logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Ísland

Ísland

Hitadepilin undir Grønlandi var virkin um somu tíð, sum stóra meginlandið rivnaði eftir longdini. Rivan varð til Atlantshavið, ið støðugt gerst breiðari av eldgosum, ið eru virkin á havbotninum eftir einari linju, ið gongur tvørturum Ísland. Hesi gos hava seinastu 20-25 mió. árini skapt tann íslendska basaltháslættan við Íslandi og landgrunninum uttanum. Ísland er eitt tað mest virkna gosøkið í heiminum, har eini 250 eldgos hava verið síðani landnámið fyri um 1100 árum síðani.
 

Hungursneyð og kollvelting

Ein tann ógvusligasti lavafloymurin, ið menn vita um at siga, sprændi úr einum 130 gosopum eftir eini 25 kilometra langari rivu ella goskluft í Suðuríslandi árini 1783-84. Fyrst kom ein froyður av viksteinum øsku og vatnguvu, síðani rann lavafloymur í einari nøgd upp á 30 mió. m3 um tíman. Eftir allari kluftini slongdust bræðingar úr gosopum einar 800-1400 m upp í loft, og eftir 8 mánaðum hevði lava breitt seg um eitt 600 ferkilometra stórt lendi. Árini beint eftir hetta doyði 20% av íslendska fólkinum og mestiparturin av húsdjórunum, lutvíst av hungursneyð, lutvíst tí at luftin, vatnið og grøðin var eitrað. Mett verður, at eini 500 mió. tons av gassguvu kom úr hesum gosum, t.d. svávuldioxid (SO2). Tað gjørdist um til eini 80 mió. tons av svávulsýru, ið sum eitt dropaskýggj breiddi seg út um alt Evropa. Sólarljósið rakk tí ikki jørðini við vanligari styrki, og hetta kann hava verið orsøkin til óvanliga køldu vetrarnar, misvøksturin, hungursneyðina og ónøgdina í samfelagnum, sum endaði við kollvelting í Frankaríki í 1789.