Jarðføst fornminni

Hetta er eitt ávegis kort yvir jarðføst fornminni í Føroyum. Á kortinum eru fyrndarbýlingar og toftir úr víkingatíð og miðøld. Eisini eru yngri toftir, eitt nú vakhús, ið m.a. vórðu nýtt tá sjórænarar herjaðu í Føroyum.

Fleiri fornminni fara at koma inn á kortið, eitt nú krígsminni. Eisini verður ein nágreinilig lendisskráseting av øllum Føroyum gjørd, so allar sjónligar toftir og menniskjaskapt spor verða skrásett á kortið. Hetta er eitt stórt arbeiði, ið vit vóna fer at bera á mál við hjálp frá bygdasøvnum og áhugaðum.

Vit vilja gjarna hava rættingar og ískoyti til kortið frá staðkendum og áhugaðum fólki.

Kortið er bert vegleiðandi. Upplýsingar um friðað jarðføst fornminni fáast við at venda sær til Tjóðsavnið.


Jarðføst fornminni (friðingarskjøl)


Samband