logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
ICOM logo
Inngangur
Orðalisti
1. Grundleggjandi um søvn
2. Samlingar
3. Innsavning og gransking
4. Miðlan og framsýning
5. Tænastuveitingar
6. Uppruni og virðing
7. Lóggáva og søvn
8. Professionel framferð
 
ICOM international
ICOM Danmark
3. Søvn varða av fyrstukeldum til tess at grunda og fremja vitan Museums hold primary evidence for establishing and furthering knowledge
  Grundregla
Søvn hava vegna øll serliga ábyrgd av eftiransing, atgongd og tulking av fyrstukeldum, sum eru savnaðar og varðveittar í samlingunum.
Principle
Museums have particular responsibilities to all for the care, accessibility and interpretation of primary evidence collected and held in their collections.
   FYRSTUKELDUR PRIMARY EVIDENCE 
3.1 Samlingar sum fyrstukeldur Collections as Primary Evidence
  Leiðreglur fyri samlingarnar eiga greitt at sýna týdningin av samlingunum sum fyrstukeldur. Leiðreglurnar eiga ikki at verða stýrdar av núligum andsrákum ella tilvildarligari musealari siðvenju. The museum collections policy should indicate clearly the significance of collections as primary evidence. The policy should not be governed only by current intellectual trends or present museum usage.
3.2  Atkoma til samlingarnar  Availability of Collections
  Søvn hava eina serliga ábyrgd fyri at gera samlingar og allar viðkomandi upplýsingar atkomuligar so frítt sum gjørligt, havandi í huga høvilig fyrilit fyri trúnaði og trygd. Museums have a particular responsibility for making collections and all relevant information available as freely as possible, having regard to restraints arising for reasons of confidentiality and security.
  INNSAVNING OG GRANSKING MUSEUM COLLECTING & RESEARCH 
3.3 Innsavning undir kanningararbeiði   Field Collecting 
  Søvn, sum gera kanningararbeiði, eiga at gera leiðreglur fyri hesum í samsvari við góðan fakligan standard, altjóða lóggávu og sáttmálaligar bindingar. Kanningararbeiði eigur einans at verða gjørt við virðing og fyriliti fyri tí lokala samfelagnum, mentanarumhvørvi tess og við trygging av náttúru- og mentanararvinum í hyggju. Museums undertaking field collecting should develop policies consistent with academic standards and applicable national and international laws and treaty obligations. Fieldwork should only be undertaken with respect and consideration for the views of local communities, their environmental resources and cultural practices as well as efforts to enhance the cultural and natural heritage.
3.4 Undantaksinnsavning av fyrstukeldum Exceptional Collecting of Primary Evidence 
  Í undantaksførum kann ein lutur av ókendum uppruna metast at hava so einastandandi týdning fyri vitan, at tað hevur almennan áhuga at varðveita hann. Avgerðin um at lata ein tílíkan lut ganga inn í eitt savn eigur at verða tikin av serfrøðingum á viðkomandi øki og uttan atlit at heimligum ella altjóða áhugamálum annars. (Sí eisini 2.11). In exceptional cases an item without provenance may have such an inherently outstanding contribution to knowledge that it would be in the public interest to preserve it. The acceptance of such an item into a museum collection should be the subject of a decision by specialists in the discipline concerned and without national or international prejudice. (See also 2.11).
3.5  Gransking Research
  Gransking, sum starvsfólk á søvnum gera, eigur at hava samband við endamál og uppgávur savnsins og fylgja lógligum, etiskum og akademiskum arbeiðsháttum. Research by museum personnel should relate to the museum’s mission and objectives and conform to established legal, ethical and academic practices.
3.6 Oyðileggjandi greining Destructive Analysis 
  Tá ið oyðileggjandi greiningartøkni verður nýtt, eigur sera neyv skráseting av tí greinaða tilfarinum at verða gjørd. Úrslitið av greiningini og granskingararbeiðið í tí sambandi – útgávur íroknaðar – skal vera í skjalfesting savnsins. When destructive analytical techniques are undertaken, a complete record of the material analysed, the outcome of the analysis and the resulting research, including publications, should become a part of the permanent record of the object.
3.7 Samlingar við humanum uppruna og tilfar av átrúnaðarligum slag Human Remains and Material of Sacred Significance
  Gransking í menniskjaleivdum og tilfari, ið hevur átrúnaðarligan týdning, eigur at verða gjørt í samsvari við professionellar standardar og við virðing fyri áhugamálum og trúgv hjá tí samfelagnum, etnisku ella átrúnaðarligu bólkunum, haðani lutirnir koma, um hetta er kent (Sí eisini 2.5; 4.3). Research on human remains and materials of sacred significance must be accomplished in a manner consistent with professional standards and take into account the interests and beliefs of the community, ethnic or religious groups from whom the objects originated, where these are known. (See also 2.5; 4.3).
3.8  Rætturin til granskingartilfar Retention of Rights to Research Materials
  Tá starvsfólk á søvnum fyrireika tilfar til miðlan ella skjalfesting av feltarbeiði, eigur at vera til taks greið avtala við savnið, sum útvegar fígging, um øll rættindi í sambandi við tílíkt arbeiði. When museum personnel prepare material for presentation or to document field investigation, there must be clear agreement with the sponsoring museum regarding all rights to such work.
3.9 Vitanarbýti Shared Expertise
  Starvsfólk á søvnum hava skyldu til at samstarva um vitan og royndir við starvsfelagar, granskarar og lesandi á viðkomandi fakøkjum. Tey eiga at virða og viðurkenna tey, sum gingu undan, og eiga at handa víðari framburð í tøkni og royndum, sum kann verða til gagns hjá øðrum. Members of the museum profession have an obligation to share their knowledge and experience with colleagues, scholars and students in relevant fields. They should respect and acknowledge those from whom they have learned and should pass on such advancements in techniques and experience that may be of benefit to others.
3.10 Samstarv millum søvn og aðrar stovnar Co-operation Between Museums & Other Institutions
  Savnsstarvsfólk eiga at viðurkenna og stuðla tørvinum á samstarvi og ráðførslu millum stovnar við skyldum áhugamálum og innsavningarvirksemi. Hetta er serliga galdandi fyri hægri lærustovnar og ávísar almennar fyritøkur og stovnar, har týðandi samlingar kunnu koma burtur úr gransking, uttan at trygd er fyri, hvussu hetta skal varðveitast til eftirtíðina. Museum personnel should acknowledge and endorse the need for co-operation and consultation between institutions with similar interests and collecting practices. This is particularly so with institutes of higher education and certain public utilities where research may generate important collections for which there is no long-term security.