logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Ein kvinna í eini mansverð

Í fyrru helvt av 20. øld og væl fram var tað sjáldsamt at síggja kvinnur í týðandi størvum í vinnulívinum. Undantøk vóru kortini, og Ebba Müller – Frú Müller eigur at verða nevnd. Frú Müller (1891-1967) hevði bankaútbúgving og giftist til Føroyar við Hans Christopher Müller, sakførara í Havn. Longu í 1925 sat hon einkja við tveimum smábørnum.

Müllers-ættin í Havn hevði fiskiskip, jørð, nógvar ognir og hevði frá fyrsta degi í 1866 havt DFDS-avgreiðsluna. Tað gjørdist hennara lutur at taka yvir bæði DFDS í Føroyum og Müllers-skipini, og fyritøkan H.C. Müller framleiddi salt- og klippfisk til marknaðin í Suðureuropa. Sostatt fekk hon samband við bæði shippingfólk, viðskiftafólk og ferðafólk á leiðini sjóvegis millum Danmark, Bretland, Ísland og Føroyar, og harumframt samband við fiskiskiparar og skipsmanningar.

Frú Müller var eisini uppií at seta á stovn aðrar fyritøkur á landi. Hon var nevndarlimur í Føroya Fiskaexport, ið seinni gjørdist Føroya Fiskasøla, og hon var bæði nevndarlimur og forkvinna í Føroya Reiðarafelag.

Eitt er, at hon var reiðari og avgreiðslustjóri. Hon var eisini kend fyri sítt vælgerðararbeiði í sonevndu Asylforeiningini og var við til at seta á stovn felagið Føroyskt Heimavirki. Eftir kríggið 1940-45 riggaði hon av fiskiskipaflotan hjá fyritøkuni og hevði nú DFDS burturav.
Í 1954 gjørdist Frú Müller riddari av Dannebrog. 


 



Frú Múller