logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Vitar í Føroyum

Fyrsti viti í Føroyum varð reistur í 1782 og stóð á Stongini í Nólsoy. Staðanavnið Stongin sipar helst til stongina, sum vitin var festur í. Næsti vitin kom í 1888 og var ein havnaviti við innsiglingina til Havnina.

Í 1893, tann 1. oktober, vórðu fleiri nýggir vitar tendraðir. Teir vóru Nólsoyar viti, vitin á Borðuni, tveir smærri vitar á Gálgatanga, vitarnir á Tvøroyri, vitin á Toftum og vitin á Kallsoy. Teir vóru liðir i fyrstu donsku vitaskipanini fyri Føroyar, har endamálið var at fáa eina havn á hvørjari av teimum stóru oyggjunum – Suðuroy, Streymoy, Eysturoy og í Norðoyggjum – ið var lýst av vita. Av hesum vitum var bert tann á Nólsoynni mannaður við fastari vakt.
 
Kort av vitum í Føroyum
Nólsoyar viti
Nólsoyar viti varð reistur í 1893 og hevði ein petroleumsbrennara við 6 veikum. Brennarin hevur verið útskiftur fleiri ferðir, og í 1949 varð skift til elmegi, eina 1000 w vitalampu. Linsutólið er eitt tað størsta av sínum slagi í heiminum og er saman við snúningsmekanismuni framvegis av upprunaslagnum frá 1893.
 
 Borðan og Kápilin
Vitarnir á Akrabergi og Mykineshólmi
Tveir nýggir vitar vórðu tendraðir á heysti 1909, vitarnir á Mykineshólmi og Akrabergi, sum báðir høvdu fasta manning. Eisini vórðu tveir smærri ómannaðir vitar tiknir í nýtslu, annar í Hesti og hin á Strondum. Henda útbygging bøtti munandi um viðurskiftini hjá fiskimonnum og skipaferðsluni.
 
Vitin í Akrabergi
Lívið á mannaðu vitunum
Teir tríggir vitarnir, sum høvdu fasta vakt, mentu seg skjótt til hvør sína staðbundna bygd. Húsfólkið við teir vóru fólk í besta aldri, sum komu til fremmand støð, har neyðugt var at velta úr nýggjum fyri at fáa grundarlag fyri húsarhaldinum. Nógv børn vóru, og í fyrstuni tóku kvinnurnar sær av neyðuga skúlakunnleikanum. Í 1897 varð ein lærarinna knýtt at Nólsoyar vita. Lívið við vitarnar broyttist við tíðini tá fólkatalið minkaði. Í 1970-unum gjørdist tað meir vanligt at starvsfólkið ikki búði á arbeiðsstaðnum.
 
 Vitastøðin í Mykineshólmi
  Mykines viti, tekning