logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Trolaratíðin fram til uml. 1955

3350F02959 Stella Argus TN 266 Trolaratíðin fyri 1955

Um somu tíð sum tann føroyski sluppfiskiflotin vaks síðst í 19. øld fóru føroyingar eisini at fiska við bretskum trolarum og fingu kunnleika til trol. Í tíðini, tá ið sluppirnar myndaðu tann føroyska flotan, varð tann fyrsta royndin við kolfýrdum trolara gjørdur. Í 1911 varð ein brúktur trolari keyptur í Stórabretlandi, men hann fór skjótt av knóranum. Enn var tíðin ikki búgvin til trolararakstur.

Í 1922 vóru tveir, í 1926 vóru tríggir, í 1936 vóru fimm, og við krígsbyrjan í 1940 taldi flotin 10 trolarar. Av krígsávum varð hesin floti minkaður í eina helvt í 1945, men trý ár seinni, í 1948, vóru 37 trolarar, og Føroyar høvdu eina stutta tíð tann størsta trolaraflotan í Norðurlondum. Flestu teirra vórðu keyptir brúktur í Stórabretlandi fyri tær ovurstóru inntøkur, ið stóðust av søluni av fiski á bretska marknaðinum undir krígnum. Men við bankakreppuna fyrst í 1950-árunum fóru flestu teirra av knóranum.

Gongdin hjá trolaraflotanum vísti seg sum ein spegilsmynd av gongdini í samfelagnum. Í 1955 var tíðin komin at endurnýggja flotan, og bæði stállínuskip og nýggir dieseldrivnir trolarar komu til landið, og harvið endurreisti samfelagið seg.

Trolararnir royndi seg bæði á nær- og fjarleiðum í Norðuratlantshavi. Serliga túrarnir á bankunum í Grønlandi góvu væl. Trolararnir royndi alt árið, og mangan var steðgurin heima stuttur. 


 



7122F029 Trolaratíðin fyri 1955
7122F030 Trolaratíðin fyri 1955
7901F583 Trolaratíðin fyri 1955
7901F585 Trolaratíðin fyri 1955