logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Sjó- og fiskivinnusamfelagið

Tað nýggja samfelagið tekur at byrja í 1880-90-árunum. Tá fingu føroyingar sín fyrsta skipaflota – brúktar sluppir og skonnartir úr Stórabretlandi. Slupptíðin, sum hon nevndist, helt fram til krígsbyrjan í 1940. Fiskiárið byrjaði um várið, og endaði um heystið. Á landi gjørdust kvinnur á fyrsta sinni løntakarar. Tær fóru at arbeiða í fiski.

Í sama søguskeiði vórðu tær fyrstu royndirnar gjørdar við trolfiskiskapi, og somuleiðis fingu føroyingar eisini innlit í norskari stórhvalaveiði í Føroyum. Í 1920-árunum varð farmaskipafelag sett á stovn, og føroyskir sjómenn gjørdust eisini langfaramenn, og fóru at sigla úti í heimi.

Eftir kríggið í 1945 sóust broytingar. Tá høvdu tey føroysku reiðaríini fingið ein stóran fiskiflota – aftur brúkt fiskiskip, trolarar keyptir úr Stórabretlandi, og gongdin eftir samfelagskreppuna fyrst í 1950-árunum varð tann, at fiskiflotin varð endurnýggjaður við stállínuskipum og trolarum.

Føroyski fiskiflotin royndi í heimasjógvi, í øllum Norðuratlantshavinum, í Barentshavinum, yviri í Newfoundlandi, og frá 1960-árunum setti fiskiídnaðurin á landi á stovn flakavirki.

Tá ið øll strandarlond fluttu fiskimarkið út á 200 fjórðingar í 1977, noyddist føroysk skip at dúva upp á fiskiskap í føroyskum sjógvi. Kortini hava fiskiveiðiroyndirnar verið nógvar aðrastaðni.

Í dag er støðan tann, at avbjóðingarnar í sjó- og fiskivinnuni eru stórar. Uppsjóvarvinnan er vaksandi, og somuleiðis virka føroyingar eisini í stórum tali í frálandavinnuni. Tað er framvegis havið, sum dregur. 

 
4651F087 Lossing
4651F105 Lossing
5101F097 Lossing
5101F161 Lossing