Kappróður

Skráin Livandi mentan

Kappróður

Kappróður er tjóðarítrottur Føroya. FM-kappingar verða hildnar í sambandi við bygdarstevnur kring landið í summarhálvuni. Menn og kvinnur, vaksin, ung og børn kunnu luttaka í kappróðri. Yngstu luttakararnir skulu ganga í 5. flokki, tó skal róðursmaðurin/kvinnan vera 18 ár.
Kappróður er ein gomul siðvenja. Hon er sannlíkt íkomin, tí gamalt var at rógva kapp á firðum og sundum. Róðrarbátarnir hava serføroysk snið. Róð verður í fimm-, seks-, átta- og tíggjumannaførum.  

Kappróður verður íðkaður í bátum, sum hava serføroysk snið. Um várarnar byrjar venjingin á sjónum, og kappróðrarbátar síggjast á firðum og sundum kring alt landið. 26 róðrarfeløg eru limir í Róðrarsambandi Føroya (RSF). FM-róðrar eru á sjey bygdarstevnum, sum geva stig til føroyameistaraheitið í kappróðri. Stevnurnar eru norðoyastevna, fjarðastevna, eystanstevna/varmakelda, jóansøka, sundalagsstevna, vestanstevna og ólavsøka.

Róð verður í ymiskum bólkum: barnaróður gentur/dreingir; fimmmannafør gentur yngri/eldri, dreingir yngri/eldri og kvinnur; seksmannafør menn og kvinnur; áttamannafør menn og tíggjumannafør menn. Róðrarnir í øllum bólkum er 1000 metrar og barnaróðrar eru 500 metrar. Kappróðrarárið endar á ólavsøku, har FM-vinnararnir verða heiðraðir.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Seinastu árini hevur Ódnartøk verið ymsa staðni í landinum í apríl/mai. Ódnartøk eru tvær-tríggjar kappingar, har róð verður í teinum á 140 metrar. Luttakandi bátarnir rógva trý umfør, og fáa stig eftir, hvussu teir klára seg á degnum. Eftir seinastu kapping verður ein samlaður vinnari í hvørjum bólki funnin. Til Ódnartøk eru teir somu bólkarnir galdandi sum til FM-róðurin.

Nøkur kappróðrarfeløg hava motiónsróður, har menn og kvinnur rógva alt árið.

Harafturat eru seks kappróðrarfeløg í Danmark, sum hava kappingar og regatta í Danmark.

Stórt orðfeingi er í samband við kappróður. Til dømis kunnu bátsmanningar hava pent ella ljótt áralag, og undir kappróðri kunnu bátar liggja stavn um stavn. Haraftur er tað neyðugt at kenna heitið á bekkum og borðum, um samskiftið umborð á bátinum skal virka væl.

Søga og bakgrund

At rógva kapp hevur helst altíð verið siður í Føroyum. Sambært frásøgnum er kappróður komin í lag millum bátar, sum hittust rógvandi til lands av útróðri, út á fiskimið, í grind ella á handilsferð.

Akkurát nær alment skipaður kappróður byrjaði, er ilt at vita. Í 1781 skrivar Jens Christian Svabo, at tað kundi verið eitt gott hugskot at skipa fyri almennum kappróðri á ólavsøku. Hetta kom tó ikki í lag. Fyrsti alment skipaði kappróðurin, vit vita um, er í Trongisvágsfirði í 1870-árunum. Í 1887 var Rasmus Effersøe við til at skipa fyri fyrsta ólavsøkuróðrinum og aftur í 1891, tó komu regluligir ólavsøkuróðrar ikki í fasta legu tá.

Andrea Árting skipaði fyri fyrsta kvinnukappróðrinum á ólavsøku í 1918. Undirtøkan var so góð, at tað eydnaðist at manna fýra fýramannafør; tríggjar bátar úr Havn og ein úr Nólsoy. Mannfólkini vóru afturhaldandi, men í síðstu løtu blivu tvey áttamannafør mannað.

Mynd: Manningin hjá Andreu Árting. Andrea er róðurskvinna. No Known Copyright. Ogn Tjóðsavnsins.

Ein nýggj lóg bleiv samtykt fyri virksemi løgtingsins í 1924. Lógin hevði við sær, at amtmaður og próstur mistu sessir sínar sum løgtingslimir. Í tí sambandi sendi danska stjórnin uttanríkisráðharran og greivan Carl Moltke til Føroya at halda røðu í løgtinginum ólavsøkudag. Við honum kom eitt stórt skipafylgi av embætismonnum. Skipað varð fyri fótbóltsdysti millum HB og danskar marinumenn, og Moltke læt eitt steyp. Tá Moltke frætti, at tað gekk illa at manna bátar til kappróðurin á ólavsøku, læt hann eitt steyp at kappast um. Tvær manningar meldaðu seg til kappróðurin. Tað vóru tíggjumannaførini Politisturin og Nólsingur. Nólsingur vann og fekk steypið í varðveitslu til ólavsøkuna eftir. Síðan tá hevur kappróður verið á hvørjari ólavsøku.

Felagið Kappróður, sum skjótt fekk navnið Havnar Róðrarfelag, bleiv stovnað í 1932. Hetta var fyrsta kappróðrarfelag, sum bleiv stovnað. Tað skipaði fyri kappróðri á ólavsøku.

Í 1973 vóru regluligir FM-róðrar skipaðir í sambandi við bygdarstevnurnar. Stevnurnar hava havt stóran týdning fyri, hvussu kappróðurin hevur ment seg. Áðrenn FM-skipanin kom í lag varð skipað fyri serstakari FM-stevnu aftaná vanligu stevnurnar, har róð bleiv um, hvør skuldi vinna FM fyri tað árið. Hendan eina stevnan var avgerandi fyri, hvør bátsmanning ognaði sær meistaraheitið tað árið. Hetta varð mett sum órættvíst. FM-skipanin bleiv sett í verk, og nú góvu allar stevnurnar stig til FM-heitið.

Mynd: Niklas í Koltri. No Known Copyright. Ogn Tjóðsavnsins.

Í 1927 lótu vestmenningar smíða ein bát burturav til kappróður. Sniðið var ikki øðrvísi enn á tí vanliga føroyska róðrarbátinum, men hann varð tó smíðaður nakað øðrvísi og munandi lættari. Um hetta mundið vóru ongar reglur fyri snið, longd og breidd. Hesin báturin royndist væl í kappróðri, og skjótt lótu aðrir eisini  bátar smíða við serligum atliti at kappróðri. Tretivu ár seinni, í 1957, smíðaði Niklas í Koltri sín fyrsta kappróðrarbát, áttamannafarið Miðvingur. Mátini á bátinum vóru á leið tey, sum Ítróttasambandið setti í gildi í 1959. Til samans smíðaði Niklas í Koltri 75 kappróðrarbátar, og setti harvið sín dám á kappróðurin og kappróðrarbátin.

Í 1980 bleiv Róðrarsamband Føroya stovnað, og hevur síðan eftirkannað, at allir bátarnir eru máldir upp eftir góðkendum yvirlitum. Kappróðrarbáturin verður eftirkannaður, tá kjølurin er strektur, og aftur, tá hann er klárur at flota.

Í 1996 fór Sámal Hansen úr Runavík at smíða kappróðrarbátar, sum vóru uppaftur lættari enn bátarnir hjá Niklasi í Koltri. Kappróðrarbáturin var nú broyttur eitt sindur, tó innan fyri mátini hjá RSF.

Við kappróðrinum var ein møguleiki fyri at varðveita føroyskt bátasmíð. Kappróðrarbátarnir eru tó smíðaðir við tí í hyggju, at teir skulu ganga skjótt, og aðrar dygdir, sum føroyski róðrarbáturin hevur, eru sleptar. Tó er kappróðrarbáturin eitt frábrigdi av føroyska róðrarbátinum, og hevur varðveitt serføroyska sniðið. Tað verða í miðal smíðaðir seks til átta kappróðrarbátar árliga.

Miðlan og frásøgn

Róðrarsamband Føroya og limafeløgini gera nógv fyri at skapa eitt gott kappróðrarumhvørvi.

Kappróðrarbátarnir eru sjónligir kring alt landið summarhálvuna. Nógv børn, ung og vaksin, kvinnur og menn eru virkin í nógvu róðrarfeløgunum kring landið. FM-róðrarnir verða varpaðir beinleiðis í Kringvarpi Føroya.

Ítróttasamband Føroya (ÍSF) skipar fyri átakinum Skúlaleikir. Her luttaka 4.-6. floks næmingar í ymiskum ítróttagreinum. RSF er partur av hesum átaki við inniróðri. Feløgini ferðast runt á skúlum kring landið, har kappast verður, og vinnandi flokkurin í økiskappingini luttekur seinni í finaluni.

Mynd: Jens Kristian Vang. Norðoyarstevna 2021, barnaróður

Støðan í framtíðini

Áhugin fyri at rógva kapp hevur verið skiftandi gjøgnum tíðirnar. Tey síðstu árini hevur áhugin fyri kappróðri verið stórur, og tí er kappróðurin ikki í bráðfeingis vanda fyri doyggja út. RSF og róðrarfeløgini gera nógv fyri at menna kappróðurin.

Byrjanarskotið til Ódnartøk var í 2013, tá ið skipað var fyri Snarróðri fyri fyrstu og einastu ferð. Snarróður var ein sprintkapping á 400 metrum. Árið eftir, í 2014, var Snarróður lagt um til Ódnartøk, tá var teinurin styttur niður á 140 metrar, fyri at fáa meira spenning í kappingina. Átakið Ódnartøk er á vágum kring Føroyar í apríl/mai. Tey fyrstu árini vóru tað eldsálir úr Havnar Róðrarfelagi, ið skipaðu tiltakinum. RSF yvirtók hetta arbeiðið í 2019. Ódnartøkini eru ein góður inngangur til FM-róðurin. Kappingarárið er í juni-juli og er heldur stutt. Ódnartøkini leingja kappróðrarárið.

Fyrsta kappingin í inniróðri varð skipað í Klaksvík í 2002. Tað hevur verið í stórari menning síðani. Føroyskir innirógvarar luttóku fyrstu ferð í altjóða kapping í Boston í 2013. RSF skipaði fyrstu ferð fyri FM-kapping í inniróðri í 2018. Síðani 2020 hevur RSF skipað fyri Grand Prix-kappingum í vetrarhálvuni, har tann fjórða og seinasta kappingin samstundis er um FM-heitið.

Hetta er ein sjálvstøðug íttróttagrein, men er eisini eitt íkast til kappróðurin. Við inniróðrinum er nú møguleiki fyri at luttaka í DM-, EM- og HM-kappingum úti í heimi. Harafturat eru nú kappingar alt árið – í inniróðri í vetrarhálvuni og í kappróðri í summarhálvuni.

Mynd: RSF, EM í París

Tey, ið íðka livandi mentanina og hava vitan um siðaarvin

Fólk í øllum aldrum eru limir í róðrarfeløgum kring landið og útinna ítrottagreinina kappróður. Bátasmiðir, ið smíða kappróðrarbátar, og fólk, sum hava áhuga, fylgja við í kappróðri.

Mynd: Ólavur Frederiksen. Ólavsøkuróður


Tilvísningar

Arge, Niels Juel (1982). Drekin – ein róðrarsøga. Havnar róðrarfelag 50 ár.

Arge, Uni (2014). Føroyar framá – ÍSF 75 ár. Føroyaprent.

Ítróttasamband Føroya 1939 – 4. Apríl – 1964, Tórshavn 1964

Jacobsen, Helgi (2014). Góðir gulir dagar – VÍF í 75 ár. Føroyaprent.

Froðbiar Sóknar Róðrarfelag - 55 ár. Einarsprent.

Mortensen, Andras. Hin føroyski róðrarbáturin - sjómentir føroyinga í eldri tíð. Forlagið Mondul og Føroya Fróðskaparfelag, 2000.


Um evnið

Heiti

Kappróður

Staðseting

Um alt landið

Bólking í skránni

Almenn siðvenja, siðir og hátíðarhald

Stillarar av uppskoti

Róðrarsamband Føroya og tess limafeløg

Kontaktpersónur

Petur Hansen
Teldupostur: peturh@rsf.fo

Skrásett

TSSak 22/04724-17 - Skráin Livandi mentan - Kappróður

Dagfesting

10. mars, 2024


Next
Next

Føstulávintshaldið í Sumba