logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Plantur í Føroyum
Dýr í Føroyum
Hótt plantusløg
Hótt fuglasløg
Hvalur og kópur
Lívfrøðilig loyvisgeving
 
aa Útflutningur av djórum, plantum og ávísum matvørum
 
  Dráttur av lunda
 
  Ræning av lomvigaeggum
 
  Serlig fuglaveiða
 
  Merktur hvalur

 
Ræning av lomvigaeggum

Loyvi kann fáast til ræning av lomvigaeggum í fuglabjørgunum á Sandoynni, Skúvoynni, Stóru Dímun og Suðuroynni til og við 8. juni á hvørjum ári.

Tann ið ynskir at ræna skal senda eina umsókn til [email protected] við yvirskriftini: "Umsókn um loyvi til ræning". Umsóknin skal sendast innan 20. mai.

Í umsóknini skal standa:
  • Navn á umsøkjara.
  • Hvørji fara til ræningar.
  • Nær farið verður.
  • Hvar farið verður.
Vit senda eitt svar aftur skjótast gjørligt.

Avgerðin kann kærast til Mentamálaráðið innanfyri eina viku eftir, at umsøkjarin hevur fingið svarið.

Legg merki til, at við einum loyvi fylgja nakrar treytir. Til dømis skal fráboðast hvussu nógv egg vórðu rænd.

Fuglaveiðulógin § 18, 2. stk. sigur: "Loyvt er at taka lomvigaregg á hvørjum ári til og við 8. juni á ávísum støðum og í ávísum fuglabjørgum eftir nærri kunngerð frá Føroya landsstýri."

Kunngerð um ræning av lomvigaeggum § 1, 2. stk. sigur: "Føroya Náttúrugripasavn kann veita loyvi til at ræna lomvigaegg [...]".
SAMBAND:
Janus Hansen
340 571
janush@savn.fo
Les meira um
Náttúrugripasavnið