logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
ICOM logo
Inngangur
Orðalisti
1. Grundleggjandi um søvn
2. Samlingar
3. Innsavning og gransking
4. Miðlan og framsýning
5. Tænastuveitingar
6. Uppruni og virðing
7. Lóggáva og søvn
8. Professionel framferð
 
ICOM international
ICOM Danmark
8. Søvn virka á professionellan hátt Museums operate in a professional manner
  Grundregla
Starvsfólk á søvnum eiga at halda viðurkendar standardar og lógir og at varðveita tignina og virðingina fyri yrki sínum. Tey eiga at verja almenningin móti ólógligum ella óetiskum professionellum framferðarhátti. Við eitt og hvørt høvi eigur almenningurin at verða upplýstur um endamálið við savnsarbeiðinum og uppgávum tess, soleiðis at ein betri almenn fatan fæst um tað, sum søvnini veita samfelagnum.
Principle
Members of the museum profession should observe accepted standards and laws and uphold the dignity and honour of their profession. They should safeguard the public against illegal or unethical professional conduct. Every opportunity should be used to inform and educate the public about the aims, purposes, and aspirations of the profession to develop a better public understanding of the contributions of museums to society.
  PROFESSIONELLUR FRAMFERÐARHÁTTUR PROFESSIONAL CONDUCT
8.1  Kunnleiki til viðkomandi lóggávu Familiarity with Relevant Legislation
  Øll starvsfólk á søvnum eiga at hava neyvan kunnleika til viðkomandi internationala, nationala og lokala lóggávu og til umstøðurnar viðvíkjandi setan síni. Tey eiga at koma sær undan støðum, sum kunnu uppfatast sum óhóskandi atferð. Every member of the museum profession should be conversant with relevant international, national and local legislation and the conditions of their employment. They should avoid situations that could be construed as improper conduct.
8.2 Professionel ábyrgd Professional Responsibility
  Starvsfólk á søvnum hava skyldu til at fylgja leiðreglum og mannagongdum hjá stovninum, har tey eru starvsett. Tey kunnu kortini mótmæla framferðarháttum, sum verða mettir sum skaðiligir fyri savnið ella starvið og tann professionella etikkin. Members of the museum profession have an obligation to follow the policies and procedures of their employing institution. However, they may properly object to practices that are perceived to be damaging to a museum or the profession and matters of professional ethics.
8.3 Professionel atferð Professional Conduct
  Trúskapur mótvegis starvsfeløgunum og savninum eru ein týðandi professionel ábyrgd, sum byggir á grundleggjandi etiskar grundreglur fyri savnsyrkið sum heild. Øll eiga at virka eftir etisku reglunum hjá ICOM og vera umhugsin í sambandi við aðrar viðkomandi reglur. Loyalty to colleagues and to the employing museum is an important professional responsibility and must be based on allegiance to fundamental ethical principles applicable to the profession as a whole. They should comply with the terms of the ICOM Code of Ethics and be aware of any other codes or policies relevant to museum work.
 8.4 Akademisk og vísindalig ábyrgd Academic and Scientific Responsibilities
  Starvsfólk á søvnum eiga at fremja ta gransking, varðveiting og miðlan, sum samlingarnar geva møguleikar fyri. Tey eiga tí at halda seg frá einum og hvørjum virksemi, sum ger, at akademisk og vísindalig vitan, sum er vunnin, verður mist. Members of the museum profession should promote the investigation, preservation, and use of information inherent in the collections. They should, therefore, refrain from any activity or circumstance that might result in the loss of such academic and scientific data.
8.5 Ólógligur handil The Illicit Market
  Starvsfólk á søvnum eiga ikki at stuðla ólógligum handli við náttúru- og mentanararvi, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Members of the museum profession should not support the illicit traffic or market in natural and cultural property, directly or indirectly.
8.6  Trúnaður Confidentiality 
  Starvsfólk á søvnum skulu verja trúnaðarupplýsingar, sum tey fáa í starvi sínum. Harumframt eru upplýsingar um lutir, sum savnið hevur fingið til eyðmerking, í trúnaði og eiga ikki at verða almannakunngjørdar ella latnar víðari til fólk ella nakran annan stovn uttan serligt loyvi frá ánaranum. Members of the museum profession must protect confidential information obtained during their work. In addition, information about items brought to the museum for identification is confidential and should not be published or passed to any other institution or person without specific authorisation from the owner.
8.7 Trygd á søvnum   Museum and Collection Security
  Upplýsingar um trygdarskipanir savnsins eru í strongum trúnaði. Tað sama er galdandi fyri privatar samlingar og líknandi, sum savnsstarvsfólk vitja embætis vegna. Information about the security of the museum or of private collections and locations visited during official duties must be held in strict confidence by museum personnel.
8.8 Undantøk frá tagnarskylduni Exception to the Obligation for Confidentiality
  Tagnarskyldan skal víkja fyri skylduni at hjálpa løgreglu ella øðrum myndugleika við eftirkanning av ogn, sum er stolin, ólógliga útvegað ella ólógliga avhendað. Confidentiality is subject to a legal obligation to assist the police or other proper authorities in investigating possible stolen, illicitly acquired, or illegally transferred property.
8.9 Persónligt sjálvræði Personal Independence 
  Hóast starvsfólk á søvnum í ávísan mun hava rætt til persónligt sjálvræði, skulu tey viðurkenna, at eingi privat seráhugamál ella faklig áhugamál kunnu haldast heilt sundurskild frá savninum, tey arbeiða fyri. While members of a profession are entitled to a measure of personal independence, they must realise that no private business or professional interest can be wholly separated from their employing institution.
8.10  Professionel sambond Professional Relationships
  Starvsfólk á søvnum hava professionel sambond við nógv onnur fólk á og uttan fyri savnið, har tey starvast. Væntað verður av teimum, at tey eisini veita teimum dygdargóða professionella tænastu. Members of the museums profession form working relationships with numerous other persons within and outside the museum in which they are employed. They are expected to render their professional services to others efficiently and to a high standard.
8.11 Professionell ráðleiting Professional Consultation
  Tað er ein professionel skylda at leita sær ráð hjá starvsfeløgum uttan fyri savnið, um savnsins egni serkunnleiki ikki er nøktandi fyri at tryggja haldgott avgerðargrundarlag. It is a professional responsibility to consult other colleagues within or outside the museum when the expertise available is insufficient in the museum to ensure good decision-making.
  ÓSAMBÆRILIG ÁHUGAMÁL CONFLICTS OF INTEREST
8.12 Gávur, tænastur, lán og onnur persónlig lunnindi Gifts, Favours, Loans, or Other Personal Benefits 
  Starvsfólk á søvnum mugu ikki taka ímóti gávum, tænastum, lánum og øðrum persónligum lunnindum, sum tey fáa boðið í sambandi við tænastuligt virksemi fyri savnið. Tað eru kortini føri, har tað í professionellum høpi er hóskandi at geva og taka ímóti gávum; men hetta eigur altíð at verða gjørt í navni stovnsins. Museum employees must not accept gifts, favours, loans, or other personal benefits that may be offered to them in connection with their duties for the museum. Occasionally professional courtesy may include the giving and receiving of gifts but this should always take place in the name of the institution concerned.
8.13  Uttanhýsis setanir ella handilslig áhugamál Outside Employment or Business Interests
  Hóast starvsfólk á søvnum í ávísan mun hava rætt til persónligt sjálvræði, skulu tey viðurkenna, at eingi privat handilslig ella faklig áhugamál kunnu haldast heilt sundurskild frá savninum, sum tey arbeiða fyri. Tey eiga tí ikki at átaka sær lønt arbeiði ella røkja størv, sum kunnu vera í stríð við áhugamál savnsins. Members of the museum profession, although entitled to a measure of personal independence, must realise that no private business or professional interest can be wholly separated from their employing institution. They should not undertake other paid employment or accept outside commissions that are in conflict with, or may be viewed as being in conflict with the interests of the museum.
8.14 Handil við náttúru- og mentanararvi Dealing in Natural or Cultural Heritage
  Starvsfólk á søvnum eiga ikki at luttaka í handli (keyp ella sølu við vinningi fyri eyga) við náttúru- ella mentanararvi, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Members of the museum profession should not participate directly or indirectly in dealing (buying or selling for profit), in the natural or cultural heritage.
8.15 Sambond við handlandi Interaction with Dealers
  Starvsfólk á søvnum eiga ikki at taka ímóti gávum, gestablídni ella aðari samsýning frá einum handlandi, auktiónshúsi ella øðrum sum tileggjan til at keypa ella selja savnslutir ella lata vera við at handla professionelt. Harumframt eiga starvsfólk á søvnum ikki at viðmæla ein ávísan handlandi, eitt auktiónshús ella eitt metingarfólk til almenningin. Museum professionals should not accept any gift, hospitality, or any form of reward from a dealer, auctioneer, or other person as an inducement to purchase or dispose of museum items, or to take or refrain from taking official action. Furthermore, a museum professional should not recommend a particular dealer, auctioneer, or appraiser to a member of the public.
8.16  Privat samlaravirksemi Private Collecting
  Starvsfólk á søvnum eiga ikki at kappast við stovnin, hvørki í sambandi við útvegan av lutum ella annað innsavningarvirksemi. Ein avtala millum starvsfólkið og stýrið viðvíkjandi privatum samlaravirksemi eigur at verða skrivað og vandaliga fylgd. Members of the museum profession should not compete with their institution either in the acquisition of objects or in any personal collecting activity. An agreement between the museum professional and the governing body concerning any private collecting must be formulated and scrupulously followed.
8.17 Nýtsla av navni og logo hjá ICOM Use of the Name and Logo of ICOM
  Navnið “International Council of Museums”, styttingin ICOM ella búmerki tess, má ikki verða nýtt til at marknaðarføra ella stuðla nøkrum inntøkugevandi virksemi ella nakrari framleiðslu. The name of the organisation, its acronym or its logo may not be used to promote or endorse any
for-profit operation or product.
8.18  Onnur ósambærilig áhugamál Other Conflicts of Interest
  Um nøkur onnur áhugaósemja skuldi ment seg millum starvsfólk og savn, hava áhugamálini hjá savninum forrættindi. Should any other conflict of interest develop between an individual and the museum, the interests of the museum should prevail.