logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
T˙ ert her: ICOM | 2. Samlingar

ICOM logo
Inngangur
Orðalisti
1. Grundleggjandi um søvn
2. Samlingar
3. Innsavning og gransking
4. Miðlan og framsýning
5. Tænastuveitingar
6. Uppruni og virðing
7. Lóggáva og søvn
8. Professionel framferð
 
ICOM international
ICOM Danmark
2. Søvn hava í varðveitslu samlingar til frama fyri samfelagið og samfelagsmenningina Museums that maintain collections hold them in trust for the benefit of society and its development
  Grundregla
Søvn hava skyldu til at savna, varðveita og miðla samlingarnar sum eitt íkast til at verja náttúru-, mentanar- og vísindaligan arv. Samlingarnar eru ein týðandi almennur arvur, sum hevur serligt pláss í lóggávuni og verður vardur av altjóða sáttmálum. Hesin arvur krevur góða umsiting, lóglig eigaraviðurskifti, framhald í varðveitingini, skjalfesting, atgongd og ábyrgdarfulla úrskiljing.
Principle
Museums have the duty to acquire, preserve and promote their collections as a contribution to safeguarding the natural, cultural and scientific heritage. Their collections are a significant public inheritance, have a special position in law and are protected by international legislation. Inherent in this public trust is the notion of stewardship that includes rightful ownership, permanence, documentation, accessibility and responsible disposal.
  INNSAVNING ACQUIRING COLLECTIONS 
2.1  Innsavningarpolitikkur Collections Policy
  Leiðslan eigur at orða og almannakunngera leiðreglur fyri innsavning, varðveiting og handfaring av samlingunum. Leiðreglurnar eiga eisini at fevna um tað tilfar, sum ikki verður skrásett, konserverað ella sýnt fram (Sí 2.7; 2.8).  The governing body for each museum should adopt and publish a written collections policy that addresses the acquisition, care and use of collections. The policy should clarify the position of any material that will not be catalogued, conserved, or exhibited (See 2.7; 2.8 ).
2.2  Lóglig ognarheimild  Valid Title 
  Eingin lutur og einki lívfrøðiligt slag eigur at verða innsavnað sum keyp, gáva, lán, arvur ella sum umbýti, uttan so at savnið er sannført um, at ognarrætturin hevur rættargildi. Skjalprógv um lógligan ognarskap í einum landi merkir ikki altíð tað sama sum rættargildur ognarrættur. No object or specimen should be acquired by purchase, gift, loan, bequest, or exchange unless the acquiring museum is satisfied that a valid title is held. Evidence of lawful ownership in a country is not necessarily valid title.
2.3  Uppruni og høviligt nærlagni  Provenance and Due Diligence
  Áðrenn tikið verður ímóti einum luti ella slagi eigur alt at verða gjørt fyri at tryggja, at luturin ella slagið, sum verður boðið savninum sum keyp, gáva, lán, arvur ella umbýti, ikki er ólógliga útvegað. Tað merkir ólógliga innflutt ella útflutt úr upprunalandinum ella einum gjøgnumfarslandi, har tað kann hava verið í lógligari ogn (íroknað í landinum hjá savninum sjálvum). Høviligt nærlagni í sambandi við hetta eigur at fáa til vega alla søguna hjá lutinum, eftir at hann varð funnin ella framleiddur. Every effort must be made before acquisition to ensure that any object or specimen offered for purchase, gift, loan, bequest, or exchange has not been illegally obtained in or exported from, its country of origin or any intermediate country in which it might have been owned legally (including the museum's own country). Due diligence in this regard should establish the full history of the item from discovery or production.
 2.4  Lutir og sýni úr ikki-góðkendum ella óvísindaligum kanningararbeiði Objects and Specimens from Unauthorised or Unscientific Fieldwork
  Søvn eiga ikki at savna inn lutir, um tað er nøkur orsøk til at halda, at teir stava frá ikki-góðkendum ella óvísindaligum virksemi, tilvitaðari oyðilegging ella skaða á minnismerki, fornfrøðilig ella jarðfrøðilig støð, lívfrøðilig sløg ella nátúrlig livistøð. Útvegan má heldur ikki fara fram, um tað vísir seg, at ánarin ella brúkarin av økinum ella avvarðandi myndugleikar ikki hava fingið fráboðan um tað, ið er funnið. Museums should not acquire objects where there is reasonable cause to believe their recovery involved the unauthorised, unscientific, or intentional destruction or damage of monuments, archaeological or geological sites, or species and natural habitats. In the same way, acquisition should not occur if there has been a failure to disclose the finds to the owner or occupier of the land, or to the proper legal or governmental authorities.
2.5 Mentanarliga viðbrekið tilfar   Culturally Sensitive Material
  Samlingar við menniskjaleivdum og tilfari, ið hevur átrúnaðarligan týdning, eiga einans at verða innlimaðar í savn, um tær kunnu goymast trygt og við virðing. Hetta má gerast í samsvari við professionellan standard og áhugamál og trúgv í tí samfelagnum, etnisku ella átrúnaðarligu bólkunum, haðani lutirnir koma, um hetta er kent (Sí eisini 3.7; 4.3). Collections of human remains and material of sacred significance should be acquired only if they can be housed securely and cared for respectfully. This must be accomplished in a manner consistent with professional standards and the interests and beliefs of members of the community, ethnic or religious groups from which the objects originated, where these are known (See also 3.7; 4.3).
2.6 Vernd av lívfrøðiligum ella jarðfrøðiligum sýnum Protected Biological or Geological Specimens
  Søvn mugu ikki savna inn lívfrøðilig ella jarðfrøðilig sýni, sum eru savnað, seld ella á annan hátt fingin til vega í stríð við lokala, nationala ella internationala lóggávu ella sáttmálar um djóralív ella reglur um náttúrusøguliga varðveiting. Museums should not acquire biological or geological specimens that have been collected, sold, or otherwise transferred in contravention of local, national, regional or international law or treaty relating to wildlife protection or natural history conservation.
2.7  Livandi samlingar  Living Collections
  Tá ið samlingarnar fevna um livandi plantufrøðilig ella djórafrøðilig sløg, eiga serlig fyrilit at verða sýnd tí natúrliga og sosiala umhvørvinum, haðani tey stava, og fyrilit eiga at verða sýnd lokalari, nationalari, regionalari ella internationalari lóggávu ella sáttmálum um vernd av djóralívi ella náttúrusøguligari varðveiting. When the collections include live botanical and zoological specimens, special considerations should be made for the natural and social environment from which they are derived as well as any local, national, regional or international law, or treaty relating to wildlife protection or natural history conservation.
2.8 Nýtslusamlingar Working Collections
  Innsavningarpolitikkurin hjá savninum kann fevna um reglur fyri nýtslusamlingar, har serligur dentur verður lagdur á at varðveita mentanarligar, vísindaligar ella tøkniligar tilgongdir heldur enn at varðveita lutin sjálvan, ella har lutirnir eru innsavnaðir fyri at verða nýttir í verki ella í undirvísingarhøpi (Sí eisini 2.1). The collections policy may include special considerations for certain types of working collection where the emphasis is on preserving cultural, scientific or technical process rather than the object, or where objects or specimens are assembled for regular handling and teaching purposes (See also 2.1).
2.9 Útvegan uttanum innsavningarpolitikkin   Acquisition Outside Collections Policy 
  Útvegan av lutum ella sløgum, sum ikki eru fevnd av innsavningarpolitikki savnsins, eigur einans í undantaksføri at fara fram. Leiðslan eigur at gera sær neyvar metingar av tí fakliga støðinum og tryggja sær, at øll áhugamál eru hoyrd. Umhugsanirnar skulu umfata týdningin hjá lutinum ella slagnum fyri náttúru- og mentanararvin, og eisini tann serliga áhugan, sum onnur søvn, ið savna tílíkt tilfar, kunnu hava. Heldur ikki undir hesum umstøðum mugu lutir ella sløg verða savnað uttan rættargildan ognarrætt (Sí eisini 3.4). The acquisition of objects or specimens outside the museum's stated policy should only be made in exceptional circumstances. The governing body should consider the professional opinions available to them, and the views of all interested parties. Consideration will include the significance of the object or specimen including its context in the cultural or natural heritage, and the special interests of other museums collecting such material. However, even in these circumstances, objects without a valid title should not be acquired (See also 3.4).
 2.10  Útvegan umvegis stýrislimir ella starvsfólk Acquisition by Members of the Governing Body and Museum Personnel
  Serligt nærlagni krevst, um savnið frá stýrislimum, starvsfólkum, avvarðandi teirra ella góðum vinum fær boðið ein lut ella slag sum keyp ella gávu. Special care is required in considering any item, either for sale, as a donation or as a tax-benefit gift, from members of governing bodies, museum personnel, or the families and close associates of these persons.
 2.11  Savnið sum síðsta varðveitingarstig Repositories of Last Resort 
  Einki í hesum etisku reglum skal forða einum savni í at virka sum eitt løggilt varðveitingarstað fyri lutir ella sløg, ið hava ógreiðan uppruna ella eru ólógliga innsavnað í tí økinum, sum savnið hevur løgliga ábyrgd av. Nothing in this Code of Ethics should prevent a museum from acting as an authorised repository for unprovenanced, illicitly collected or recovered specimens and objects from the territory over which it has lawful responsibility 
  ÚRSKILJING ÚR SAMLINGUM REMOVING COLLECTIONS 
2.12  Heimild til úrskiljing Legal or Other Powers of Disposal
  Um savnið hevur heimild til at úrskilja úr samlingunum, ella um savnið undir innsavningini hevur tryggjað sær rætt til at sleppa sær av við lutir aftur, skulu tær løgfrøðiligu treytirnar og mannagongdirnar fyri hesum fylgjast neyvt. Um tað í sambandi við útvegan eru gjørdar avtalur, sum hava við sær avmarkingar í virkisfrælsi savnsins, eiga hesar avtalur at verða virdar, uttan so at tær eru ógjørligar at fylgja ella skaða stovnin. Um so er, eigur savnið at royna at fáa avmarkingarnar gjørdar lagaligari.  Where the museum has legal powers permitting disposals, or has acquired objects subject to conditions of disposal, the legal or other requirements and procedures must be complied with fully. Where the original acquisition was subject to mandatory or other restrictions these conditions must be observed, unless it can be shown clearly that adherence to such restrictions is impossible or substantially detrimental to the institution and, if appropriate, relief may be sought through legal procedures.
 
2.13  Úrskiljing úr samlingum Deaccessioning from Museum Collections
  Úrskiljing av einum luti ella slagi úr eini samling kann einans gerast við fullari fatan fyri týdninginum hjá lutinum ella slagnum, eyðkennum (um tað er óbøtiligt ella ikki), rættarligari støðu og tí missi av almennum áliti, sum kann verða avleiðingin av eini úrskiljing. The removal of an object or specimen from a museum collection must only be undertaken with a full understanding of the significance of the item, its character (whether renewable or non-renewable), legal standing, and any loss of public trust that might result from such action.
2.14 Ábyrgd av úrskiljing Responsibility for Deaccessioning
  Avgerð um úrskiljing eigur at vera ábyrgdin hjá stýrinum í samstarvi við savnsstjóran og savnvørðin fyri viðkomandi samling. Serligar reglur kunnu galda fyri nýtslusamlingar (Sí 2.7; 2.8). The decision to deaccession should be the responsibility of the governing body acting in conjunction with the director of the museum and the curator of the collection concerned. Special arrangements may apply to working collections (See 2.7; 2.8).
2.15 Ræði á úrskildum lutum Disposal of Objects Removed from the Collections
  Hvørt savn eigur at hava leiðreglur, sum allýsa hættir til varandi burturtøku av lutum úr samlingunum sum gávu, flutning, umbýti, sølu, afturbering til upprunaland ella fyribeining. Leiðreglurnar skulu samstundis tryggja, at tann óavmarkaða ognarheimildin verður latin móttakaranum. Fullfíggjað skjalfesting eigur at verða gjørd um allar avgerðir í sambandi við úrskiljing, lutirnar, sum málið snýr seg um, og avhendingina av teimum. Tað er sjálvsagt, at ein úrskildur lutur altíð fyrst verður boðin einum øðrum savni. Each museum should have a policy defining authorised methods for permanently removing an object from the collections through donation, transfer, exchange, sale, repatriation, or destruction, and that allows the transfer of unrestricted title to the receiving agency. Complete records must be kept of all deaccessioning decisions, the objects involved, and the disposition of the object. There will be a strong presumption that a deaccessioned item should first be offered to another museum.
2.16  Inntøkur í sambandi við úrskiljing úr samlingunum Income from Disposal of Collections
  Samlingar eru í almennari varðveitslu og mugu tí ikki viðgerast sum umsetilig virði. Um savnið fær pening ella annað endurgjald í sambandi við úrskiljing av lutum ella sløgum úr samlingum, eigur hetta einans at verða nýtt til gagns fyri samlingina og vanliga til útvegan til somu samling. Museum collections are held in public trust and may not be treated as a realisable asset. Money or compensation received from the deaccessioning and disposal of objects and specimens from a museum collection should be used solely for the benefit of the collection and usually for acquisitions to that same collection.
2.17 Keyp av úrskildum samlingum Purchase of Deaccessioned Collections
  Starvsfólk, stýri, avvarðandi ella vinir teirra hava ikki loyvi at útvega sær lutir ella sløg, sum eru úrskild úr samlingum, sum tey hava ábyrgd av. Museum personnel, the governing body, or their families or close associates, should not be permitted to purchase objects that have been deaccessioned from a collection for which they are responsible.
  RØKT AV SAMLINGUM CARE OF COLLECTIONS
2.18  Kontinuitetur í samlingunum Collection Continuity
  Savnið skal gera og virka eftir leiðreglum, sum tryggja, at samlingar tess (bæði varandi og fyribils) og tann tilhoyrandi skjalfestingin er hóskandi skrásett og atkomulig, og at tey verða latin komandi ættarliðum í so góðum og tryggum standi sum gjørligt við fyriliti fyri verandi vitan og tilfeingi. The museum should establish and apply policies to ensure that its collections (both permanent and temporary) and associated information, properly recorded, are available for current use and will be passed on to future generations in as good and safe a condition as practicable, having regard to current knowledge and resources.
2.19  Tillutan av ábyrgd fyri samlingum Delegation of Collection Responsibility
  Tann fakliga ábyrgdin fyri umsiting av samlingum eigur at verða latin fólki, sum hava skikkaða vitan og førleikar ella sum eru undir hóskandi vegleiðing. (Sí eisini 8.11). Professional responsibilities involving the care of the collections should be assigned to persons with appropriate knowledge and skill or who are adequately supervised. (See also 8.11).
2.20  Skráseting av samlingunum Documentation of Collections
  Samlingar eiga at verða skjalfestar í samsvari við samtyktar fakligar standardar. Tílík skjalfesting eigur at umfata fullfíggjaða eyðmerking og lýsing av hvørjum luti, samanhangi hansara, uppruna, støðu, konserveringsfakligari viðgerð og núverandi goymslustøðu. Hesar upplýsingar eiga at verða hildnar í tryggum umhvørvi og vera stuðlaðar av leitiskipan, sum gevur atgongd til upplýsingar – bæði fyri starvsfólk savnsins og aðrar heimilaðar brúkarar. Museum collections should be documented according to accepted professional standards. Such documentation should include a full identification and description of each item, its associations, provenance, condition, treatment and present location. Such data should be kept in a secure environment and be supported by retrieval systems providing access to the information by the museum personnel and other legitimate users.
2.21  Vernd móti vanlukkum Protection Against Disasters
  Savnið eigur at gera leiðreglur um handfaring av samlingunum undir vápnaðum stríði og øðrum menniskjaskaptum vanlukkum ella náttúruvanlukkum. Careful attention should be given to the development of policies to protect the collections during armed conflict and other human-made or natural disasters.
2.22  Vernd av viðkvomum upplýsingum Security of Collection and Associated Data
  Savnið skal tryggja, at trúnaðarupplýsingar ikki verða latnar víðari, tá upplýsingar úr samlingunum verða gjørdar alment atkomuligar. The museum should exercise control to avoid disclosing sensitive personal or related information and other confidential matters when collection data is made available to the public.
2.23  Fyribyrgjandi konservering  Preventive Conservation 
 

 

Fyribyrgjandi konservering er ein týðandi partur av savnsvirksemi og savnsrøkt. Tað er ein grundleggjandi ábyrgd hjá øllum, sum starvast á einum savni, at skapa og tryggja hóskandi umstøður fyri tær samlingar, sum tey hava ábyrgd av – bæði í goymslum, framsýningum og undir flutningi.
Preventive conservation is an important element of museum policy and collections care. It is an essential responsibility of members of the museum profession to create and maintain a protective environment for the collections in their care, whether in store, on display, or in transit.
2.24 Konservering og restaurering av samlingum Collection Conservation and Restoration
  Savnið eigur at hava neyvt eftirlit við støðuni hjá samlingunum fyri at kunna gera av, nær einum luti, slag ella eitt sýni tørvar konservering ella restaurering hjá einum skikkaðum konservatori. Tað týdningarmesta eigur at vera at tryggja og styrkja lutin ella sýnið. Alt konserveringsarbeiði eigur at vera skjalfest og vera so reversibult sum gjørligt, og allar broytingar eiga at vera lættar at kenna aftur frá tí upprunaliga lutinum, slagnum ella sýninum. The museum should carefully monitor the condition of collections to determine when an object or specimen may require conservation-restoration work and the services of a qualified conservator-restorer. The principal goal should be the stabilisation of the object or specimen. All conservation procedures should be documented and as reversible as possible, and all alterations should be clearly distinguishable from the original object or specimen.
2.25 Vælferð hjá livandi dýrum Welfare of Live Animals
  Eitt savn, sum hevur livandi dýr, eigur at átaka sær fulla ábyrgd av heilsu og vælferð hjá dýrunum. Savnið eigur at gera og nýta trygdarreglur, sum verja starvsfólk og vitjandi eins og dýrini sjálv. Hesar reglur skulu góðkennast av djóralæknafrøðiliga eftirlitinum. Arvfrøðilig tillaging eigur at vera greitt eyðmerkt. A museum that maintains living animals should assume full responsibility for their health and well-being. It should prepare and implement a safety code for the protection of its personnel and visitors, as well as of the animals, that has been approved by an expert in the veterinary field. Genetic modification should be clearly identifiable.
2.26 Persónlig nýtsla av museumssamlingum Personal Use of Museum Collections
  Starvsfólk, stýri, avvarðandi teirra, vinir og onnur eiga ikki at fáa loyvi til at nýta lutir úr samlingum til persónliga nýtslu yvirhøvur, heldur ikki fyribils. Museum personnel, the governing body, their families, close associates, or others should not be permitted to expropriate items from the museum collections, even temporarily, for any personal use.