logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Ferða- og farmaflutningur

Ferðamannaskip - Arcturus

Tey fyrstu stigini til fast rutusamband til Føroya vórðu tikin stutt eftir avtøku kongliga einahandilsins í 1856. C.P.A. Koch, ein av undangongumonnunum í danskari dampskipaferðslu, og sum seinni var ein av stovnarunum av Det Forenede Dampskibs-Selskab (DFDS), sannførdi í 1857 donsku stjórnina at seta inn dampskip á farleiðum um tey stóru høv. Hóast ávíst fyrivarni lænti stjórnin honum í 1858 pening at leiga eitt tvey ára gamalt enskt skip, Victor Emanuel, og árið eftir eisini til keyps. Skipið fekk navnið Arcturus.

Tá ið DFDS varð stovnað í 1866, tók hetta reiðarí yvir rutuna til Føroya, og røkti hetta samband heilt fram til 1992. Í 1919 stovnaðu føroyingar sítt egna reiðarí, Skipafelagið Føroyar, og keypti í 1925 eitt til tað nýtt skip frá ØK. Semja varð gjørd millum løgmálaráðið, DFDS og Skipafelagið Føroyar um, at Skipafelagið skuldi átaka sær at røkja beinleiðis rutusamband millum København og Føroyar. Skipafelagið røkti hetta rutusamband fram til 1969 við skipum, sum øll hava havt itið Tjaldur. Í 2004 keypti Eimskipafélag Íslands føroyska Skipafelagið Føroyar.

Fyrst í 20. øld sóu eisini onnur flutningsfeløg ein møguleika í norðuratlantiska rutusambandinum. Eitt teirra var A/S Thore, og eitt annað var A/S Wathne. Det Bergenske Dampskibsselskab (BDS), tók yvir í 1911, men var longu farið í holt við summarsiglingina til Íslands og Føroya í 1908, og frá 1914 alt árið. Stutt eftir seinna heimskríggj gavst Bergenska siglingina í Norðuratlantshavi.

I 1960-árunum sóu flutningsfeløgini, sum sigldu við ferðafólki til Ísland, Føroya og umheimin, at hetta var um at fáa ein enda. Í 1963 fingu føroyingar regluligt flogsamband við umheimin. Hetta hevði við sær, at ferðafólkaflutningurin sjóvegis alsamt minkaði.

Í 1982 varð Smyril Line sett á stovn við tí fyri eyga at hava summarsigling við ferðafólki í Norðuratlantshavinum millum Føroyar Ísland, Noreg, Danmark og Skotland við M/F Norröna I. Í 2003 kom nýggja Norröna, ið kann flyta 1.482 ferðafólk 800 akfør. Í dag verður siglt alt árið millum Føroyar, Ísland og Danmark.


 



Ferðamannaskip - 8253F033 Tjaldur
Ferðamannaskip -Dronning Alexandrine