logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Línumenn á Flemish Cap

Nr. 96 Línufiskipiskapur á Flemish Cap\Myndir Flemish Cap\8905_025  Línufiskiskapur á Flemish Cap

Av tí at fiskiskapurin í Vesturgrønlandi sveik, byrjaði línufiskiskapurin við Flemish Cap, nærhendis Grand Banks, útfyri Newfoundland í Canada í 1956.

Línan varð sett eina ferð um dagin, og hevði umleið 24 000 teymar. Alt eftir veðri, dýpd og hvussu botnurin var vorðin, kundu teir eisini seta línuna í smærri stykki. Línan varð egnd við hond, og tað var bæði eintáttað og hart arbeiði. Síðst í 1980-árunum fingu nakrir línubátar sær egningarmaskinu.

Ein saltfiskatúrur kundi vara einar 4-5 mánaðir, og teir gjørdu tveir túrar um árið. Fiskiskapurin byrjaði í januar ella februar.

Línubátarnir vóru heimahoyrandi ymsastaðni í Føroyum – í Vági og Tvøroyri, í Vágunum, í Havn, men serliga í línubátarnir í Klaksvík drivu tað hart og vóru nógv á Flemish Cap.

Av tí at stovnarnir vórðu niðurfiskaðir, helt føroyski línufiskiskapurin á Flemish Cap uppat fyrst í 1990-árunum. 


 



8867F075 Línufiskiskapur á Flemish Cap

Í skúri


Eg standi her so kaldur og stúri
og hyggi í ein fúlan fløkjustap,
í einum skitnum og køldum egningarskúri.
Jú, við línu kempa vit ein harðan kamp.

Sárhentur og blóðið úr fingrum rennur,
har stendur man og pressar allan dag,
ímeðan agnaskræpan í fingrarnar brennur,
og so í handskar, men hvat hjálpir tað.

So kemur man so dundrandi í fatið
og stendur so har sum eitt reyvarhol,
og hevur bert hug at skíta á heila fratið,
men, hetta gongur yvir alt mítt tol.

Ja, gev mær fatur í tann mann,
hann sum upp á húkin fram,
so skal eg so buka hann,
at hann aldri gloyma tað kann.

Tí mangur maður hevur bannað,
tað má ein og hvør ásanna,
yvir henda lorta húk.
Krøk hann í ein skiparabúk!

So nú fari eg at prøva nakað annað
enn hetta lorta lívið her umborð.
Og tonkja uppá, tá tú fert at standa og banna,
tá fert tú nokk at siga hesi orð:

Ja, gev mær fatur í tann mann,
hann sum upp á húkin fram,
so skal eg so buka hann,
at hann aldri gloyma tað kann.