logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Grindaknívar

Tann serligi føroyski grindaknívurin er millum fínasta listahandverk í landinum. Føroyingar hava ment sín egna knív, og tað vóru millum annað smiðir í Mikladali, á niðursetugarðinum Frammi við Gjónna nærhendis Leynavatn, men serstakliga smiðirnir ættaðir av Argjum, sum hava verið kendir knívasmiðir.

Teir evnaðu til bæði vanligar arbeiðsknívar, men eisini prýðisknívar. Smiðirnir hava eisini evnað til forskerarar – knívar og gaflar, telgi- og sprettiknívar. Ein teirra, Jákup Zacharias Andrasson (1819-68) hevði skøft og slíðrar úr mahogni og úr ibenholt, og legði útskornar myndir av kopari, messing, og onkuntíð eisini úr perlumóðir.

Knívasmíð sum handverkslist, sum vit kenna tað í dag, tekur at byrja miðskeiðis í 19. øld. og fram til í øllum førum fyrst í 20. øld. Í dag hava summi tað sum ítriv.
Teir elstu knívarnir eru høgt í metum hjá savnarum. 

 
Grindaknívur, prýðisknívur