Hvalastøðin
SØGA 
  Norskar hvalastøðir
  Hvalastøðir í Føroyum
  Hvalabátar
  Veiðuhagtøl
YVIRLIT YVIR ØKIÐ
VERKÆTLANIN
TILTØK
 
 

Søgan

Stórhvalaveiðan undir Føroyum var upprunaliga norsk áhugamál. Hvalastøðin við Áir er tann einasta eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900:

1894: støðin á Gjánoyri, norðanfyri Streymin. Helt uppat í 1925.
1898: støðin í Norðdepli. Helt uppat í 1920.
1901:støðin í Funningsfirði. Helt uppat 1925.
1901: støðin í Lopra. Helt uppat í 1953.
1902: støðin í Selvíkum. Helt uppat í 1912.
1902: støðin á Signabø. Helt uppat í 1912.

Síðan var tað hvalastøðin við Áir, ið varð sett á stovn í 1905. Hon er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi á norðara hálvu.

Einans tríggjar hvalastøðir eru eftir av teimum til samans 214 hvalastøðum, sum vóru fram við strondunum í øllum heimshøvunum. Tær flestu vóru norskar. Ein er eftir í Albany í Australia, ein er á South Georgia í Suðuríshavnum – og síðani er tað hvalastøðin við Áir.

Støðin við Áir tók seinast ímóti stórhvali fyrst í 1980-árunum, men sum støð, ið framleiddi lýsi, turrfóður til útflutnings, seldi stórhvalatvøst til skip og tað føroyska húsarhaldið, helt hon uppat í 1958, hóast støðin var opin nøkur ár í 1960- og 1970-árunum.