logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Løgting

Síðan 10. øld hevur tingstaður føroyinga verið í Havn. Í Føroyinga søgu, har samfelagsviðurskifti í tíðini í 900- og 1000-árunum verða lýst, verður sagt frá, at tvær høvdingaættir sótu við ræði í Føroyum, Gøtuskeggjaættin og Hovsættin. Frásøgnin í Føroyinga søgu er um, hvussu hesar ættir vórðu sameindar í eina, tað kristna høvdingadømið hjá Leivi Øssursson, og hvussu stýrisskipan føroyinga kom undir vald Noregs kongs.

Fram til einaferð í 14. øld var tingið skipað sum alting, har allir fríir menn komu saman at viðgera samfelagsmál. Síðan varð tingið skipað sum løgting, og er tað tekin um, at kongsvaldið hevði fingið ræði á politisku skipanini. Løgtingið var umboðsmannating, har løgmaður og ávíst tal av nevndarmonnum úr hvørjari sýslu vórðu tilnevndir av kongi. Nevndarmenninir valdu løgrættumenninar millum sínar egnu, sum dømdu saman við løgmanni, og kongsins fúti var almennur ákæri.

Løgtingið var tikið av í 1816 og landið stýrt av kongsins embætismonnum í staðin. Í 1852 varð løgtingið endurreist og gjørdist kjarnin í nýtíðar føroyska fólkaræðinum.