logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
ICOM logo
Inngangur
Orðalisti
1. Grundleggjandi um søvn
2. Samlingar
3. Innsavning og gransking
4. Miðlan og framsýning
5. Tænastuveitingar
6. Uppruni og virðing
7. Lóggáva og søvn
8. Professionel framferð
 
ICOM international
ICOM Danmark
6. Søvn hava tætt samstarv við samfeløgini, haðani samlingar teirra stava, eins og við samfeløgini, sum tey tæna Museums work in close collaboration with the communities from which their collections originate as well as those they serve
  Grundregla
Samlingar avspegla náttúru- og mentanararvin í samfeløgunum, haðani tær stava. Av tí sama hava tær serligan týdning og eru tætt knýttar at nationalum, regionalum, lokalum, etniskum, átrúnaðarligum ella politiskum samleika. Tað hevur tí týdning, at leiðreglur savnsins sýna hesum viðurskiftum fyrilit.
Principle
Museum collections reflect the cultural and natural heritage of the communities from which they have been derived. As such they have a character beyond that of ordinary property which may include strong affinities with national, regional, local, ethnic, religious or political identity. It is important therefore that museum policy is responsive to this possibility.
  UPPRUNI HJÁ SAMLINGUM ORIGIN OF COLLECTIONS
6.1 Samstarv Co-operation
  Søvn eiga at stuðla umbýti av vitan, skjalfesting og samlingum við søvn og mentanarligar felagsskapir í londum og samfeløgum, har samlingar hava sín uppruna. Kannað eigur at verða, um møguleikar eru fyri at menna samstarv við søvn í londum ella økjum, sum hava mist ein munandi part av náttúru- ella mentanararvi sínum. Museums should promote the sharing of knowledge, documentation and collections with museums and cultural organisations in the countries and communities of origin. The possibility of developing partnerships with museums in countries or areas that have lost a significant part of their heritage should be explored.
6.2 Afturbering av mentanarligari ogn Return of Cultural Property
  Søvn eiga at vera fyrireikað til sjálv at taka upp samskifti um afturbering av mentanarligari ogn til lond ella fólk, har ognin hevur sín uppruna. Hetta eigur at verða gjørt á ein ópartískan hátt og vera grundað á vísindaligar, professionellar og humaniterar grundreglur eins og á viðkomandi lokala, nationala og altjóða lóggávu, heldur enn at vera eitt mál á stjórnarligum ella politiskum stigi. Museums should be prepared to initiate dialogues for the return of cultural property to a country or people of origin. This should be undertaken in an impartial manner, based on scientific, professional and humanitarian principles as well as applicable local, national and international legislation, in preference to action at a governmental or political level.
6.3 Umbiðing av mentanarligari ogn Restitution of Cultural Property
  Biður eitt upprunaland ella upprunafólk um at fáa afturført lutir, sløg ella sýni, sum ávísast kann eru útfluttir ella avhendaðir í stríð við grundreglur í internationalum og nationalum samtyktum og sum sjónliga eru ein partur av hesum landsins ella fólksins náttúru- og mentanararvi, eigur viðkomandi savn, um tað løgfrøðiliga ber til, beinavegin at taka neyðug stig til samstarv um afturbering. When a country or people of origin seeks the restitution of an object or specimen that can be demonstrated to have been exported or otherwise transferred in violation of the principles of international and national conventions, and shown to be part of that country’s or people’s cultural or natural heritage, the museum concerned should, if legally free to do so, take prompt and responsible steps to cooperate in its return.
6.4 Mentanarlutir úr hertiknum londum Cultural Objects From an Occupied Country
  Søvn skulu ikki keypa ella taka ímóti mentanarlutum úr einum hertiknum øki og skulu til fulnar virða allar lógir og samtyktir, sum skipa innflutning, útflutning og avhending av náttúru- og mentanarvi. Museums should abstain from purchasing or acquiring cultural objects from an occupied territory and respect fully all laws and conventions that regulate the import, export and transfer of cultural or natural materials.
  VIRÐING FYRI SAMFELAGNUM, IÐ VERÐUR TÆNT RESPECT FOR COMMUNITIES SERVED 
6.5    Samtíðar samfeløg Contemporary Communities
  Um virksemi savnsins umfatar eitt nútíðar samfelag ella mentanararv tess, eigur útvegan einans at verða gjørd við støði í samtykt frá og í fatan fyri ánara ella heimildarfólki. Virðing fyri ynskjum hjá samfelagnum, sum virksemið umfatar, eigur at hava avgerandi týdning. Where museum activities involve a contemporary community or its heritage, acquisitions should only be made based on informed and mutual consent without exploitation of the owner or informants. Respect for the wishes of the community involved should be paramount.
6.6 Fígging av virksemi viðvíkjandi nútíðar samfeløgum Funding of Community Facilities
  Tá ið søkt verður um stuðul til virksemi, sum umfatar nútíðar samfeløg, má ikki slakast upp á áhugamál teirra. (Sí 1.10). When seeking funds for activities involving contemporary communities, their interests should not be compromised. (See 1.10).
6.7 Nýtsla av samlingum frá nútíðar samfeløgum Use of Collections from Contemporary Communities 
  Nýtsla av samlingum frá nútíðar samfeløgum krevur virðing fyri menniskjansligari tign og traditiónum og mentanum, har samlingarnar verða nýttar. Tílíkar samlingar eiga at verða nýttar til at fremja menniskjaliga vælferð, sosiala menning, tolsemi og virðing við at tala fyri fleirsosialum, fleiretniskum og fleirmálsligum úttrykkum. (Sí 4.3). Museum usage of collections from contemporary communities requires respect for human dignity and the traditions and cultures that use such material. Such collections should be used to promote human well-being, social development, tolerance, and respect by advocating multisocial, multicultural and multilingual expression. (See 4.3).
6.8 Stuðulsfeløg í samfelagnum  Supporting Organisations in the Community
  Søvn eiga at skapa lagaligar umstøður fyri møguligum stuðli frá samfelagnum (t.d. vinafeløgum og tílíkum stuðulsfeløgum), gáa um virði teirra og virka fyri friðsomum viðurskiftum millum samfelagið og starvsfólk savnsins. Museums should create a favourable environment for community support (e.g., Friends of Museums and other supporting organisations), recognise their contribution and promote a harmonious relationship between the community and museum personnel.