logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
T˙ ert her: ICOM | 5. Tænastuveitingar
ICOM logo
Inngangur
Orðalisti
1. Grundleggjandi um søvn
2. Samlingar
3. Innsavning og gransking
4. Miðlan og framsýning
5. Tænastuveitingar
6. Uppruni og virðing
7. Lóggáva og søvn
8. Professionel framferð
 
ICOM international
ICOM Danmark
5. Søvn hava tilfeingi, sum skapa møguleikar fyri øðrum almennum tænastum og veitingum Museums hold resources that provide opportunities for other public services and benefits
  Grundregla
Søvn nýta nógv sløg av servitan, førleikum og útgerð, sum hava væl víðari nýtslumøguleikar enn á savninum. Hetta kann hava við sær umbýti av tilfeingi ella tænastuveitingar í framhaldi av virksemi savnsins. Hesar eiga at verða skipaðar á tílíkan hátt, at tær ikki stríða ímóti endamáli savnsins.
Principle
Museums utilise a wide variety of specialisms, skills and physical resources that have a far broader application than in the museum. This may lead to shared resources or the provision of services as an extension of the museum’s activities. These should be organised in such a way that they do not compromise the museum’s stated mission.
  EYÐMERKINGARTÆNASTUR  IDENTIFICATION SERVICES
5.1 Eyðmerking av lutum í ólógligum handli Identification of Illegally or Illicitly Acquired Objects 
  Um søvn veita hjálp til eyðmerking, eiga tey ikki á nakran hátt skapa illgruna um, at tey beinleiðis ella óbeinleiðis fáa fyrimunir av hesum virksemi. Eyðmerking og váttan um autensitet hjá lutum, sum metast at vera útvegaðir við órøttum, avhendaðir, innfluttir ella ú tfluttir, eigur ikki at verða almannakunngjørd, fyrr enn viðkomandi myndugleikar hava fingið fráboðan.  Where museums provide an identification service, they should not act in any way that could be regarded as benefiting from such activity, directly or indirectly. The identification and authentication of objects that are believed or suspected to have been illegally or illicitly acquired, transferred, imported or exported, should not be made public until the appropriate authorities have been notified.
 
 5.2  Váttan um autensitet og virðismeting Authentication and Valuation (Appraisal) 
  Virðismetingar kunnu gerast í sambandi við trygging av samlingum. Váttanir um peningaliga virðið á øðrum lutum eiga einans at verða givnar eftir almenna áheitan frá øðrum søvnum ella løgfrøðiligum, stjórnarligum ella øðrum almennum myndugleikum. Um savnið sjálvt er móttakari, skal meting verða gjørd av óheftum serfrøðingi. Valuations may be made for the purposes of insurance of museum collections. Opinions on the monetary value of other objects should only be given on official request from other museums or competent legal, governmental or other responsible public authorities. However, when the museum itself may be the beneficiary, appraisal of an object or specimen must be undertaken independently.