Fólkalívsdeild

Tíðirskeiðið frá trúbótini til umleið 1900 hava vit tað, sum tað einaferð ber til at fáa. Tað er eitt stórt savn av føroyskum árabátum og innsavnað frásagnir um tann eldra partin av maritimu mentanarsøguni.

Innsavning og savnindi
Frá ídnaðartíð eru stórar innsavningar gjørdar á teimum mest týðandi økjunum, bæði av gripum og frásagnum, serliga slupptíðina fram til uml. 1940.

Tað er eisini eitt rættiliga stórt savn av fotomyndum frá tíðini umleið 1860 til í dag, meginparturin frá fyrru helvt og miðskeiðis av 20. øld.

Tað serføroyska hevur sjálvsagt áhuga. Nú verður roynt at savna inn miðvíst við atliti at maritimari søgu frá tíðini 1945 og fram til í dag. Maritim arbeiði og yrki frá seinnu helvt av 20. øld hava týdning.

Skráseting og varðveiting
Nógva gripatilfarið frá yngri tíð er skrásett í telduskrá. Somuleiðis alt frásagnartilfarið frá ymsum innsavningarátøkum. Tað stóra og fjølbroytta myndasavnið verður allatíðina skrásett. Tá ið skrásetingin er liðug, fara gripir og savnindi á goymslu, og soleiðis tryggja vit, at tilfar – gripir og savnindi – verður varðveitt í framtíðini. Skráseting og varðveiting av materiella mentanararvi landsins skal skiljast sum søguliga minnið hjá tjóðini. Aðalreglan er at varðveita hesi savnindi í allar ævir.

Miðlan og gransking
Framsýningar verða gjørdar, ið lýsa fólkalív og yngri søgu landsins, eisini smærri framsýningar, ið lýsa innkomið søguligt tilfar.

Fólkalívsdeildin hevur fakligt samstarv við Landsskjalasavnið og Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Europeiskt samstarv er við ANSC - Association of North Sea Cities – The Maritime Museum Network – millum maritim søvn í Norðureuropa, Stórbretlandi og í Skandinavia.

Hugsjón og leiklutur - søguliga medvitið skal styrkjast
Søga og søvn og samfelag eru eitt. Eitt er at varðveita og umsita mentanararvin, men tað er eisini uppgávan at veita tænastur um vitanina um Føroya søgu, og leggja aftrat og framleiða vitan um søguliga minnið hjá tjóðini. Alskyns fyrispurningar verða eftir førimuni svaraðir.

Fólkalívsdeildin hevur ein savnsteknikara, ein savnslærara og ein savnvørð. Av og á eru tímalønt hjálparfólk og verkætlanarlønt fólk knýtt at deildini.


Samband