logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
 
aa Kort yvir friðaðar bygningar
 
  Hvussu friða vit?
 
  At eiga friðað hús
 
  Hvør kann reisa friðingarmál?
 
  Avlýsing
 
  Málsgongdin
 
  Viðlíkahald av bygningum
 
  Loyvi
 
  Stuðul
 
  Hoyringar og nýggjar friðingar

Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Stuðul

Ein ánari fær ikki endurgjald, tá ið ein bygningur verður friðaður, sjálvt um hetta kann geva honum eyka útreiðslur.

Ánarar av friðaðum bygningum kunnu sambært fornminnalógini søkja um stuðul til øktar útreiðslur, ið standast av viðlíkahaldsskylduni. Stuðulin kann vera fíggjarligt ískoyti, gamalt byggitilfar ella sakkøn hjálp.

Stuðul verður ikki latin til modernisering av bygningum, t.d. hitaskipan, innrætting av nýggjum køki ella líknandi.

Ynskir ánarin at ríva friðaðan bygning niður, skal hann 3 mánaðir frammanundan geva fornminnamyndugleikunum boð um tað. Halda teir, at bygningurin er verdur at varðveita, kann tað landsstýrið gera tiltak til at ogna hinum almenna hann.

Varðveitingarkunngerð merkir, at ánarin frásigur sær rættin til at krevja, at landið yvirtekur friðaða bygningin, um Fornminnamyndugleikarnir seinni vísa burtur umsókn um at ríva hann. Ein varðveitingarkunngerð kann ikki verða tinglýst fyrr enn sjálv friðingin er tinglýst.
 
 
Les meira um stuðulsskipan í sambandi við friðað hús