logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Hosa úr 18. øld
Hosa úr 18. øld

Burturkast kann vera ein ómetaligur dýrgripur fyri søgu okkara. Eitt nú finnast í undirgrundini í Keypmannahavn dungar av burturkasti úr longu søguni hjá býnum. Under útgrevstri av kjallaranum á tí núverandi Admiral Hotel í 1974 varð funnin ein rúgva av ullintum hosum úr 1700-árunum. Hosurnar vórðu fingnar til høldar hjá Býarsavninum í Keypmannahavn, har tær eru í varðveitslu í dag. Ein serliga væl varðveitt hosa verður nú deponerað hjá Føroya Fornminnissavni í sambandi við, at fornminnissavnið letur upp nýggja framsýning í Brekkutúni.

Hildið verður, at hosurnar stava frá teimum 175.000 hosupørunum, sum tey fyrstu 20 árini eftir at kongligi einahandilin í Føroyum var settur á stovn í 1709 vórðu vrakaðar, tí handilin ikki megnaði at selja tær víðari. Í skjølum frá hesi tíðini sæst, at tær vrakaðu hosurnar vórðu brúktar sum ífylla í havnagerðini millum Toldbodgade og Kvæsthusbroen í Keypmannahavn. Útgrevsturin í 1973-74 vísti, at tað gamla pakkhúsið, sum nú er hotell, er bygt oman yvir eina tílíka ífylling úr 17. og 18. øld. Kanningar av hosunum sýna eisini, at helst er talan um hosur úr Føroyum.

Eftir at fiskiskapurin føroyski fiskiskapurin í fleiri ár miseydnaðist í byrjanini av 1600-árunum, vórðu hosur týdningarmesta útflutningsvøra føroyinga. Fyri at fáa hosurnar einsháttaðar vórðu í 1620, eftir løgmansboðum, bundnar sniðhosur fyri at vísa, hvussu hosurnar skuldu vera. Hosumát vórðu gjørd eftir givnum reglum.

Henda nýggja framleiðslan gav kortini uppsitaranum av Føroya-handlinum stórar trupulleikar. Tí samstundis sum keypmaðurin skuldi hava greiði á marknaðinum fyri føroysku framleiðsluna, ið ikki var støðug og jøvn, hevði hann eisini skyldu til at búgva landið út við tí, sum tí tørvaði. Í 1662 fekk Gabel-ættin handilin og hevði hann til 1708. Størsti trupulleikin fyri handilsuppsitararnar, og serliga Gablarnar, var sølan av hosuframleiðslu føroyinga. Henda var økt munandi síðan 1620-árini, eftir at fiskiskapurin í nøkur ár hevði miseydnast. Hosurnar vórðu seldar í Hálandi, men í aðru helvt av 1600-árunum var marknaðurin tyngdur og sølumøguleikarnir vánaligir. Umleið 1688 var søluprísurin í Hálandi 8-10 skillingar fyri parið, meðan handilsuppsitarin sambært føstum taksti mátti lata føroyingum 16 skillingar.

Í 1709 yvirtók kongur einahandilin og hevði hann til 1856, tá einahandlin varð avtikin. Í kongligu einahandilstíðini vaks hosuframleiðslan ógvisliga og varð móti endanum av øldini næstan 97% av samlaða takstvirðinum. Henda stóra hosuframleiðslan var gjørligt, tí tað bar til hjá handlinum at selja hosurnar, fyrst til danska herin og flotan, seinni eisini til útflutnings, fyri nøktandi prís.
Tvørt at siga eru hosur úr 1600- og 1700-árunum ikki varðveittar í Føroyum, ímeðan tær ríku ruskuppfyllingarnar í Keypmannahavn í økinum millum Nyhavn og Esplanaden at kalla eru á tremur við tekstilum og hosum. Hosurnar eru soleiðis munandi meira sjónligar í fornfrøðiliga tilfarinum hjá keyparunum av vørunum enn hjá framleiðarunum.

Avtalan millum tey bæði søvnini hevur eisini við sær, at Føroya Fornminnissavn deponerar eitt gamalt hosutræ hjá Københavns Bymuseum.