logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
ICOM logo
Inngangur
Orðalisti
1. Grundleggjandi um søvn
2. Samlingar
3. Innsavning og gransking
4. Miðlan og framsýning
5. Tænastuveitingar
6. Uppruni og virðing
7. Lóggáva og søvn
8. Professionel framferð
 
ICOM international
ICOM Danmark
4. Søvn veita møguleikar fyri at viðurkenna, fata og stuðla náttúru- og mentanaararv Museums provide opportunities for the appreciation, understanding and promotion of the natural and cultural heritage
  Grundregla
Søvn hava eina týðandi uppgávu at menna miðlan og draga at sær breiðan skara av vitjandi úr samfelagnum, staðnum ella fólkabólkunum, ið tey tæna. Samspælið við samfelagið og miðlanin av arvi tess er ein høvuðstáttur í útbúgvingarliga leikluti savnsins.
Principle
Museums have an important duty to develop their educational role and attract wider audiences from the community, locality, or group they serve. Interaction with the constituent community and promotion of their heritage is an integral part of the educational role of the museum.
  MIÐLAN OG FRAMSÝNING DISPLAY & EXHIBITION 
4.1 Framsýningar og serligt virksemi   Displays, Exhibitions and Special Activities 
  Ein og hvør framsýning, fysisk ella elektronisk, eigur at vera í samsvari við endamál, strategi og uppgávur savnsins. Framsýningarnar eiga hvørki at slaka upp á dygd, rætt viðlíkahald ella konservering av samlingunum. Displays and temporary exhibitions, physical or electronic, should be in accordance with the stated mission, policy and purpose of the museum. They should not compromise either the quality or the proper care and conservation of the collections.
4.2 Tulking av framsýndum lutum Interpretation of Exhibits
  Søvn eiga at tryggja, at upplýsingar, sum tey sýna í framsýningum, eru væl grundaðar og rættar, og at tær sýna hóskandi fyrilit fyri umboðaðum fólkabólkum ella trúaruppfatanum.  Museums should ensure that the information they present in displays and exhibitions is well-founded, accurate and gives appropriate consideration to represented groups or beliefs.
4.3 Framsýning av viðbreknum tilfari Exhibition of Sensitive Materials
  Framsýning av menniskjaleivdum og tilfari, ið hevur átrúnaðarligan týdning, eigur at vera í samsvari við professionellar standardar og við fyriliti fyri áhugamálum og trúgv í tí samfelagnum, etnisku ella átrúnaðarligu bólkunum, haðani lutirnir koma, um hetta er kent. Viðbrekna tilfarið eigur at verða lýst siðiliga og í størstu virðing fyri tí tign, sum øll fólk hava. Human remains and materials of sacred significance must be displayed in a manner consistent with professional standards and, where known, taking into account the interests and beliefs of members of the community, ethnic or religious groups from whom the objects originated. They must be presented with great tact and respect for the feelings of human dignity held by all peoples.
4.4  Burturtøka av tilfari úr eini framsýning  Removal from Public Display
  Áheitanir frá upprunastaðnum um at taka framsýndar menniskjaleivdir ella tilfar, ið hevur átrúnaðarligan týdning, burtur úr framsýningum skulu viðgerast skjótt og við virðing. Áheitanir um afturbering av tílíkum tilfari skulu viðgerast samsvarandi. Leiðreglur savnins eiga greitt at lýsa mannagongdir í sambandi við slíkar áheitanir. Requests for removal from public display of human remains or material of sacred significance from the originating communities must be addressed expeditiously with respect and sensitivity. Requests for the return of such material should be addressed similarly. Museum policies should clearly define the process for responding to such requests.
4.5 Framsýning av tilfari við ókendum uppruna Display of Unprovenanced Material
  Søvn eiga at bera seg undan at framsýna ella á annan hátt nýta tilfar við ivasomum ella ókendum uppruna. Tey eiga at geva gætur, at tílík framsýning ella nýtsla kann fatast sum góðkenning ella eggjan til ólógligan handil við mentanarlutum. Museums should avoid displaying or otherwise using material of questionable origin or lacking provenance. They should be aware that such displays or usage can be seen to condone and contribute to the illicit trade in cultural property.
  ANNAÐ TILFEINGI OTHER RESOURCES 
4.6 Útgáva Publication
  Allar upplýsingar, sum søvn almannakunngera, eiga at vera væl grundaðar, rættar og sýna ábyrgdarfult fyrilit fyri akademiskum fakum, samfeløgum ella trúarstevnum. Útgávur hjá søvnum eiga ikki at slaka upp á standardar savnsins. Information published by museums, by whatever means, should be well-founded, accurate and give responsible consideration to the academic disciplines, societies, or beliefs presented. Museum publications should not compromise the standards of the institution.
4.7  Eftirgerðir Reproductions
  Søvn eiga at virða integritetin hjá upprunalutinum, tá eftirgerðir, endurframleiðsla ella avrit av lutum í samlingunum verða gjørdar. Øll tílík avrit eiga at vera varandi merkt. Museums should respect the integrity of the original when replicas, reproductions, or copies of items in the collection are made. All such copies should be permanently marked as facsimiles.