logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Útisiglarar

8905_002 Útisiglarar

Tá ið Føroyar eftir miðju 19. øld og fram fóru í holt við havfiskiskap, gjørdust samfelagið av álvara ein partur altjóða samfelagnum. Fiskur varð seldur á europeiska marknaðinum, og síðst í 19. øld og fyrst í 20. øld vóru fiskimenn eisini við bretskum trolarum, og nakrir hava búsett seg í enskum og skotskum havnarbýum.

Alla 20. øld hava føroyingar, kvinnur og menn, arbeitt og búsett seg í Íslandi, Grønlandi, Noregi og í Danmark og hava virkað í fiskivinnuni og í fiskiídnaðinum á landi.

Føroyingar hava eisini í mynstrað við norskum handilsskipum, men serliga í stórum tali við danska handilsflotanum, og við reiðarum sum ØK og A.P. Møller – Maersk – sum dekkarar og yvirmenn.

Tað eru nógvir útisiglarar sum hava allan heimin sum arbeiðspláss. Teir eru burtur helvtina av árinum, men teir búgva í Føroyum.