logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
ICOM logo
Inngangur
Orðalisti
1. Grundleggjandi um søvn
2. Samlingar
3. Innsavning og gransking
4. Miðlan og framsýning
5. Tænastuveitingar
6. Uppruni og virðing
7. Lóggáva og søvn
8. Professionel framferð
 
ICOM international
ICOM Danmark
1. Søvn varðveita, tulka og greina náttúru- og mentanarv hjá mannaættini Museums preserve, interpret and promote the natural and cultural inheritance of humanity
  Grundregla
Museal søvn hava ábyrgd av tí materiella og immateriella náttúru- og mentanararvinum.

Stýri, leiðslur og eftirlitsmyndugleikar hjá søvnunum hava ta týdningarmestu ábyrgdina av at varðveita og fremja henda arv og at umsita tað menniskjansliga, fysiska og fíggjarliga tilfeingi, sum er tøkt til hesi endamál.
Principle
Museums are responsible for the tangible and intangible natural and cultural heritage.

Governing bodies and those concerned with the strategic direction and oversight of museums have a primary responsibility to protect and promote this heritage as well as the human, physical and financial resources made available for that purpose.
  STOVNSFESTING INSTITUTIONAL STANDING
1.1 Viðtøkur Enabling documentation
  Leiðslan á savninum eigur at tryggja, at savnið hevur niðurskrivaðar og atkomuligar viðtøkur, sum skjalfesta løgfrøðiligu støðuna hjá savninum, endamáli tess, og at tað er ein varandi og almannagagnligur stovnur. The governing body should ensure that the museum has a written and published constitution, statute or other public document, in accordance with national laws which clearly states the museum's legal status, mission, permanence, and nonprofit nature.
1.2  Endamál og uppgávur Statement of the Mission, Objectives, and Policies 
  Uppgáva, endamál og strategi savnsins og leikluturin hjá stýrinum og samansetingin av tí skulu standa í viðtøkunum.  The governing body should prepare, publicise and be guided by a statement of the mission, objectives, and policies of the museum and of the role and composition of the governing body.
  HØLISVIÐURSKIFTI PHYSICAL RESOURCES
1.3 Høli Premises
  Leiðslan skal at tryggja, at savnið hevur hóskandi høli, har inniumhvørvið ger tað møguligt at røkja uppgávur og endamáli savnsins. The governing body should ensure adequate premises with a suitable environment for the museum to fulfil the basic functions defined in its mission.
1.4 Atgongd Access
  Leiðslan eigur at tryggja, at savnið og samlingar tess regluliga og til hóskandi tíðir eru atkomulig fyri øll. Serlig fyrilit skulu sýnast fólki við serligum tørvi. The governing body should ensure that the museum and its collections are available to all during reasonable hours and for regular periods. Particular regard should be given to those persons with special needs.
1.5  Arbeiðsumhvørvi og trygd  Health and Safety 
  Leiðslan eigur at tryggja, at galdandi krøv viðvíkjandi arbeiðsumhvørvi, trygd og atgongd verða hildin, bæði fyri vitjandi og starvsfólk.  The governing body should ensure that institutional standards of health, safety, and accessibility apply to its personnel and visitors.
1.6   Vanlukkutilbúgving Protection Against Disasters 
  Leiðslan eigur at gera og viðlíkahalda leiðreglur, sum tryggja vitjandi og starvsfólk, samlingar og annað tilfeingi móti vanlukkum av mannaávum og náttúruvanlukkum. The governing body should develop and maintain policies to protect the public and personnel, the collections and other resources, against natural and human-made disasters.
1.7  Trygdarkrøv Security Requirements
  Leiðslan eigur at tryggja, at samlingarnar eru nøktandi tryggjaðar móti stuldri, eldi og øðrum skaða í framsýningum, arbeiðs- og goymsluøkjum og undir flutningi. The governing body should ensure appropriate security to protect collections against theft or damage in displays, exhibitions, working or storage areas, and while in transit.
1.8 Trygging og endurgjald  Insurance and Indemnity
  Um trygging er teknað fyri samlingar, skal leiðslan tryggja, at fulnaðurin er nøktandi og eisini fevnir um tilfar undir flutningi, út- og innlæntar lutir og annað tilfar, sum savnið hevur ábyrgd av. Er savnið sjálvtryggjað ella umfatað av indemnity-avtalu, skal ansast eftir, at tilfar, sum savnið ikki eigur, er nøktandi tryggjað. Where commercial insurance is used for collections, the governing body should ensure that such cover is adequate and includes objects in transit or on loan and other items that are the responsibility of the museum. When an indemnity scheme is in use, it is necessary that material not in the ownership of the museum is adequately covered.
  FÍGGJARLIGT TILFEINGI FINANCIAL RESOURCES
1.9 Fígging Funding
  Leiðslan eigur at tryggja, at nøktandi fígging er til at halda og menna virksemi savnsins.
Fíggjarviðurskiftini skulu umsitast væl og virðiliga roknskaparfakliga.

 
The governing body should ensure that there are sufficient funds to carry out and develop the activities of the museum. All funds must be accounted for in a professional manner.
1.10 Inntøkufíggjað virksemi Income-generating Policy  
  Leiðslan eigur at hava niðurskrivaðar leiðreglur fyri, hvussu savnið kann útvega sær inntøkur gjøgnum virksemi sítt, ella hvør stuðul uttanífrá kann góðtakast. Sama hvaðan fígging kemur, eiga søvn at varðveita tamarhald á innihaldi og integriteti í virksemi sínum. Inntøkufíggjað virksemi má ikki seta avmarkingar fyri standardin hjá savninum ella teimum vitjandi (sí 6.6). The governing body should have a written policy regarding sources of income that it may generate through its activities or accept from outside sources. Regardless of funding source, museums should maintain control of the content and integrity of their programmes, exhibitions and activities. Income-generating activities should not compromise the standards of the institution or its public (See 6.6).
   STARVSFÓLK PERSONNEL 
1.11  Setanarpolitikkur Employment Policy 
  Leiðslan eigur at tryggja, at allar avgerðir viðvíkjandi starvsfólkum verða tiknar í samsvari við viðtøkur savnsins og fylgja galdandi reglum á økinum. The governing body should ensure that all action concerning personnel is taken in accordance with the policies of the museum as well as the proper and legal procedures.
1.12  Tilnevning av savnsleiðarum Appointment of the Director or Head
  Savnsleiðarin hevur eina lyklastøðu, og tá ið ein leiðari skal setast, eigur stýrið at geva teimum kunnleikum og førleikum gætur, sum eru neyðugir til tess at kunna røkja savnsleiðarastarvið til fulnar. Førleikakrøvini eiga at fevna um hóskandi intellektuell evni, fakliga vitan og álítandi etiska framferð. The director or head of the museum is a key post and when making an appointment, governing bodies should have regard for the knowledge and skills required to fill the post effectively. These qualities should include adequate intellectual ability and professional knowledge, complemented by a high standard of ethical conduct.
1.13 Viðurskiftini við stýrið Access to Governing Bodies
  Ein savnsleiðari eigur at hava beinleiðis ábyrgd mótvegis stýrinum og hava beinleiðis atgongd til stýrið. The director or head of a museum should be directly responsible, and have direct access, to the relevant governing bodies.
1.14 Førleikar hjá starvsfólkum Competence of Museum Personnel
  Starvsfólk skulu setast við støði í tí sakkunnleika, sum krevst fyri at kunna loysa uppgávurnar á ábyrgdarøkinum. (Sí eisini 2.18; 2.24; 8.12). The employment of qualified personnel with the expertise required to meet all responsibilities is necessary. (See also 2.18; 2.24; 8.12).
1.15  Eftirútbúgving Training of Personnel
  Eftirútbúgving og førleikamenning eiga at verða boðin øllum starvsfólkum, soleiðis at savnið altíð hevur ta best møguligu arbeiðsorkuna. Adequate opportunities for the continuing education and professional development of all museum personnel should be arranged to maintain an effective workforce.
1.16 Etisk stríðsmál Ethical Conflict
  Leiðslan eigur ikki at krevja av starvsfólkunum, at tey bera seg at á ein hátt, sum kemur teimum í stríð við etisku reglurnar hjá ICOM, galdandi lóg ella aðrar faketiskar reglur. The governing body should never require museum personnel to act in a way that could be considered to conflict with the provisions of this Code of Ethics, or any national law or specialist code of ethics.
1.17  Starvsfólk og sjálvboðin Museum Personnel and Volunteers 
  Leiðslan eigur at hava niðurskrivaðar leiðreglur fyri luttøku hjá sjálvbodnum í arbeiðinum. Leiðreglurnar skulu tryggja jalig viðurskifti millum tey sjálvbodnu og savnsstarvsfólk. The governing body should have a written policy on volunteer work which promotes a positive relationship between volunteers and members of the museum profession.
1.18 Sjálvboðin og etikkur Volunteers and Ethics
  Leiðslan eigur at tryggja, at sjálvboðin hava hollan kunnleika til etisku reglurnar hjá ICOM og aðrar viðkomandi reglur og lógir. The governing body should ensure that volunteers, when conducting museum and personal activities, are fully conversant with the ICOM Code of Ethics for Museums and other applicable codes and laws.