logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Stórhvalaveiða

7919F165 Hvalastøðin við Áir

Samstundis sum havfiskiskapur við sluppum var um at koma í hæddina síðst í 19. øld, og Føroyar fóru at gerast fiskivinnusamfelag burturav, tók stórhvalaveiða seg eisini upp.

Vanliga verður sagt, at slupptíðin – skip við seglum, var at rokna sum eina ídnaðarkollvelting, ið gjørdi enda á landbúnaðarsamfelagið, men tá ið norsk vinnufeløg sóu møguleikan at veiða stórhval í føroyskum sjógvi uml. 1900, vórðu dampmaskinur settar upp á tilsamans 7 hvalastøðum, ið vórðu settar á stovn úti um landið.

Um hetta mundið var Noreg tann førandi hvalaveiðtjóðin. Í dag eru einans tríggjar hvalastøðir eftir av teimum til samans 214 hvalastøðum, sum norðmenn reistu fram við strondunum í øllum heimshøvunum. Ein er eftir í Albany í Australia, ein er á South Georgia í Suðuríshavinum og síðani er tað hvalastøðin við Áir í Føroyum. Aðrar tjóðir høvdu eisini hvalastøðir, og onkrar teirra eru eisini varðveittar.

Hvalabátarnir førdu hvalirnar til støðirnar, ið framleiddi lýsi og turrfóður til útflutnings, og seldi tvøst til skipaflotan og til tað vanliga húsarhaldið. Við hesari vinnu, sum var ein part av árinum – um várið og út á heystið, sást eitt veruligt serarbeiði bæði um á skipsdekki og á støðini á landi. Serliga er at nevna, at skiparin vanliga eisini var skjútti, og á landi vóru serliga flensarar, spælmenn og smiðir álitisstørv.

Støðin við Áir, sum varð sett á stovn í 1905 av norska vinnulívsmanninum Chr. Salvesen , og sum hevði sítt virki í Skotlandi. Støðin helt at kalla fram til 1958. Hon var opin nøkur ár í 1960- og 1970-árunum, og seinasti stórhvalur varð skotin fyrst í 1980-árunum.


 



Hvalastøðir í Føroyum