Berjalyngur

Berjalyngur (Empetrum nigrum) er eitt av teimum plantusløgunum, sum veksur bæði á suðurhelvtini og norðurhelvtini á jørðini. Plantufrøðingar trúðu leingi, at berjalyngur hevði havt eina samanhangandi útbreiðslu, tá Amerika og Evropa var eitt meginland og høvdu verið avbyrgdar í Suðuramerika og á Falklandsoyggjunum líka síðani meginlandið skrædnaði sundur. Nú ber til at kanna tílíkt nógv neyvari. Og tað vísir seg, at berjalyngur er spjaddur heilt suður til Falklandsoyggjarnar, við fugli, fyri á leið hálvari millión árum síðan.

Her hjá okkum eru tvey undirsløg av berjalyngi. Vanligast er tvíkynjaða undirslagið (subsp. hermaphroditum) meðan tvíbýlis undirslagið (subsp. nigrum) er heldur sjáldsamari.  

Hóast leikmaður, so samskifti Rasmus Rasmussen við plantufrøðingar frá nær og fjar. Ein av teimum var Otto Hagerup, sum hevði serligan áhuga í plantunum í Føroyum. Í 1929 var Rasmus á vitjan hjá Otto Hagerup. Hagerup er tá í ferð við at kanna berjalyng, sum Rasmus hevur sent honum úr Føroyum, tí hann heldur seg vita, at tey bæði undirsløgini í Føroyum hava ymiskt tal av kromosomum. Sjóneykurnar eru vorðnar so góðar í 1929 og plantukromosom eru rættiliga stór, so Rasmus fær tá høvi at síggja kromosomini á hesum báðum undirsløgunum av berjalyngi.

Í dagbókini hjá Rasmus frá vitjanini hjá Otto Hagerup stendur:

“úrslit hansara eru frálíka greið og uppsiktsvekjandi. Tað er týðiligt. Eg havi nú sætt við egnum eygum, at tey tvey sløgini av Empetrum hava ávikavist 13 og 26 kromosom í kynskyknunum. Eg sá ikki eitt preparat, men mong, mong og eg taldi sjálvur”

Tað sum Rasmus sá í 1929 var, at tvíkynjaða undirslagið av berjalyngi er fleirlitið (polyploid) og hevur tvífalt so nógv kromosom í sínum kyknum sum vanligi berjalyngurin.

Previous
Previous

Heiðalyngur og klokkulyngur

Next
Next

Bláklokka