logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
T˙ ert her: ICOM | Or­alisti
ICOM logo
Inngangur
Orðalisti
1. Grundleggjandi um søvn
2. Samlingar
3. Innsavning og gransking
4. Miðlan og framsýning
5. Tænastuveitingar
6. Uppruni og virðing
7. Lóggáva og søvn
8. Professionel framferð
 
ICOM international
ICOM Danmark
Orðalisti Glossary
Meting
Staðfestingin av autensiteti og virði hjá einum luti, slagi ella sýni. Í summum londum er enska hugtakið “apraisal” nýtt fyri sjálvstøðuga meting av eini ætlaðari gávu í sambandi við skatting.
Appraisal
The authentication and valuation of an object or specimen. In certain countries the term is used for an independent assessment of a proposed gift for tax benefit purposes.
Áhugamálsstríð
Persónlig ella privat áhugamál, sum koma í stríð við grundreglur í eini arbeiðsstøðu, soleiðis at lutloysi í avgerðum verður avmarkað ella sær út til at verða avmarkað.

 
Conflict of interest
The existence of a personal or private interest that gives rise to a clash of principle in a work situation, thus restricting, or having the appearance of restricting, the objectivity of decision making.
Konservator
Starvsfólk á savni ella sjálvstøðug vinnurekandi, sum hava førleika til at gera tøkniligar kanningar, varðveiting, konservering og restaurering av mentanararvslutum. (Fleiri upplýsingar, sí ICOM News, vol. 39, n°1 (1986), pp. 5 6.)
Conservator-Restorer
Museum or independent personnel competent to undertake the technical examination, preservation, conservation and restoration of cultural property. (For further information, see ICOM News, vol. 39, n°1 (1986), pp. 5 6.)

 
Mentanararvur
Ein og hvør lutur ella hugtak, sum verða mett at hava fagurfrøðiligan, søgufrøðiligan, vísindaligan ella andligan týdning.

 
Cultural Heritage
Any thing or concept considered of aesthetic, historical, scientific or spiritual significance.

 
Handil
Keyp og søla av lutum við persónligum ella stovnsligum vinningi í huga.

 
Dealing
Buying and selling items for personal or institutional gain.
Høviligt nærlagni
Kravið um, at alt, ið gerast kann, er gjørt fyri at útvega sær sannar upplýsingar í einum máli, áðrenn avgerð verður tikin um eitt tiltak, serliga tá tað snýr seg um at avdúka upprunan og søguna hjá einum luti, sum verður boðin savninum til ognar ella nýtslu, áðrenn tikið verður ímóti lutinum.

 
Due diligence
The requirement that every endeavour is made to establish the facts of a case before deciding a course of action, particularly in identifying the source and history of an item offered for acquisition or use before acquiring it.

 
Stýri
Persónarnir ella skipanirnar, sum eru allýstar í heimildarlógini hjá savninum, og sum hava ábyrgdina av savnsins varandi framhaldi, strategisku menning og fígging.

 
Governing Body
The persons or organisations defined in the enabling legislation of the museum as responsible for its continuance, strategic development and funding.

 
Inntøkufíggjað virksemi
Virksemi, sum er ætlað at geva stovninum fíggjarliga inntøku ella vinning.

 
Income-generating activities
Activities intended to bring financial gain or profit for the benefit of the institution.
Ognarheimild
Lógligur rættur at eiga eina ogn í viðkomandi landi. Í summum londum kann hetta vera ein tillutaður rættur, sum kortini ikki er fullgóður til at lúka krøvini um høviligt lærlagni.


 
Legal title
Legal right to ownership of property in the country concerned. In certain countries this may be a conferred right and insufficient to meet the requirements of a due diligence search.

 
Lágmarksstandardur
Ein standardur, sum tað er rímiligt at vænta, at øll søvn og starvsfólk á søvnum stremba eftir. Summi lond hava egnar yvirlýsingar um lágmarksstandard.

 
Minimum Standard
A standard to which it is reasonable to expect all museums and museum personnel to aspire. Certain countries have their own statements of minimum standards.

 
Savn 1)
Eitt savn við musealum virksemi er ein varandi stovnur, sum á non-profit støði virkar fyri samfelagið og menning tess, sum er opin fyri almenninginum og savnar, skrásetur, varðveitir, granskar og miðlar materiellan og immateriellan vitnisburð um fólk og umhvørvi teirra. Hetta verður gjørt til frama fyri kanningarvirksemi, útbúgving og til fragd.
Museum 1)
A museum is a non-profit making permanent institution in the service of society and of its development, open to the public, which acquires, conserves, researches, communicates and exhibits, for purposes of study, education and enjoyment, the tangible and intangible evidence of people and their environment.

 
Starvsfólk á søvnum 1)
Starvsfólk á søvnum (sama um tey eru lønt ella ikki) eru manningin á søvnum ella stovnum, soleiðis sum hon er skilmarkað í grein 2, punkt 1 og 2, í viðtøkunum hjá ICOM. Tey hava fingið serútbúgving ella hava samsvarandi verkligar royndir á einum øki, sum er viðkomandi fyri stýring og virksemi á einum savni. Tey eru eisini sjálvstøðugir persónar, sum virða etisku reglurnar hjá ICOM og starvast fyri søvn ella stovnar eins og skilmarkað er í viðtøkunum, sum nevndar eru omanfyri, men ikki persónar, sum marknaðarføra ella handla við vørum og útgerð, sum eru neyðug fyri søvn og savnsvirksemi.
Museum professional 1)
Museum professionals consist the personnel (whether paid or unpaid) of museums or institutions as defined in Article 2, paras. 1 and 2, of the Statutes, who have received specialised training, or possess an equivalent practical experience in any field relevant to the management and operations of a museum, and independent persons respecting the ICOM Code of Ethics for Museums and working for museums or institutions as defined in the Statute quoted above, but not persons promoting or dealing with commercial products and equipment required for museums and museum services.

 
Náttúruarvur
Ein og hvør natúrligur lutur, fyribrigdi ella hugtak, sum verða mett at hava vísindaligan týdning ella at vera eitt andligt fyribrigdi.

 
Natural Heritage
Any natural thing, phenomenon or concept, considered to be of scientific significance or to be a spiritual manifestation.

 
Non-profit skipan
Eitt løggilt felag ella annar juridiskur persónur, hvørs inntøkur (íroknað yvirskot og vinningur) einans verða nýttar til frama fyri felagið og virksemi tess. Heitið “not-for-profit” hevur sama týdning.

 
Non-profit organisation
A legally established body- corporate or unincorporated whose income (including any surplus or profit) is used solely for the benefit of that body and its operation. The term "not-for-profit" has the same meaning.

 
Uppruni
Fullfíggjaða søgan og ognarskapurin hjá einum luti, eftir at hann varð funnin ella framleiddur til dagin í dag, sum avgera autensitet og ognarskap.

 
Provenance
The full history and ownership of an item from the time of its discovery or creation to the present day, from which authenticity and ownership is determined.

 
Rættargildur ognarrættur
Óvikandi rættur til at eiga ogn, stuðlaður av fullfíggjaðum kunnleika um uppruna hjá lutinum, eftir at hann var funnin ella framleiddur.

 
Valid title
Indisputable right to ownership of property, supported by full provenance of the item from discovery or production.

 
1) Hugtøkini “savn” ella “musealt savn” ella “savn við musealum virksemi” og “starvsfólk á søvnum” ella “savnsstarvsfólk” eru umseting av ensku hugtøkunum “museum” og “museum professional”. Lagt eigur at vera til merkis, at upprunahugtøkini eru fyribils allýsingar, gjørd til tulking av etisku reglunum hjá ICOM. Allýsingarnar av hugtøkunum “museum” og “professional museum workers”, sum verða nýtt í viðtøkunum hjá ICOM, vera verandi í gildi til endurskoðan av hesum skjalinum er gjørd.
1) It should be noted that the terms "museum" and "museum professional" are interim definitions for use in interpreting the ICOM Code of Ethics for Museums. The definitions of "museum" and "professional museum workers" used in the ICOM Statutes remain in force until the revision of that document has been completed.