logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Trolaratíðin frá 1955 til í dag

Trolari 1955 til nú - 08-02-2004. Enniberg kemur heim

Tá ið fiskiflotin var endurnýggjaður aftaná 1955, sóust bæði tey norskt bygdu stállínuskipini, men serliga nýggju síðutrolararnir – nakrir teirra vóru teir sonevndu Portugalstrolararnir – vóru teir, sum veruliga myndaðu ta nýggju tíðina. Í 1960-árunum komu teir fyrstu hekkutrolararnir, og gongdin hjá trolaraflotanum hevur at kalla verið tann sama sum í øðrum fiskivinnutjóðum. Talan hevur verið um par-, rækju-, verksmiðjutrolarar o.a.

Søguliga gongdin skal í høvuðsheitum síggjast frá tíðini síðst í 19. øld, tá ið teir fyrstu føroysku fiskimenninir fóru vit bretskum trolarum, og tær fyrstu royndirnar vórðu gjørdar fyrst í 20. øld, og tann føroyski trolaraflotin varð ein veruleiki, men eisini tær miseydnaðu royndirnar eftir seinna heimskríggj, til tað at enda gekk tann rætta vegin í seinnu helvt av 1950-árunum, í 1960-árunum, og fram til í dag.

Føroyskir trolarar hava roynt á nær- og fjarleiðum við ísfiskatrolarum í føroyskum sjógvi, á øðrum leiðum í Norðuratlantshavi, við Flemish Cap og í grønlendskum sjógvi. Verksmiðjutrolarar hava í áratíggju verið í Barentshavinum.

Við einum so umfatandi veiðiøki hevur havið havt óavmarkaðar møguleikar, men eisini søguligar og politiskar avmarkingar. Tá ið fiskimarkið varð flutt úr 6 og út á 12 fjórðingar í 1964, vaks heimaflotin, men við verandi 200 fjórðinga fiskimarkinum, sum øll strandarlond fingu ásett í 1977, varð flotin alt meira noyddur inn í føroyskan sjógv.

Í tíðini frá fyrst í 1960-árunum og fram til fyrst í 1990-árunum vóru á leið tjúgu flakavirki sett á stovn á stórplássum og størri bygdum úti um landið. Útflutningsfyritøkan Føroya Fiskasøla, upprunaliga sett á stovn í 1936, og endurstovnað í 1948, var drívmegin í at nútímansgera bæði fiskiflotan og fiskiídnaðin á landi. Høvuðsmarknaðurin hevur verið Norðuramerika og Europa. 


 



Trolari 1955 til nú - 8775 F097
Trolari 1955 til nú - Pakka flak.11-01-2003
Trolari 1955 til nú - Pakka Kongafisk. 27-09-2004