logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
T˙ ert her: ICOM
ICOM logo
Inngangur
Orðalisti
1. Grundleggjandi um søvn
2. Samlingar
3. Innsavning og gransking
4. Miðlan og framsýning
5. Tænastuveitingar
6. Uppruni og virðing
7. Lóggáva og søvn
8. Professionel framferð
 
Tak niður sum pdf
 
ICOM international
ICOM Danmark
Dansk ICOM á Facebook
Etiskar reglur á føroyskum sum pdf
Etiskar reglur fyri søvn Code of Ethics for Museums
 
Fororð til føroysku útgávuna Introduction
Savnsheimurin er samansettur av eini mongd av ymiskum søvnum. Men hóast tey eru ymisk, hava tey nógv í felag. Etisku reglurnar hjá ICOM eru reglur fyri øll søvn í heiminum, sum hava musealt virksemi, og øll, sum arbeiða í tilknýti til søvn við musealum virksemi. Etisku reglurnar hjá ICOM eru tann savnandi tátturin fyri søvn, sama hvar í heiminum tey eru, og hvat tey fevna um.

Tær etisku reglurnar hjá ICOM vísa á, hvussu viðurskiftini millum eitt savn, samfelagið tað virkar í og tað einstaka savnstarvsfólkið eiga at vera.

Orsøkin til tær etisku reglurnar er, at søvn vegna tað almenna hava framíhjárætt at innlima lutir, lívfrøðilig sløg ella sýni, ið hava mentanarsøguligan ella náttúrusøguligan týdning, í samlingar sínar, og at tað tí ikki eigur at vera nakar ivi um, at hesir lutir eru væl vardir móti at forfarast, móti privatari samlaratrongd, stuldri, fíggjarligari úrnýtslu ella oyðilegging. Eisini hava søvn við musealum virksemi skyldu til at hava samlingarnar atkomuligar hjá almenningi og gransking. Lágmarksstandardur, professionalisering av starvsliðinum og ávísing av samfelagsligu skyldunum hjá søvnum við musealum virksemi eru tí týðandi partur av teimum etisku reglunum.

“International Council of Museums” undir UNESCO varð stovnað í 1946 sum felagsskapurin hjá søvnum . Tær fyrstu etisku reglurnar vórðu samtyktar í 1970 og ásettar sum leiðreglur um innliman og handfaring av lutum á søvnum. Í 1986 vórðu fyri fyrstu ferð samtyktar reglur fyri alt virksemisøkið hjá søvnum. Í 2001 vórðu reglurnar endurskoðaðar og nútíðargjørdar, og enski teksturin, sum liggur sum grund undir hesi umsetingini, varð samtyktur á aðalráðstevnu hjá ICOM í 2004.

Skipanin í ICOM er, at hvørt limaland hevur eina tjóðarnevnd, sum umboðar altjóða felagsskapin í landinum. Føroyar fingu í 2009 atlimaskap í UNESCO og hava harvið bundið seg til at fylgja altjóða samtyktum hjá hesum felagsskapi. Føroyar hava enn ikki fingið nakra føroyska ICOM-nevnd; men føroysku høvuðssøvnini, Søvn Landsins og Listasavnið, eru limir í ICOM gjøgnum donsku tjóðarnevndina.

Tær etisku reglurnar hjá ICOM umfata etisk evni, sum tað ikki ber til at lóggeva um. Tær umboða tí ein grundleggjandi hugburð, sum eigur at liggja sum grundarlag undir savnslóggávu hjá londum, ið hava limaskap í UNESCO. Tær etisku reglurnar stuðla soleiðis savnslóggávuni og eru ein vegleiðing um, hvør atferð er hóskandi í tí dagliga arbeiðinum hjá søvnum, bæði hjá stýrum og savnsstarvsfólkum, sama um tey eru starvssett á einum savni ella virka sjálvstøðugt. Reglurnar eru sostatt galdandi fyri øll, sum reka alment savnsvirksemi, bæði á landsstovnum og landsgóðkendum stovnum í Føroyum.

Ætlanin við hesi umseting er at kunna um tær etisku reglurnar og lætta um atgongdina til tær. Av tí, at talan er um umseting av altjóða samtykt, har orðingarnar eru gjølla umhugsaðar, er tilráðingin frá etisku nevndini hjá ICOM um at almannakunngera enska tekstin saman við umsetingini fylgd. Hetta ger tað lætt at eftirkanna upprunaligu orðingarnar, um lesarin skuldi verið í iva.

Í innganginum til etisku reglurnar hjá ICOM verður útgreinað, hvussu umsetingar eiga at verða almannakunngjørdar. Umsetingin eigur at vera áteknað av í minsta lagi einari tjóðarnevnd hjá ICOM í tí landinum, har málið verður talað, og nøvn teirra, ið sita í hesi nevndini, eiga at verða nevnd. Av tí, at Dansk ICOM er einasta tjóðarnevndin hjá ICOM í danska ríkinum, er umsetingin áteknað av donsku tjóðar nevndini.

Apríl 2013
Umseting: Andras Mortensen, Søvn Landsins
Málslig grannskoðan: Zakaris Svabo Hansen, Føroyamálsdeidin, Fróðskaparsetur Føroya

Stýrið fyri ICOM Danmark
Vinnie Nørskov, Århus Universitet
Mille Gabriel, Nationalmuseet
Jan Steen Jacobsen, Odsherreds kulturhistoriske Museum
Gertrud Oelsner, Fuglsang Kunstmuseum
Lise Ræder Knudsen
Tora Ribers, Told- og Skattemuseet
Joachim Meyer, Davids Samling  
This edition of the ICOM Code of Ethics for Museums is the culmination of six years' revision. Following a thorough review of the ICOM's Code in the light of contemporary museum practice, a revised version, structured on the earlier edition, was issued in 2001. As envisaged at that time, this has now been completely reformatted to give it the look and feel of the museum profession and is based on key principles of professional practice, elaborated to provide general ethical guidance.

The Code has been the subject of three periods of consultation with the membership. It was approved at the 21st General Assembly of ICOM, Seoul in 2004 with acclamation. The whole ethos of the document continues to be that of service to society, the community, the public and its various constituencies, and the professionalism of museum practitioners.

While there is a changed emphasis throughout the document resulting from the new structure, the accentuation of key points and the use of shorter paragraphs, very little is totally new. The new features will be found in paragraph 2.11 and the principles outlined in sections 3, 5 and 6. The Code of Ethics for Museums provides a means of professional self-regulation in a key area of public provision where legislation at a national level is variable and far from consistent. It sets minimum standards of conduct and performance to which museum professional staff throughout the world may reasonably aspire as
well as a providing a statement of reasonable public expectation from the museum profession.

ICOM issued its Ethics of Acquisition in 1970 and a full Code of Professional Ethics in 1986. The present edition – and its interim document of 2001 – owe much to that early work. The major work of revision and restructuring, however, fell on the members of the Ethics Committee. Their contribution in meetings – both actual and electronic – and their determination to meet both target and schedule is gratefully acknowledged. Their names are listed for reference. Having completed our mandate, we pass responsibility for the Code to a largely new committee membership, headed by Bernice Murphy, who brings to the work all the knowledge and experience of a past Vice-President of ICOM and a previous member of the Ethics Committee.

Like its precursors, the present Code provides a global minimum standard on which national and specialist groups can build to meet their particular requirements. ICOM encourages the development of national and specialist codes of ethics to meet particular needs and will be pleased to receive copies of these. They should be sent to the Secretary-General of ICOM, Maison de l'UNESCO, 1 rue Miollis, 75732

Paris Cedex 15, France. E-mail: [email protected]
Geoffrey Lewis
Chair, ICOM Ethics Committee (1997-2004)
President of ICOM (1983-1989)
ICOM Ethics Committee for the period 2001-2004
Chair: Geoffrey Lewis (UK)
Members: Gary Edson (USA); Per Kåks (Sweden); Byung-mo Kim (Rep. of Korea); Pascal Makambila (Congo) – from 2002; Jean-Yves Marin (France); Bernice Murphy (Australia) to 2002; Tereza Scheiner (Brazil); Shaje'a Tshiluila (Democratic Rep. of Congo); Michel Van-Praët (France).

Ethical issues that require the attention and/or consideration of the ICOM Ethics Committee may be addressed to its Chair by e-mail: [email protected]