logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Kópaveiða

Born kópaveiða

Fyrr hevði kópur týdning í Føroyum, men uml. 1800 var veiðan í afturgongd. Bæði láturkópur, ið heldur til inni á látrum, og steinkópur, ið heldur til á skerum og flesjum, vórðu veiddir.

At veiða kóp í Føroyum er ikki longur kend veiða. Fyrr varð hann veiddur við fyrst at verða rikin í eina nót. Tá ið hann var komin í nótina, varð høgt í við serligum kópakróki, men ikki skorin á háls fyrr enn farið varð frá helluni. Blóð mátti ikki koma á helluna, tí so kom kópur ikki aftur á staðið.

Ein annar háttur var at sláa kóp við gassa. Tá ráddi um at sláa allar kóparnar, tí slapp onkur teirra til rýmingar, kom kópur ikki aftur á sama stað.

Kópaveiða fór fram ymsastaðni í landinum, men serliga í Dali í Sandoynni var kópaveiða, men eisini í Vágum. Bæði tvøst og spik av kópi varð etið.