Leggstutt fransagras

Nú byrjar at blóma í plantufrøðiliga urtagarðinum á Debesartrøð. Nakrar av teimum fyrstu at blóma eru vetrarsteinbrot Saxifraga oppisitifolia, loðið hóvblað Tussilago farfara, kirkjubøsólja Ranunculus ficaria og so leggstutta fransagrasið Primula vulgaris.

Leggstutt fransagras er sera sjáldsom planta í Føroyum. Tað eru bert tvær í plantusamlingunum á Tjóðsavninum. Tað einu hevur Olav Gazet Paturson (1879-1970), yngsti bróður navnframa tjóðskaparmannin og bóndan í Kirkjubø Jóannes Paturson, savnað inn. Hin er í einum savni av plantum, sum vórðu latnar Tjóðsavninum og sum eru frá 1875. Hon er savnað inn á Traðarhamri í Trøðum á Sandi av navnframa plantufrøðinginum Emil Rostrup (1831-1907) og náttúrugranskaranum Carl Adolph Feilberg (1844-1937) . Plantan í urtagarðinum á Debesartrøð kemur úr urtagarðinum hjá Petur í Hoyvík, hagar hon sigst vera komin av Traðarhamri á Sandi. Hóast nógvir serfrøðingar og plantuáhugaði annars, hava leita á Sandi, so er plantan ongantíð funnin aftur har. Nú blómar hon í urtagarðinum hjá Tjóðsavninum á Debesartrøð.  

Previous
Previous

Tær uppruna føroysku skørurnar

Next
Next

Tjóðarblóman