Plantusáð og soppagrókorn verða savnaði

LIFEPLAN

Eitt yvirlit yvir lívið á jørðini

Lifeplan er ein tvørvísindalig granskingarverkætlan, sum er stuðlað av ES.

Tjóðsavnið luttekur í verkætlanini og ein kanningarstøð er sett í Tórshavn og er virkin har í 2022 og 2024, sama støð verður eisini flutt til Koltur og koyrir í 2023 og 2025.

Í báðum kanningarstøðum verða sett upp myndatól, ljóðupptøkutól, eitt tól sum savnar soppagrókorn og plantusáð, og hvørt ár verða moldsýnir tikin til genetiskar kanningar, umframt ein fella ið savnar flúgvandi skordýr.

Ítøkiliga, so eru pelar settir í økinum og á hvønn pela verður fest eitt sjálvvirkandi myndatól, eitt sjálvvirkandi ljóðupptøkutól og eitt spjaldur sum kunnar um verkætlanina. Harumframt er ein pallur settur mitt í økinum. Á henda pall verður sett tólið (Cyclone Sampler) sum savnar soppagrókorn og plantusáð. Miðskeiðis í økinum verða summarmánaðarnar ein fella (Malaise trap) sett upp, sum minnur um eitt tjald og við henni vera flúgvandi skordýr fangaði.

Innsavnaðar dátur og tilfar verður viðgjørt av granskarum. Úrslitið verður uttan iva slóðbrótandi og útgivið í altjóða tíðarritum. Hetta kemur at geva okkum vitan og úrslit, sum vit ikki hava fingið úr Føroyum áður.

Tú kanst luttaka

Neyðugt er at eyðmerkja hvørjir fuglar oyrast á nógvu upptøkunum av fuglaljóðum. Um tú hevur hegni til at eyðmarkja fugl frá látinum so er at klikkja á lenki niðanfyri og lesa meira.



Samband