Lendisbati

 

Lendisbati er ein verkætlan hjá Tjóðsavninum, ið fremur náttúruendurbøtandi átøk í Føroyum. Høvuðsátøkini vera m.a. at fyribyrgja jarðrivi, bøta um lívmargfeldið og endurbøta vátlendir til frama fyri kolevnisupptøku.

Føroyska náttúran er viðbrekin. Leivdir av torvskurði síggjast sum sár í lendinum og jarðriv eru ein vanlig sjón. Harðbalna veðurlagið ger somuleiðis, at lendið er undir áhaldandi trýsti. Hóast vit menniskju altíð hava verið sera tongd at náttúruni, hava vit ikki altíð sýnt virðing og havt fyrilit fyri, hvat náttúrutilfeingið tolir. Djóra- og plantulív eru í vanda, tí menniskjaliga virksemið ofta ikki tekur atlit at náttúruni. Eisini eru veðurlagsbroytingar eitt varandi fyribrigdi, og trýstið á náttúruna hevur tí ongantíð verið størri, enn tað er nú. Endamálið við átøkunum hjá Lendisbata er at bøta um hesi náttúruviðurskifti. Átøkini hjá Lendisbata eru eitt tilboð til óðals- og festibóndir og aðrar jarðareigarar, sum sjálvbodnir leggja lendi til átøkini. Øll átøkini verða gjørd í tøttum samstarvi við jarðareigararnar, sum kenna økið teirra best og tí koma við góðum ráðum og í fleiri førum luttaka beinleiðis í arbeiðinum.

Les meira um endamálini og framtíðina við Lendisbata her:

https://issuu.com/nudlavirkid/docs/843647794_lendisbati_hefti_issuu

Verkætlanir og átøk

Fyrstu verkætlanirnar hjá Lendisbata er farnar í gongd, og eru báðar á Kalsoynni. Talan er um eina skriðu omanfyri Syrðadalsbygd sum skal endurbøtast, og hagaparturin Stóriryggur sum er gjørdur til náttúrufriðøki.

Skriðan Heiman Gjónna

Um aldarskiftið leyp stór skriða uppi í dalinum í Syðradali í Kalsoynni, sum nú verður granskað og endurbøtt í samstarvi við jarðareigaran av Blankskálagarði, Bjørn Kalsø, Miðnám í Vestmanna og Landgræðsluna í Íslandi. Hóast 22 ár eru liðin, síðan skriðan leyp, sæst stóra sárið enn í lendinum. Skriðan er um 100 metrar long, 30 metrar breið og 1,7 metur djúp.

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur játtað stuðul til gransking og endurbøting av skriðuni. Verkætlanin fevnir um 10 ár og fevnir um grundkanning, hegning og endurbøting av skriðuni.

Í summar eru plantusløg og vanligastu mosa- og soppasløgini skrásett sum partur av grundkanningini av økinum. Harafturat er økið hegnað av fyri seyð í summar, og komandi 2-3 árini fer Lendisbati saman við næmingum úr Miðnámi í Vestmanna at fylgja við og eyðmerkja gongdina í vøkstrinum.

Síðsta stigið fevnir um menning av endurbøtingarhættum og um sjálva endurbøtingina av skriðuni. Lendisbati fer at menna og royna ymsar endurbøtingarhættir í samstarvi Landgræðsluna ( Soil Conservation service of Iceland), sum hevur servitan og drúgvar royndir innan endurbøting í Íslandi.

Síðst í august fær Lendisbati vitjan av serfrøðingum frá Landgræðsluni. Endamálið við vitjanini er at vitja økini, ið eru partur av Lendisbata og viðgera møguligar endurbøtingarhættir til ymsu lendissløgini, sum Lendisbati arbeiðir við.

Hagin Stóriryggur

Hagaparturin Stóriryggur er um 600.00 fermetrar. Kristin Vilhelmsen tók seyðin av á heysti 2020, og hevur síðani latið lendið fingið frið. Stóriryggur er nú eitt náttúrufriðlendi, har gróður og fuglalív sleppur at koma fyri seg uttan ávirkan frá menniskjaligum virksemi. Lendisbati fer at gera vakstrarkanningar í haganum og fylgja við, hvussu hagin mennist við tíðini.

 
Next
Next

FISHFAR