logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
  Jarðføst fornminni (friðingarskjøl)
 
  Um fornminni
 
aa Fjald fornminni
 
  Vernd av fornminnum
 
  Viðlíkahald av fornminnum
 
  Fornminnaøki
 
  Fornminni á landi
 
  Krígsminni
 
  Nýtsla av metaldetektori

Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Um fornminni

Fornminni eru spor, ið kunnu stava frá búsetingini í eldri tíð, so sum húsatoftir, bústaðafláir, køstaleivdir, ella frá nýtsluni av lendinum frá fjøru til fjalls, eitt nú garðløg ella toftir.

Talan kann eisini vera um gripir – meira vanlig amboð frá gerandisdegnum, eitt nú íløtum av bæði leir og fitisteini, rennlum, vaðsteinum, ella heldur forvitnisligari skartgripum so sum perlum úr glasi, beini ella rav, og prónum úr bronsu ella silvuri.

Nøkur av hesum sporum eru rættiliga sjónlig, til dømis toftir og garðløg, meðan onnur liggja lutvíst ella heilt fjald undir svørinum, tað verið seg í haga ella í bygdunum, har tey kunnu liggja undir verandi búseting. Margfeldi av fornminnum er næstan óavmarkað. Eins fyri tey fornminni, sum fjala seg undir moldum er, at tey hava tað best við at verða liggjandi “in situ” – tað vil siga á staðnum.

Sostatt finnast fornminni víða um í lendinum kring oyggjarnar. Tað er okkara felags ábyrgd at ansa eftir hesum fornminnum og at fara væl við teimum. Tey vit síggja eru friðað sambært lóggávu, onnur eru friðað í tí løtu, tey verða funnin.

Fleiri av fornminnunum koma fyrst til sjóndar, tá grivið verður í moldini. Oftast kemur hetta fyri í sambandi við størri verklagsætlanir, arbeiðum so sum vegagerð ella útstykking, og eisini tá grivið verður út fyri húsagrundum ella undir velting. Hetta eru tey sonevndu fjaldu fornminnini.

Kemur tú sum privatpersónur, bóndi ella byggiharri fram á spor ella leivdir eftir fornum mannvirki, hevur tú skyldu at venda tær til Fornminnissavnið.

Áðrenn størri verklagsætlanir ella grevstararbeiði verða sett í verk eigur ein at venda sær til Fornminnissavnið fyri fáa upplýsing um, hvørt tað finnast fornminni í ávísa lendinum, ið kunnu fara at verða nerva av ætlaða grevstrararbeiðinum.

Mannagongdin er vanliga hon, at verður staðfest, at komið er fram á leivdir, ið fakliga verða mettar sum jarðfest fornminni, verður í fyrstu syftu kanna, hvørt til ber at fornminni kann verða varðveitt á staðnum uttan størri hóasták. Hetta ber til, um arbeiðsætlanin verður broytt og atlit verða tikin at fornminninum og varðveitingarspurninginum á tann hátt. Ber hetta ikki til, kann verða gjørd ein forkanning. Henda skal greina, hvat slag av fornminni talan er um og hvussu umfatandi fornminni er. Grundað á forkanninigina verður lagt upp til eina rættiliga fornfrøðiliga rannsókn við arbeiðsætlan, tíðar- og kostnaðarmeting eins og avrátt verður hvør og hvussu útreiðslurnar fyri rannsóknina skulu rindast.
 
Samband:
Helgi D. Michelsen
340 553
[email protected]