Føroyski báturin

Skráin livandi mentan

FØROYSKI BÁTURIN – BÁTASMÍÐ, SIÐIR OG BRÚK

UPPRUNIN ER NORRØNI SÚÐUBYGDI BÁTURIN, MEN FØROYSKI BÁTURIN ER VORÐIN LAGAÐUR TIL UMSTØÐURNAR Í FØROYUM, OG BÁTASMIÐIR HAVA Í ØLDIR FØRT HANDVERKIÐ VÍÐARI TIL NÆSTU ÆTTARLIÐ. HANN HEVUR VERIÐ ÁLITIÐ Í FISKISKAPI, TIL VEIÐU OG TIL FLUTNINGS MILLUM OYGGJARNAR. FØROYSKI BÁTURIN HEVUR IKKI LONGUR SAMA TÝDNING, OG HANN VERÐUR Í DAG MEST BRÚKTUR TIL KAPPRÓÐUR OG ANNAÐ FRÍTÍÐARVIRKSEMI. MEN ENN VERÐA FØROYSKIR BÁTAR SMÍÐAÐIR, OG ENN HAVA VØKRU BÁTARNIR SÍN TÝÐANDI LUT Í FØROYSKARI MENTAN.

Føroyski báturin hevur havt stóran týdning fyri liviumstøðurnar í Føroyum. Hann hevur verið brúktur til fiskiskap, fuglaveiðu, grindarakstur, í landbúnaðinum og til flutnings millum oyggjarnar.

Vinnuliga brúkið er nógv minkað, men føroyski báturin er framvegis í brúki til fiskiskap og til frítíðarvirksemi, og tað er ikki óvanligt at fólk eiga ein føroyskan bát, tó at nógvir av teimum standa so at siga óbrúktir í neystum kring landið.

Í dag eru tað áhugafeløg, sum standa fyri einum stórum parti av virkseminum kring føroyska bátin.

Fleiri feløg eru sett á stovn, ið hava til endamáls at fremja brúk, vitan og varðveiting av føroyska bátinum. Feløgini varðveita eldri bátar, lata nýggjar bátar smíða og skipa fyri útferðum, tiltøkum og frálæru, ikki minst til børn og ung.

Kappróðurin, sum er tjóðarítrótt føroyinga, er við til at vekja áhugan hjá børum og ungum fyri føroyska bátinum. Summarhálvuna taka fleiri hundrað fólk lut í kappróðrunum, ið eru hæddarpunktið á summarstevnunum kring landið.

Flestu bátarnir, ið verða smíðaðir í dag, eru kappróðrarbátar. Onkur hendinga bátur verður eisini smíðaður til einstaklingar og bátafeløg.

Út við 10 bátasmiðir virka í Føroyum í dag, tó at teir ikki virka sum bátasmiðir burturav. Vitanin um bátasmíð hevur verið førd víðari frá einum bátasmiði til annan. Við støði í aldagamla handverkinum verða stødd og skap á bátinum lagað eftir umstøðum og brúki.

Føroyski báturin sæst sum kappróðrarbátur og sum róðrarbátur, ofta við páhangsmotori og stundum við segli, sum frambygdur maskinbátur og við húsi.

Seksæringur - Mynd: Jens Kristian Vang

SØGA OG BAKGRUND

Upprunin til føroyska bátin er norrøni súðubygdi báturin, ið hevur umleið tvey túsund ár á baki. Hildið verður tó, at føroyski báturin fekk sítt vakra og sjógóða skap miðskeiðis í 17. øld. Lucas Debes skrivar skrivar í 1673, at “...en Del øve sig udi at bygge Baader, og bygge de skønne Baader, lette og meget bekvemmer til at sejle med udi disse farlige strømme, saa at de norske Baader ere ikke at ligne ved de færøske”.

Føroyski báturin varð brúktur til allan flutning og til fiskarí. Báturin var lagaður eftir umstøðunum, so hann var sjógóður og lættur. Nógvastaðni eru lendingarviðurskiftini vánalig og bakkin høgur, og tá hevur føroyski báturin verið góður, tí hann liggur væl í sjónum og er lættur at draga upp á land.

Tað, ið sermerkir føroyska bátin, er konstruktiónin við kjøli og borðum, hálsum og røðum. Í súðubygdum bátum verður kjølurin reistur, og borðini verða síðan sett fyri við kanti yvir kant og klinkað saman. Báturin tekur sítt skap, so hvørt borðini verða sett fyri. Kjølurin er úr eik, og borðini eru úr grann, furu ella lerkaviði.

Bátastøddirnar eru nevndar tríbekkur, tristur, fýramannafar, fimmmannafar, seksmannafar, áttamannafar, tíggjumannafar og seksæringur. Í nýggjari tíð eru nakrir teinæringar eisini smíðaðir.

Føroyskir bátar verða ikki smíðaðir eftir skabelón, men eftir mátistokki, mátum og siðvenju frá eldri bátasmiðum og eftir eygamáli.

Bátasmið kundi ein nevna seg, tá ið ein hevði verið í læru hjá eldri bátasmiði einar tveir vetrar og síðan smíðað tólv bátar. Upprunaliga vórðu bátar smíðaðir úti. Bátasmiðir ferðaðust við amboðum sínum millum bygdir og smíðaðu bátar á staðnum. Seinni komu onnur og størri amboð afturat, og bátarnir vórðu smíðaðir innandura. Vitanin og kunnleikin til bátasmíð gekk í arv og serstøk yrkisumhvørvi, har bátasmíð var høvuðsyrkið, vóru í Nólsoy og í Mikladali.

Samfelagsligi týdningurin hjá føroyska bátinum broyttist fyrst í 20. øld, tá størri bátar og skip avloystu róðrarbátin. Fyrstu kappróðrarbátarnir, ið eru serliga lættir og skjótir bátar, vórðu smíðaðir í fyrru helvt av 20. øld, og maskinbáturin, sum er væl størri og tyngri bátur, og sum eitt nú varð brúktur til útróður í Grønlandi, fekk sítt skap miðskeiðis í 20. øld.

Bátasmiðirnir fækkaðust so líðandi í tali og føroyski báturin kom á savn.

MIÐLAN OG FRÁSØGN

Ein týðandi liður í miðlanini og frásøgnini um føroyska bátin er, at hann er sjónligur í gerandisdegnum, og at fólk, serliga børn og ung, kunnu nema sær vitan um bátin, bæði við at vitan um føroyska bátin verður flutt millum ættarlið og við meiri skipaðum tiltøkum. Og nógv ymiskt verður gjørt.

Fleiri áhugafeløg hava frálæru í rógving og sigling fyri børn og ung. Tey skipa eisini fyri tiltøkum og útferðum við føroyskum bátum. Feløgini gera eitt stórt arbeiði í at breiða út kunnleikan til føroyska bátin, til rógving og bátasmíð.

Kappróðrarbátarnir eru sjónligir kring alt landið summarhálvuna, og nógv børn, ung og vaksin, kvinnur og menn eru virkin í nógvu róðrarfeløgunum kring landið. Kappróðurin verður varpaður beinleiðis í Kringvarpi Føroya, og stórur áhugi er fyri kappróðri millum fólk. Róðrarsamband Føroya ger eitt stórt arbeiði at fremja áhugan fyri føroyska bátinum og kappróðrinum í Føroyum.

Bátasmiðir taka ímóti vitjandi, bæði føroyingum og útlendingum og fleiri verkætlanir eru í umbúna at skipa livandi søvn við bátum og bátasmíði.

Í Havn hevur kommunan sett innastu plássini við bátabrúgvarnar á Kongabrúnni av til føroyskar bátar so hesir eru sjónligir og hugna um umhvørvið við bryggjuna.

Fleiri av bygdasøvnunum hava føroyskar bátar í varðveitslu. Tjóðsavnið hevur yvir 30 bátar á goymslu, rúgvismikið myndatilfar, skjøl og gripir, so sum amboð og útgerð hjá bátasmiðum í varðveitslu. Framsýning er um føroyska bátin og bátasmíð, og skúlatænastan hjá Tjóðsavninum miðlar vitan um føroyska bátin og føroyskt bátasmíð til skúlanæmingar.

Teinæringur - Mynd: Jens Kristian Vang

STØÐAN Í FRAMTÍÐINI

Áhugin fyri føroyska bátinum er stórur og við øllum tí virksemi, ið einstaklingar og feløg standa fyri, eru útlit fyri, at føroyska bátinum er lív lagað – í øllum førum í eina tíð.

Størsta hóttanin móti føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði er, at marknaðurin fyri føroyskar bátar er lítil, og at bátasmiðirnir gerast alt eldri og fækkast í tali.

Í áliti um føroyskt bátasmíð, sum Mentamálaráðið gav út í 2012, verður mælt til, at menna nýggjar vinnumøguleikar fyri siðbundnum bátasmíði. Mælt verður til at seta á stovn eina bátasmiðju sum livandi savn, har handverkið verður varðveitt, samstundis sum bátasmiðir fáa ein vinnuveg við at sýna fram handverkið fyri ferðafólki og skúlaflokkum.

Í álitinum varð eisini mælt til at skipa skeiðstilboð á tekniskum skúla og at støða verður tikin til yrkisútbúgving og lærupláss í bátasmíði. Uttan at lærlingar verða settir við, er skotbráið umleið 20 ár, til handborna vitanin um føroyskt bátasmíð er burtur. Tí er neyðugt við tiltøkum, skal føroyskum bátasmíði verða lív lagað.

Í mars 2020 lótu Føroyar, saman við hinum norðurlondunum eina tilnevning inn til altjóða UNESCO nevndina um at fáa norrøna súðubygda bátin og bátasiðir á UNSECO listan fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini. Tann 14. Desember 2021 bleiv báturin innskrivaður á UNESCO listan. Innskrivingin er ein viðurkenning av, at súðubygdi báturin er ein vitnisburður um menniskjalig skapanarevni og at hetta er siðaarvur sum eigur at varðveitast. Ein innskriving av bátinum fer at økja um tilvitskuna um føroyska bátin og bátasmíð. Eisini fer tað at seta krøv til okkum sum samfelag um at tryggja føroyska bátinum og bátasmíð framhaldandi lívføri fyri komandi ættarlið.

TEY, IÐ ÚTINNA LIVANDI MENTANINA, OG SUM HAVA VITAN UM SIÐAARVIN

Føroyski báturin er partur av livandi siðaarvinum hjá stórum parti av fólkinum í Føroyum. Nógv eiga, ella kenna onkran, ið eigur ein føroyskan bát. Nógv hava verið á floti við báti og nógv hava havt ár í hond.

Nógv vitan um føroyska bátin er hjá fólki kring alt landið, eitt nú hjá fólki, ið eru limir í bátafeløgum og í bygdasøvnum. Bátafeløgini standa fyri tí meiri skipaða partinum av livandi mentanini kring føroyska bátin, og árliga taka fleiri túsund fólk lut í bátastevnum, útferðum, frálæru, hátíðarhaldum og øðrum tiltøkum.

Felagið Teinæringur í Havn og Áhugafelagið Greipur, ið heldur til a Argjum og á Hvítanesi skipa frálæru til skúlabørn og skipa fyri tiltøkum.

Felagið Grindabátarnir í Vági hevur umleið 10 gamlar grindabátar og kappróðrarbátar. Bátarnir eru í brúki, bæði í grind og til útferðir, og tá eru bæði ung, tilkomin og eldri, kvinnur og menn við á ferð.

Felagið Naddoddur á Tvøroyri skipar fyri útferðum og hevur felagshús á Hvítanesi á Tvøroyri.

Á Toftum skipar Ánarafelagið Dvørgamoy fyri siðsøguligum tiltøkum og tiltøkum fyri skúlanæmingar.

Øll hesi fólk og feløg eru við til at halda siðaarvin og mentanina kring føroyska bátin livandi.

Róðrarsamband Føroya og tey 33 kappróðrarfeløgini kring landið halda lív í kappróðrinum. Nógv hundrað fólk eru knýtt at kappróðrinum. Fyriskiparar, tey, ið manna bátarnar og tey, ið á onkran hátt stuðla virkseminum, eru øll við til at halda siðaarvin og mentanina kring føroyskan kappróður livandi.

Vitanin um føroyskt bátasmíð er fyrst og fremst hjá teimum bátasmiðum, ið hava nomið sær vitan um og sum útinna handverkið. Bátasmiðirnir eru eini 10 í tali, og ymiskt er, hvussu nógvar bátar, hvør einstakur bátasmiður smíðar. Bátasmiðirnir eru fremstu berarar av livandi mentanini kring føroyska bátin.

TILVÍSINGAR

Føroya Landsbókasavn gav í 1996 út 2. útgávu av bókalistanum Hin føroyski báturin. Bøkur, greinir og handrit. Eitt úrval. Í bókalistanum er yvirlit yvir bøkur og handrit, greinar og brot um føroyska bátin. Tilfarið er um bátin sum heild, bátasmíð, bátanøvn, siðir í sambandi við bát, og um hvussu báturin hevur verið brúktur. 88 tilvísingar eru í bókalistanum.

Andras Mortensen, søgufrøðingur, gav í 2000 út ph.d. ritgerð sína Hin føroyski róðrarbáturin. Sjómentir føroyinga í eldri tíð.

Tjóðsavnið hevur rúgvismikið myndatilfar og skjalatilfar um føroyska bátin, www.tjodsavnid.fo.

Á heimasíðuni hjá Róðrarsambandi Føroya er tilfar um føroyska bátin og kappróður, www.rsf.fo.

Felagið Grindabátarnir í Vági hevur kunnandi tilfar um bátarnar í felagnum, kunning og myndatilfar frá útferðum og tiltøkum, www.grindabatar.com.

Áhugafelagið Naddoddur hevur kunnandi tilfar á https://www.facebook.com/groups/520933744603297/about/.

Felagið teinæringur hevur kunnandi tilfar á heimasíðuni www.batar.fo.

Bátasmiðjan á Kjalnesi hevur kunnandi tilfar á heimasíðuni www.batasmid.com.

UM EVNIÐ

Heiti
Føroyski báturin – bátasmíð, siðir og brúk

Bólking í skránni
Siðaarvur av mannamunni
Almenn siðvenja, siðir og hátíðarhald
Vitan og siðvenja viðvíkjandi náttúruni og alheiminum
Siðbundið handverk

Staðseting
Føroyski báturin verður smíðaður og brúktur um alt landið. Bátasmiðir, kappróðrarfeløg, áhugafeløg og einstaklingar við áhuga fyri føroyska bátinum virka um alt landið.

Tey, ið hava latið inn uppskotið
Róðrarsamband Føroya, Felagið Grindabátarnir í Vági, Felagið Teinæringur, Bátafelagið Naddoddur, Áhugafelagið Greipur, Ánarafelagið Dvørgamoy, Jóan Petur Clementsen, bátasmiður, Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð, bátasmiður, Kaj Hammer, bátasmiður, Sámal Hansen, bátasmiður, Terji R. Jakobsen, bátasmiður og Tjóðsavnið.

Kontaktpersónur
Annika Dalsgarð
Róðrarsamband Føroya
Hoydalsvegur 23, Postboks 223
100 Tórshavn
Teldupostur rsf@rsf.fo
Telefon 217553 ella 227553

Dagfesting
4. januar 2019

Dagført
18.03.2022

Skrásett
TSSak: 21/1906-30 - Skráin Livandi Mentan, Føroyski báturin – bátasmíð, siðir og brúk

SAMBAND

Previous
Previous

Føroyski Dansurin