logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
  Jarðføst fornminni (friðingarskjøl)
 
  Um fornminni
 
aa Fjald fornminni
 
  Vernd av fornminnum
 
  Viðlíkahald av fornminnum
 
  Fornminnaøki
 
  Fornminni á landi
 
  Krígsminni
 
  Nýtsla av metaldetektori

Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Krígsminni

Krígsminni eru friðað sum skansar eftir grein 1 í fornminnafriðingarlógini. Tað boðaði Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi 1. mai 2009, sum var soljóðandi:

1. mai 2009
Krígsminni frá seinna heimsbardaga eru friðað jarðfest fornminni

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur í dag gjørt av at staðfesta, at krígsminni frá seinna heimsbardaga eru friðað jarðfest fornminni.

Friðingin merkir, at krígsminni, t.e. jarðfest fornminni frá seinna heimsbardaga, eru fevnd av ásetingini um jarðfest fornminni í § 1, stk. 1 í løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum.

Avgerðin er grundað á tilmæli frá fornminnisnevndini. Fornminnisnevndin grundgevir soleiðis fyri tilráðingini:

Hóast verndarvirkini frá seinna heimsbardaga eru yngri enn 100 ár, sum annars er vanligt tíðarmark fyri friðing, men kortini ikki fast tíðarmark, metir Fornminnisnevndin, at neyðugt er at fyriskipa verndartiltøk fyri tey nú, tí tey kámast skjótt, og væntast kann, at áðrenn 100 ár eru liðin, er heildarmyndin mist. Saman við tí, at stórur fólksligur áhugi er fyri hesum mentanarminnum metir Fornminnisnevndin, at tað hevur týdning fyri søguliga samleika føroyinga í 20. øld, at staðfest verður, at mentanarminnini frá 2. heimsbardaga eru vard eftir galdandi fornminnafriðingarlóggávu.

Friðingin merkir, at fornminni frá seinna heimsbardaga skulu í framtíðini hava frið.

Fornminni frá seinna heimsbardaga verða skrásett eins og onnur jarðfest fornminni, sbr. § 1, stk. 3 í løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum.

Verklagsætlan, sum kann hava við sær avleiðingar fyri eitt fornminni frá seinna heimsbardaga, skal framman undan góðkennast av fornminnamyndugleikanum. Verður loyvi givið til at halda fram við eini verklagsætlan, og skulu fornfrøðiligar kanningar gerast, skulu hesar gjaldast av tí, sum stendur fyri verklagsætlanini.

Samband:
Helgi D. Michelsen
340 553
[email protected]