FishFAR

Granskingarverkætlan um broytingum í føði og lívssøgu hjá bleikjum og sílum í føroyskum vøtnum

Verkætlanin hevur til endamáls at staðfesta avleiðingar av veðurlagsbroytingum á samfeløg og vistfrøði hjá fiski í smáum subarktiskum vøtnum. Í fyrstu atløgu verður hugt eftir tøkari føði, føði sum fiskur etur og skapi á fiskinum. Hetta verður gjørt í Leynavatni, Saksunarvatni og Toftavatni har samanseting av síli, bleikju og kombikki er ymisk frá vatni til vatn.

Vit kunnu meta um hvussu fiskur ávirkar vistskipaninar í vøtnunum við at granska hvat fiskurin etur, hvar hann heldur til og í hvønn mun kapping fer fram í millum sløgini. Vit fara at savna dátur og samanbera við tær sum vórðu savnaðar í NORLAKE verkætlanini í 2000, og á tann hátt meta um broytingar hjá síli og bleikju í einum hitnandi heimi.

Eftirlit verður hildið við hitanum í ymsum dýpum í vøtnunum meðan verkætlanin koyrir.

Henda verkætlanin fer at menna okkara vitan um feskvatnsfisk og vatnavistfrøði í føroyskum vøtnum. Hetta er alneyðugt um lívmargfeldi skal verjast í verandi veðurlags og lívmargfeldiskreppu.


Feltarbeiði

Feltarbeiði í samband við verkætlanina fór fram 5. til 11. august 2022. Arbeitt varð við báti og inni á landi, og arbeiði gekk sum heild væl.

Á Toftavatni, Saksunarvatni og Leynavatni vórðu sýnir tikin av botnininum fyri at vita hvat fyri dýr liva har, umframt at æti varð savnað við strondina og úti á vatninum. Gørn við ymsum meskastøddum vóru sett yvir nátt, í fyrstu atløgu í uml. 12 tímar, á hvørjum vatni. Á Toftavatni og Saksunarvatni var neyðugt at seta aftur fyri, at koma upp á eitt nøktandi tal av fiski. Fiskurin ið varð savnaður varð avmyndaður, mátaður, uppskorðin og kannaður á staðnum. Tilsamans vóru eini 4000 mátingar og sýnir tikin.

Niðanfyri sæst talið av sílum og bleikju sum vóru fingin í 2000 og í 2022.


Toymið

Verkætlanin er undir leiðslu av Dr. Camille Leblanc (Hólar University) og Dr. Agnes-Katharina Kreiling (Tjóðsavnið).

Aðrir luttakarar eru:

  • Prof. Dr. Bjarni K. Kristjánsson (Hólar University)

  • Prof. Dr. Kirsten S. Christoffersen (University of Copenhagen)

  • Leivur Janus Hansen (Tjóðsavnið)

  • Dr. Hilmar J. Malmquist (Náttúrugripasavnið í Íslandi)

  • Dr. Ragnhildur Guðmundsdóttir (Náttúrugripasavnið í Íslandi)

Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum.

Verkætlan kundi ikki vera gjørt uttan hjálp frá: Náttúrufræðistofa Kópavogs, Havstovan, Biofar, Føroya Sílaveiðufelag, Nes Kommuna, Jóhan Jógvanson, Poul Adrian í Homrum og øðrum.



SAMSTARV


 
 

Samband