Ull og ullarvirkan

Skráin Livandi mentan

Ull og ullarvirkan


Gamla orðatakið “ull er Føroya gull” lýsir, hvussu stóran týdning ullin hevur havt í Føroyum. Í Føroyum hevur seyðurin mest sum altíð havt stóran týdning. Í dag er tað mest kjøtið, sum hevur týdning, men fara vit aftur í tíðina, so var tað ullin, sum hevði størsta týdningin. Øll ullin varð hagreidd og brúkt til mest sum alt, sum hevði við klæðir at gera. Hon var roytt av seyðinum, vaskað, nappað, karðað og spunnin og síðani bundin ella vovin til pløgg. Ullin er ikki Føroya gull longur, og stórur partur av ullini verður burturbeindur. Hóast tað er ull og ullarvirkan enn ein týðandi siðaarvur í Føroyum, og tað eru enn bólkar og einstaklingar, ið virka ullina. Harumframt eru sniðgevar og listafólk, sum eisini brúka ullina í teirra virksemi.

Ullin verður sorterað

Útinnan av ullarvirkan

Ullarvirkan byrjar á rættini, tá seyðurin verður royttur í várgongu. Eisini ber til at rota skinnini um heystið, til ullin loysnar av. Hendan ullin verður nevnd skinnull. Tá ullin er savnað inn, verður hon vaskað. At vaska ull er ein serfrøði fyri seg. Fólk hava gjøgnum tíðirnar roynt seg við tí sápu, sum fekst fatur á. Tað vanliga er at gera ein sápulút úr grønsápu, sápuspønum ella eitt sindur av soda. Summi brúka salmiakk. Fyrr í tíðini brúkti mann súrt land at vaska ullina í. Seyðurin í Føroyum gongur úti alt árið, so ullin er sera skitin og inniheldur nógv lanolin. Av tí at ullin er so feittut, er neyðugt at halda vatnið heitt (uml. 40 stig), annars kann ullin gerast sera kleimut. Síðan verður ullin skolað í lunkaðum vatni. Føroyski seyðurin er tvíullaður – tað vil siga, at ullin hevur rót og brodd. Rótin er fín og mjúk, meðan broddurin er grovur, og trevjurnar eru langar. Tá mann nappar, skilir mann rótina og broddin.

Síðani verður ullin karðað. Tá ullin er karðað, er klárt at spinna ullina til tráð.

Plantuliting er eisini partur av ullarvirkan, og tað eru enn summi, sum fara út í hagan at savna plantur og skónir til ullaliting.

Plantulitað tógv

Nakrir einstaklingar og bólkar fáast enn við at virka ullina sum fyrr. Tann stóri munurin er, at fyrr virkaði mann ullina, tí tað var neyðugt. Í dag verður hon virkað, tí tað er hugaligt at fáast við, og fyri at halda handverkið við líka.

Týðandi amboð til ullarvirking eru karðar, rokkar, bæði húsarokkar/skotarokkar og fótarokkar, handsnældur og lítlastrá. Hetta eru tey gomlu amboðini. Nýggjari eldrivin amboð, bæði karðar og rokkar verða eisini brúkt. Tá ullin er blivin til tráð, eru stokkar og vevar týðandi amboð til at virka pløggini við.

Handsnælda

Ullarvirkan er ella var vetrararbeiði. Seyðurin varð royttur, og ullin varð vaskað um summarið, men virkanin sjálv varð gjørd gjøgnum veturin, tá ikki kundi arbeiðast úti. Hetta er í grundini galdandi enn, uttan tá tað verður brúkt sum ferðavinnutilboð gjøgnum summarið.

Søga og bakgrund

Fyrr vóru Føroyar meiri avbyrgdar, enn tær eru í dag. Tað var ikki so lætt at flyta vørur til Føroyar, tí hevði

ullin alstóran týdning fyri at fólkini her kundu hava klæðir at fara í. Tá var ullarvirkan ein uppgáva fyri mest sum alla familjuna. Um kvøldið, tá tað fór at myrkja, varð ullin, karðar, rokkur og stokkar tikin fram. Til hesar kvøldsetur vóru søgur sagdar, sálmar ella sangir vóru sungnir, og okkurt kvæðið var eisini kvøðið.

Tá konurnar fóru til neyta, høvdu tær stokkarnar við og bundu, meðan tær gingu til og frá neytunum.

Onkur virkar pløgg enn sum fyrr, men nú er tað mest bindingin, sum er, sum hon var fyrr.

Onkur er tó, sum enn loysir pløgg úr lagdi. Í dag kann ullin seljast til almennu ullarmóttøkuna á Búnaðarstovuni, og tey, ið ikki hava ull sjálv, kunnu eisini ogna sær ull frá ullarmóttøkuni.

Fyrr í tíðini bleiv øll ullin tikin upp, men í dag verður stórur partur av ullini burturbeindur. Sniðgevar eru áhugaðir í at nýta ull og serliga tógvið til sítt virki, og listafólk eru áhugað í at nýta ullina í ymiskum formi til sítt virksemi.

Eitt stórt orðatilfeingi er til í sambandi við ull og tilvirkan. Tað hevur týdning eisini at varðveita hesi orð og hugtøk og merkingina av teimum í sambandi við at halda hesa mentan livandi.

Miðlan og frásøgn

Fyrr í tíðini hevur ullarvirkan verið borin hond av hond ella munn av munni víðari gjøgnum ættarliðini. Har ullarvirkan fyrr var ein uppgáva fyri alla familjuna, er støðan ein onnur í dag. Vitanin um handverkið handan ullarvirkan verður enn borin hond úr hond, men í nógv minni mun enn fyrr og í øðrum høpi.

Har eru bólkar, sum hittast at arbeiða við ull og læra seg gamla handverkið, bæði uppá gamlan máta, men eisini við nýggjum amboðum. Har eru ung sum eldri, ið luttaka, og tey læra frá hvørjum øðrum. Til dømis lærir onkur frá sær at spinna við handsnældu og onkur annar hevur góð ráð til plantuliting.

Kvøldskúlar hava skeið gjøgnum veturin, har undirvíst verður í allari ullarvirkingargongdini. Bindifestivalurin hevur skeið í ullarvirking og binding. Nógvar kvøldsetur eru kring landið, har virkanin verður víst fram, og greitt verður frá um føroysku ullina.

Tilboð eru til ferðafólk og onnur, har sagt verður frá, og har møguleiki er at royna seg í at virka úr ull.

Í fólkaskúlanum fáast næmingar eisini eitt sindur við ullarvirkan.

Sniðgevar og listafólk brúka føroysku ullina í teirra pløggum og verkum. Av tí sama eru tey góð umboð fyri ullina.

Støðan í framtíðini

Stórur áhugi er millum yngru fólkini at fáast við ull og at menna nýggjar vørur úr ull. Stórur dentur verður í løtuni lagdur á burðardygd og at nýta lokalt tilfeingi. Av tí sama er tað móti at brúka ullina og virka egna ull.

Sum nú er verður ullin send av landinum til hagreiðingar. Hetta er ikki burðardygt, um hugsað verður um flutningin aftur og fram, og um kunnleikan til virkanina, sum hvørvur úr samfelagnum. Tørvur er á tøkniligari gransking innan ullargóðsku og at kanna og menna møguleikar fyri at hagreiða ullina í Føroyum.

Tey, ið útinna livandi mentanina og hava vitan um siðaarvin

Einstaklingar virka ull, og bólkar hittast og virka ull. Ein bólkur við umleið 50 kvinnum hittist nakrar ferðir vetrarhálvuna at arbeiða við ull. Aldursspennið er vítt, vitanin og áhugin eru ymisk, so allar læra hvørja aðra og av hvørjari aðrari - frá at velja røttu ullina til rætta arbeiðið. Vasking, napping, karðing, spinning, tøving og plantuliting eru evni, sum verða viðgjørd og arbeitt við hesar spunaløtur.

Tað eldra ættarliðið, sum er vaksið upp við ull, hevur stóra vitan um hendan siðaarv. Tey eru tó við at fella frá, men hava ført sína vitan víðari til yngru ættarliðini í familjuni, sum hava áhuga í at halda handverkið við líka.


Tilvísingar

Debes, Lucas (1963). Færoæ & Færoa Reserata. Einars prent og forlag. Tórshavn.

Jensen Beder, Nicolina (2012). Seyður, ull, tøting. Sprotin og Nicolina Beder Jensen. Tórshavn.

Joensen, Jóan Pauli (1987). Fólk og mentan. Føroya skúlabókagrunnur. Tórshavn.

Joensen, Robert (2015). Seyðabókin. Sprotin.

Hansen, Jóhanna Maria Skylv (1968). Gamlar gøtur. Helgi Justinussen Bókhandil

Hátún, Ása (2021). Søgur um ull. Nám. Tórshavn.

Landt, Jørgen (1965). Færøerne. Einars prent og forlag. Tórshavn.

Rasmussen, Rasmus (1985). Sær er siður á landi. Emil Thomsen, Tórshavn.

Strøm, Svanhild & Biskopstø, Marjun (2016). Bundnar søgur. Bókadeild Føroya Lærarafelag. Tórshavn.

Svabo, Jens Christian. (1976). Indberetninger fra en Reise i Færøer 1781 og 1782. Útgivið av Njál Djurhuus. Selskabet til Udgivelse af færøske Kildeskrifter og Studier. København.

Trøllanesi, Katrina (1972). Plantuliting. Gøta


Um evnið

Heiti
Ull og ullarvirkan

Bólking í skránni
Vitan og siðvenja viðvíkjandi náttúruni og alheiminum
Siðbundið handverk

Staðseting
Uppskotið er ikki knýtt at ávísum øki í Føroyum

Tey, ið hava latið inn uppskotið
Anna Sofía Nordendal, Bøur
Ingibjørg Lützen, Tórshavn
Dorthea Joensen, Signabøur

Kontaktpersónur
Dorthea Joensen
Teldupostur: dj@bst.fo
Telefon: 299019

Dagfesting
23 juni 2022

Skrásett
TSsak: 21/19109-16


Previous
Previous

Barnasangir

Next
Next

Grind