logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Hawaii
Hawaii

Hawai‘i

Seinastu 70 mió. árini hevur ein hitadepil verið niðri í jørðini undir norðara Kyrrahavi. Av hesum hava staðist nógv eldgos. Hitadepilin hevur hildið seg í sama stað, men jarðarskorpan uppi yvir honum hevur flutt seg. Tey elstu gosfjøllini eru útkólnaði og sokkin í havið útifyri Alaska, tey yngstu eru virkin enn á oynni Hawai‘i. Hesi gosfjøll hava skap sum víðfevndar, flatar dyngjur við einum goskoppi (krater) í miðjuni. Bræðingarnar frá teimum mynda landsløg av sama slag sum í Íslandi og í Føroyum.
 

Eldgos sum rannsóknarstova

Mauna Loa er eitt av teimum 5 dyngjugosfjøllunum, sum tilsamans mynda Hawai‘i. Har goysti í mars 1984 (viðmynd). Fleiri gos sprændu um somu tíð upp úr eini rivu í fjallalíðini. Bræðingarnar samlaðu seg og floymdu sum ein 20-50 m breið á heilar 25 km burtur frá gosinum. Millum 1831 og 1950 goysti Mauna Loa í miðal 3 ella 4 ferðir um árið.

Eitt annað virkið eldgos á Hawai‘i, Kilauea, hevur goyst 34 ferðir síðani 1951. Hawai‘i er virknasta gosøkið í heiminum og verður granskað gjølla av vísindafólki.
 

Bøklalava og lavabørkur

Á Hawai‘i nevna tey bøklalava og lavabørk fyri ávíkavist ‘a‘a og Pahoehoe. Hetta eru basaltsløg, sum eisini eru í Føroyum


Pahoehoe

merkir togverk á hawaiianskum máli og vísir til mynstrini í basaltinum, tá tað er storknað. Í Føroyum nevna vit tað lavabørkur.
Bøklalava verur nevnd ‘a‘a. Navnið vísir til venanina frá einum, sum gongur skóleysur eftir ójavnari ilsku, tí hon er bæði ójøvn og knívhvøss.
 

Kapprenning undan bræðingum

Mátingar á Hawai‘i vísa, at Pahoehoe-bræðingar renna spakuliga, 50-100 m um tíman. ‘A‘a-bræðingarnar renna skjótari, vanliga 500 m/t ella 1  km/t, tá tað gongur skjótt. Størsta ferðin er máld til 10 km/t. Til samanberingar gongur tú um 4-5 km/t á einum vanligum gongutúri. Hetta vil siga, at til ber at renna undan eini grótbræðing, um tað er eftir sløttum lendi, men sjáldan er slætt, har gosfjøll eru.