steggin sum kemur inn og avloysir bøguna fuglin, sum so fer avstað.
14. juli kl. 10:51 - Myndin misti fokus, tað kom í rætt lag aftur 17. juli kl. 10:53.
16. juli kl. 01:37 - Vaktarskifti. Helst er tað bøgan sum kemur inn og avloysir steggjan. Kl. 01:43 er avloysti fuglurin omaná. Líkt er til at steggin ikki fór út hesa náttina. Hann er ikki hjá henni allatíð, men kemur framvið við jøvnum millumbilum, t.d. kl. 14:13 og er omaná kl. 18:46. 17. juli kl. 00:50 fer ein fuglur út, møguliga er hetta steggin.
18. juli kl. 07:39 - Ólag kom á skipanina, so filmstubbarnir tykjast stuttir og skundaðir og nakað manglar. Tað kom í rætt lag aftur 23. juli kl. 10:16.
19. juli kl. 00:50 - Vaktarskifti. Ein drunnhvíti flýgur runt.
22. juli kl. 00:32 - Vaktarskifti.
24. juli kl. 00:00 - Vaktarskifti.
26. juli kl. 02:47 - Vaktarskifti.
29. juli kl. 01:19 - Vaktarskifti.
01. august kl. 00:35 - Vaktarskifti.
03. august kl. 00:25 - Vaktarskifti.
05. august kl. 03:23 - Vaktarskifti.
07. august kl. 01:25 - Vaktarskifti.
09. august kl. 02:56 - Vaktarskifti.
11. august kl. 03:16 - Vaktarskifti. Eggið sæst.

Ungi í reiðrinum

12. august kl. 11:34 - Nú er eggið klakt. Bølandi fuglurin hevur verið óróligur og nú kemur eggjakoppurin undan kavi. 9 tíma frammanundan, kl. 02:46 sóu vit eggið. 39 dagar síðan eggið var vorpið.
13. august kl. 23:26 - Vaktarskifti. Báðir fuglarnir vilja bøla. Ein lítil dúnklumpur sæst.
14. august kl. 23:03 - Makin kemur við føði til ungan. Foreldrini hjúkla um ungan.
15. august kl. 23:08 - Makin kemur aftur. Møguliga fær ungin eta nakað seinni.
16. august kl. 22:33 - Vaktarskifti.
17. august kl. 22:58 - Vaktarskifti.
19. august kl. 03:52 - Eingin maki kom hesa náttina, so bølandi fugluriin fer frá unganum.
19. august kl. 22:30 - Fyri fyrstu ferð hevur ungin ligið einsamallur og nú kemur annað av foreldrunum við føði til hann.
20. august kl. 22:32 - Nú kom makin inn og leggur seg at bøla.
09. september kl. 01:22 - Ungin fær eita og tað er einki at siga til, at hann veksur nógv. Hann fær eisini eta kl. kl. 21:21 og kl. 23:38.

Playlistar av stroyming eru niðanfyri

Alt tað sum vit stroyma verður goymt og hetta eru playlistar har ber til, at hyggja eftir eftir tí. Vit klára ikki sjálvi at hyggja ígjøgnum alt, so um tú sært eitthvørt áhugavert í hesum filmstubbum (sum kunnu vera fáar minuttir ella fleiri tímar) send okkum so eitt teldubræv við leinki til tað.

14.juni til 19. juni (70)
20. juni til 6. juli (317)
6. juli til 9. juli (64)
9. juli til 17. juli (82)
17. juli til 22. juli (185)
22. juli til 3. august (163)
3. august til 14. august (360)
14. august til 21. august (134)
21. august til 9. september (390)
9-30. september (382)
30. september -


Aðrar upptøkur

Látið hjá drunnhvíta er eisini rættiliga sermerkt. Vit hava nógvar upptøkur úr Koltri sum kunnu síggjast á hesum playlistanum.

 
 

 

Fakta

Føroyskt: Drunnhvíti
Latín: Hydrobates pelagicus

Longd: 14-18cm
Flog: 36-39cm

Vekt: 23-30g
Føði: Fiskur, æti og krabbadjór.

Bølir egg: 41 dagar
Floygdur eftir: 56 dagar

 
 
Drunnhvíti_koltur_B_Patursson.jpg
Drunnhvíti 1.jpg
DSC_8147.jpg






 

Samband