Grind

Skráin Livandi mentan

Grind

At fara í grind er siðurin at reka flokkar av grind inn á grunnan sjógv og hála teir inn á ein sandin, har teir verða avlívaðir við serligum amboðum. Síðan verður grindin skorin upp og tvøstið og spikið verður býtt út í drápspartar ella/og heimapartar. At fara í grind í Føroyum er ein siðaarvur, sum gongur heilt aftur til landnámstíðina og sum hevur verið borin víðari frá ættarliði til ættarlið. Grindin er tískil blivin ein partur av tí føroyska siðaarvinum og partur av tí mati, vit fáa úr sjónum.

Útinnan av siðaarvinum

At fara í grind byrjar við, at ein grind verður funnin, antin sædd av landi ella funnin av báti, og at boðað verður frá grind. Tann, sum finnur grindina, boðar sýslumanninum frá. Tá ið hann hevur fingið boðini, verða grindaboðini givin víðari til grindaformenninar. Síðani fara fólk og bátar í grind og reka grindina inn á sandin á einari góðkendari hvalvág. Har verða hvalirnir avlívaðir, eftir góðkendari mannagongd við hóskandi amboðum undir leiðslu av sýslumanninum og grindaformonnum. So verður grindin merkt av merkingarfólki, sum telja og máta grindina við einum serligum mátistokki. Tað merkir, at grindin verður matrikulerað: at hvalirnir fáa eitt nummar við viðmerktum skinnatali (skinn eru eitt mát fyri rúmd). Hesi tøl, nummar og stødd á hvali, brúkar sýslumaðurin til at skifta grindina eftir: tað er, tá ið hann ger av, hvør skal fáa part av grindini, hvussu stóran part, og hvussu víða hon skal fara.

Er grindin lítil, ger sýslumaðurin av, at býtt verður einans í drápspartar, sum merkir, at bara tey, sum hava verið við í drápinum, fáa part. Ellisheim fáa ofta part, tá ið grind er, og er grindin sera lítil, fáa ellisheimini í økinum ofta alla grindina. Er grindin størri, verður ofta býtt í bæði drápspartar og heimapartar. Heimapartar merkir, at øll, ið eru skrásett á einum grindalista, sum øll kunnu skráseta seg á í sínari heimakommunu, fáa part. Hetta er høvuðsreglan í dag, men undantøk eru í Suðuroy og í Sandoy, har tað mest bara eru heimapartar og gestapartar (sí grindareglugerðina).

Tá ið avgerðin um býtið er tikin, koma seðlarnir út. Her ger sýslumaðurin kunnugt, hvør fær hvat, og tá fáa fólk at vita, hvør/hvørjir hvalir fella í teirra lut. Tá er klárt at fara at skera upp. At skera upp er, at spikið verður skorið á uppsíðuni fyrst, og síðan verður tvøstið skorið upp í lutum á somu síðu. So verður hvalurin vendur, og so verður skorið upp hinumegin við somu mannagongd.

Tá ið liðugt er at skera upp, verður fyrst spik og so tvøst býtt javnt til hvønn einstakan, sum er skrásettur á listanum. Tá ið hvør hevur fingið sítt, taka tey sær av sínum parti – tey salta, frysta og/ella heingja upp. Spikið verður vanliga bara saltað.

At fara í grind er ein siður, har øll kunnu vera við á ymsan hátt. Fyri at kunna vera heilt við í drápinum, skal ein verða fyltur 16 ár, men øll kunnu vera við at skera upp og býta. Í dag skal ein hava prógv um lokið skeið í avlíving við mønustingara áðrenn tú sleppur at avlíva hval.

Amboð, sum nýtt verða, eru fasta- og leysakast, mønustingari, blásturkrókur við langari línu, góðir knívar og mátistokkur.

Søga og bakgrund

Grindadráp er komið við landnámsfólkunum til økini í útnorðri: Hetland, Føroyar, New Foundland (Vínland).

Føroyar er tað einasta økið í útnorðri, har grindadráp enn verður útint meira ella minni á sama hátt sum í landnámstíðini og fyri hana eisini. Seinasta grindadrápið í Hetlandi var fyrst í 1900-talinum og í New Foundlandi seinast í 1960-árunum.

Vit vita frá søguni, at áramál við ongari grind ofta hava merkt, at tað hevur verið svangligt hjá føroyingum. Tá ið eingin grind hevði verið í longri tíð, var ofta trongligt við mati, og tá ið grind var aftur, var hon ein sera kærkomin biti at fáa. Ein broyting við grindini er, at meðan grindin var lívsneyðug í húsarhaldinum fyrr, er hon í dag eitt gott íkast. Harafturat er turt tvøst og spik vorðið til veitslumat, sum ofta verður borðreiddur til serlig høvið.

Grindadrápið hevur verið útint síðan landnámstíðina, men menningin av amboðum hevur ført broytingar við sær, og amboðini eru blivin betri. Tað hevur millum annað gjørt, at í dag kunnu hvalirnir avlívast nógv skjótari og við minni líðingum. Til dømis hevur man líka upp til okkara dagar avlívað hvalin við at skera hann á háls. Í dag brúkar man mønustingara, og tá kann vísast á, at avlívingin av hvali er skjót og effektiv. Mønustingarin kom í umleið 2010, eftir nógvar atfinningar móti grindadrápi frá fólki og felagsskapum. Hetta gjørdi, at Grindamannafelagið eftirmetti veiðiháttin, og kom til ta niðurstøðu, at avlívingartíðin av hvalinum mátti styttast. Avlívingin er síðani farin frá at vara frá minuttum til brotpartar av sekundi – sum eitt byrsuskot.

Í Seyðabrævinum frá 1298 eru reglur um, hvussu grindin skal býtast og nýtast, og í 1832 bleiv Grindareglugerðin viðtikin og regluliga dagførd, seinast í 2017. Føroysku myndugleikar hava innsavnað hagtøl av grindadrápum, sum ganga heilt aftur til 1584. Mett verður, at hetta eru tey elstu samanhangandi hagtølini í heiminum. Enn í dag er grindadrápið opið fyri øllum, skipað lokalt og regulerað við føroyskari lóggeving. Soleiðis hevur tað ment og tillagað seg til tíðina, samstundis sum tað byggir á siðir og vitan frá fortíðini.

Endamálið við at fara í grind er framvegis at fáa mat á borðið. Til hátíðarhald so sum á ólavsøku, til konfirmatiónir og veitsluhald yvirhøvur verður ofta borðreitt við turrari grind og spiki, eplum og turrum fiski, og er grindin tískil eisini týðandi partur av føroysku matmentanini.

Miðlan og frásøgn

Tað er frítt og atkomuligt fyri øll at síggja grindadrápini; vanliga eini 10 til 15 um árið – viðhvørt færri og viðhvørt fleiri. Her kunnu øll síggja alt tað, sum fer fram á hvalvágni, meðan tað fer fram. Har er mest at læra við at vera við í tí, sum fer fram, alt eftir áhuga og førleika. Tað eldra ættarliðið lærir tað yngra upp. Børnini eru uppií, har tað ber til, og har tað er loyvt, og soleiðis læra tey mannagongdirnar og uppliva, hvussu leikur fer.

Grindin hevur innivist í føroyskum skúlabókum. Har fáa skúlanæmingar ávísa kunnan um grindina. Grindamannafelagið hevur ferðast runt við kunnandi tilfari til økini í Føroyum. Grindamannafelagið hevur hjálpt fólkaskúlanæmingum og lesandi við uppgávum, umframt at útlendsk lesandi og granskarar hava fingið vegleiðing og kunning frá felagnum.

Grind er í føroyskum bókmentum, málningalist, yrkingum, kvæðum, vísum og tættum. Eisini í nýmótans tónleiki hevur grindadráp fingið sítt pláss, har til dømis tónleikabólkurin Týr framførir Grindavísuna.

Lykkjur undir tekju

Støðan í framtíðini

Sum støðan er nú, sær tað út til, at grind er ein siðaarvur sum livir. Men har eru ávís viðurskifti, sum føra broytingar við sær.

Fyri at tryggja, at siðaarvurin verður varðveittur, er tað fyrst og fremst upplýsing, sum skal til fyri at halda børnunum og teimum ungu til og at geva teimum møguleikan at vera uppií og at vera við. Harvið fær tað unga ættarliðið vakt sín áhuga og verður á tann hátt sett við – tað eldra ættarliðið lærir tað yngra upp við í verki at vísa og at greiða frá øllum mannagongdum og øllum kynstrum.

Sum tað tykist nú, so eru tey ungu sera áhugað í at vera við í grindadrápinum og at vera við í øllum, sum fyriferst í sambandi við grind og grindadráp. Tað hevur verði nógv trýst frá umhvørvisfelagsskapum, og hetta trýstið hevur helst í ávísan mun elvt til at tað at standa saman um grindadrápið ofta hevur verið fatað sum partur av føroyskum samleika og harvið vakt ein vaksandi áhuga fyri grindadrápinum millum yngra ættarliðið.

At fara í grind er burðardygg veiða, tá ið hugsað verður um umhvørvið. Hesin siðaarvur er ógvuliga viðkomandi, tí tað minkar um tørvin at innflyta kjøt úr útlondum í líka stóran mun, tá ið man á henda hátt fáa kjøt úr okkara nærumhvørvi. Her verður etið av tí lokala tilfeinginum, sum verður veitt úr havinum heldur enn at eta innflutt. Havstovan, sum ger teljingar av grindastovninum 6. hvørt ár, sum vísir, at grindastovnurin ikki er hóttur.

Eitt, sum kann verða ein trupulleiki fyri at varðveita siðaarvin í framtíðini, er ídnaðardálkingin av heimshøvunum. Hvalurin er ovarlaga í føðiketuni og tí serliga hóttur av dálking. Heilsumyndugleikarnir mæla til, at vit ikki eta grind meira enn eina ferð um mánaðin - ein døgurða á 250 g av tvøsti og 50 g av spiki, og tað verður heilt frámælt børnum og kvinnum í burðarførum aldri at eta grind. Hetta hevur ført eina broyting við sær í hugburði viðvíkjandi grind og fer møguliga at føra enn størri broytingar við sær í framtíðini.

Trýst frá umhvørvisfelagsskapum, saman við størri áhuga fyri umhvørvi sum heild, hevur eisini ávirkað mentanina og hugburðin um grindadráp millum føroyingar.

Týdningarmiklir almennir stovnar fyri grindadrápið eru Fiskimálaráðið, sum m.a. umsitur grindareglugerðina og Uttanríkisráðið, sum tekur sær av fyrispurningum, serliga frá mótmælisfólkum uttanlands.

Tey, ið útinna livandi mentanina, og sum hava vitan um siðaarvin

Grindaboðini koma knappliga, so tey, ið eru fyrst á sandinum, gera tað stóra arbeiðið, meðan tað fer fram. Tað er serliga sýslumenninir og grindaformenninir, sum spæla ein stóran leiklut í at skipa grindadrápið, merking og býti av tvøstinum og spikinum, men tað stendur øllum frítt at vera við í størri ella minni mun, og øll tey, sum eru við, eru við at útinna siðaarvin.


Tilvísingar

Úrval av bókmentum, greinum og heimasíðum:

Amos, B., Bloch, D., Desportes, G., et al. (1993a). A review of molecular evidence relating to social organisation and breeding system in the long-finned pilot whale. Report of the International Whaling Commission, sp 14, 209–217.

Amos, B., Schlotterer, C. and Tautz, D. (1993b). Social structure of pilot whales revealed by analytical DNA profiling. Science, 260, 670–672. http://dx.doi.org/10.1126/science.8480176

Andersen, L.W. (1993). Further studies on the population structure of the long-finned pilot whale, Globicephala melas, of the Faroe Islands. Report of the International Whaling Commission, sp 14, 219–231.

Andreasen, B., Hoydal, K., Mortensen, R., et al. (2019). AMAP Faroe Islands 2013–2016: Heavy Metals and POPs Core Programme. Umhvørvisstovan, Argir, Faroe Islands, 103 pp.

Anonymous. (2013). Whaling in the Faroe Islands. Available at https://www.whaling.fo/

Bloch, Dorete (2007). Pilot whales and the whale drive in the Faroes. H.N. Jacobsens Bókhandil

Bloch, D. (1994). Pilot whales in the North Atlantic. Age, growth and social structure in Faroese grinds of the long-finned pilot whale, Globicephala melas. Doctoral dissertation, Lund University, Sweden.

Bloch, D. (1998). A review of marine mammals observed caught or stranded over the last two centuries in Faroese Waters. Shetland Sea Mammal Report, 1997, 15–37.

Bogadóttir, R. & Skarðhamar Olsen, E. (2017). Making degrowth locally meaningful: the case of the Faroese grindadráp. Journal of Political Ecology, Vol. 24

Buckland, S.T., Bloch, D., Cattanach, K.L. et al. (1993). Distribution and abundance of long-finned pilot whales in the North Atlantic, estimated from NASS-1987 and NASS-89 data. Report of the International Whaling Commission, sp 14, 33–50.

Caurant, F., Navarro, M. and Amiard, J.C. (1996). Mercury in pilot whales: possible limits to the detoxification process. Science of the Total Environment, 186, 95–104. http://dx.doi.org/10.1016/0048- 9697(96)05087-5

Choi, A.L., Weihe, P., Budtz-Jørgensen, E. et al. (2009). Methylmercury exposure and adverse cardiovascular effects in Faroese whaling men. Environmental Health Perspectives, 117, 367–372. http://dx.doi.org///10.1289/ehp.11608

Fielding Russell (2010). Artisan whaling in the Atlantic: a comparative study of culture, conflict and conservation in St. Vincent and the Faroe Islands, Department of Geography and Anthropology, University of Montana

Fielding, Russell (2012). Coastal geomorphology and culture in the spatiality of whailing in the Faroe Islands. University of Denver

Fielding, R. (2010). Environmental change as a threat to the pilot whale hunt in the Faroe Islands. Polar Research, 29, 430–438. http://dx.doi.org/10.1111/j.1751-8369.2010.00168.x

Fielding, Russell (2018). The Wake of the Whale: Hunting Societies in the Carribbean and North Atlantic. Harvard University Press, Masssachusetts

Fullard, K.J., Early, G., Heide-Jørgensen, M.P. et al. (2000). Population structure of long-finned pilot whales in the North Atlantic: a correlation with sea surface temperature? Molecular Ecology, 9, 949–958. http://dx.doi.org/10.1046/j.1365-294x.2000.00957.x

Heilsufrøðiliga starvstovan (2011). Kosttilmæli um at eta grind.

Hoydal, K. and Lastein, L. (1993). Analysis of Faroese catches of pilot whales (1709-1992), in relation to environmental variations. Report of the International Whaling Commission, sp 14, 89-106.

Joensen, Hóraldur (2013). Healthy Compounds in Meat and Blubber of Whales and Seals. Technical Report, Faculty of Science and Technology, University of the Faroe Islands

Joensen, Jóan Pauli (1987). Fólk og mentan. Føroya skúlabókagrunnur

Joensen, J.P. (2009). Pilot whaling in the Faroe Islands: History, ethnography, symbol. Tórshavn, Faroe University Press.

Kerins, Sean P (2010). A thousand years of whaling: a Faroese common property regime. CCI Press, Edmonton

Kerins, S. (2008). Whaling in the Faroes. Ph.D. thesis, Griffith School of Environment, Griffith University, QLD Australia. Available at https://trove.nla.gov.au/work/163050846?q&versionId=177692067

Li, M., Juang, C.A., Ewald, J.D. et al. (2020). Selenium and stable mercury isotopes provide new insights into mercury toxicokinetics in pilot whales. Science of the Total Environment, 710, 136325. https://doi.org/10.1016/j.scitotenv.2019.136325

Mikkelsen, B. (2008). Movements and diving of pilot whales in autumn and early winter. NAMMCO SC/15/PW/07. 9pp.

North Atlantic Marine Mammal Commission (NAMMCO), (2017). Marine Mammals: A multifaceted Resource.

Pike, D.G, Desportes, G., Gunnlaugsson, T., Mikkelsen, B. and Bloch, D. (2013). Estimates of the relative abundance and trend of pilot whales (Globicephala melas) in the North Atlantic from 1987 to 2007. NAMMCO SC/20/18 for the NAMMCO Scientific Committee. 54pp.

Pløyen, Christian (1935). Grinadavísan

Rasmussen, Rasmus (1985). Sær er siður á landið. Emil Thomsen Tórshavn

Sanderson, K. (1992). Grindadráp: A Textual History of Whaling Traditions in the Faroes to 1900. MPh thesis, University of Sydney, Australia.

Sanderson, K. (1994). Grind – Ambiguity and Pressure to Conform: Faroes whaling and the anti-whaling protest. In M.M.R. Freeman and U.P. Kreter (eds.), Elephants and Whales: Resources for whom? 187–201. Philadelphia, USA: Gordon and Breach Science Publishers.

Sanderson, Kate (1991). Whales and whaling in the Faroe Islands. Department of Fisheries, Faroe Ilands Government

Steuerwald, U., Weihe, P., Jørgensen, P.J. et al. (2000). Maternal seafood diet, methylmercury exposure, and neonatal neurologic function. Journal of Pediatrics, 136(5), 599–605. http://dx.doi.org/10.1067/mpd.2000.102774

Weihe, P. and Joensen, H.D. (2008). Recommendations to the government of the Faroe Islands concerning the pilot whale. (English translation released 1 December 2008.) Tórshavn: Landslægen.

Williamson, K. (1970). The Atlantic Islands. A study of the Faroe life and scene. Routledge and K. Paul London. 385pp.

Zachariassen, P. (1993). Pilot whale catches in the Faroe Islands, 1709-1992. Report of the International Whaling Commission, sp 14, 69–88.


Um evnið

Heiti
Grindadráp

Bólking í skránni
Siðaarvur av mannamunni
Almenn siðvenja, siðir og hátíðarhald
Vitan og siðvenja viðvíkjandi náttúruni og alheiminum
Siðbundið handverk

Staðseting
Grindadrápið verður útint kring alt landið á góðkendum hvalvágum.

Tey, ið hava latið inn uppskotið
Grindamannafelagið

Kontaktpersónur
Ragnar Jacobsen
Nóatún 1
100 Tórshavn
Teldupostur: gmf@gmf.fo
Telefon: 592386

Dagfesting:
21. juni 2021

Skrásett
TSSak: 22/04749-4 – Skráin Livandi mentan- Grindadráp


Previous
Previous

Ull og ullarvirkan

Next
Next

Føroyski Dansurin