logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Kvinnur og børn í fiski

3350F00546 Kvinnur og børn í fiskaarbeiði

Tað er rætt at siga, at bæði kvinnur og børn í stóran mun eru ósjónlig og gloymd í søguni, men í føroysku fiskivinnuni og í -ídnaðinum hava kvinnur í øllum førum havt ein sjónligan og týðandi leiklut.

Afturi í slupptíðini – uml. 1880-90 og fram til 1940, fóru tær fyrstu føroysku kvinnurnar út á arbeiðsmarknaðin. Tær gjørdust lønmóttakarar. Støð sum Tvøroyri og Vágur drógu arbeiðsmegi til sín. Í Vestmanna, Fuglafirði og Tórshavn var eisini nógv fiskaarbeiði, og úti á smærri plássum. Í 1920-30-árunum og fram gjørdist virksemið rættiliga stórt í Klaksvík.

Hesar fiskagentur í slupptíðini vóru fastbúgvandi, men eisini fremmandar komu til tey pláss, har ið fiskaturking og fiskaarbeiði var at fáa um várið og út á heystið. Avbygdargentur hildu til og búðu í serligum húsum – í Brimborg og Kikkenborg í Vági, og á Tvøroyri í Kronborg og í Jomfrúbúrinum.
Í 1922 stovnaðu tær á Tvøroyri tað fyrsta arbeiðskvinnufelagið í landinum, ‘Fiskepigernes Fagforening’.

Fiskagentur vóru eisini flytfør arbeiðsmegi. Síðst í 1800-talinum fóru føroyskar gentur eisini til lands í Íslandi at arbeiða, og í nýggjari tíð eftir kríggið fóru tær í størri tali at arbeiða í sild í Íslandi.

Tað var eisini vanligt at hava børn í vinnu, og tá ið á stóð, hjálptu tey til. Børn í arbeiði í fiskiídnaðinum hevur eisini verið vanligt, tá ið flakavirkini komu uml. 1960 og fram. Fiskaarbeiði hevur altíð verið kropsligt og tungt. Kortini hevur verið vanligt, at eldri kvinnur hava verið í vinnu í bæði í slupptíðini og í flakavirkistíðini. 


 



3350F02631 Kvinnur og børn í fiskaarbeiði

3824F128 Kvinnur og børn í fiskaarbeiði