logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Kapteyn Born um landsløg, náttúru og mentan

Christian Ludvig Ulrich von Born (1744-1805), ættaður úr Týsklandi, gjørdi tænastu í danska herinum, og var kommandantur á Skansanum í Havn árini 1782-96. Hann var kendur sum sosialt medvitaður embætismaður, og gjørdi saman við øðrum eina roynd at fáa í lag fríhandil í Føroyum, men sum tó ikki eydnaðist.

Í herinum hevði hann fingið lærdóm í landmáting og kortlegging. Eftir fýra árum megnaði hann í 1795 at kortleggja Føroyar við at máta upp við triangulatión, og hevði tá verið heilar 413 dagar úti um landið og á bygd í arbeiðsørindum. Kortið hjá Born var í brúki fram til uml. 1900.

Av øðrum enn Føroyakortið liggja eisini eftir Kapteyn Born søguliga spennandi skreytmyndir – vignettir, eina fyri hvørja sýslu í landinum, við landsløgum og villari náttúru, og prýddar við myndum um fólkalív og gerandisdagin hjá føroyingum frá tíðini síðst í 1700-talinum. 

Born vignettir\Born 4671F1 Born vignettir\Born 4671F2. Born vignettir\Born 4671F3 Born vignettir\Born 4671F4
Born vignettir\Born 4671F6 Born vignettir\Born 4671F7 Born vignettir\Born 4671F8 Born vignettir\Born 4671F9