logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Tjóðskapur

Tá ið tjóðskaparkenslan, og síðan tjóðskaparrørslan tók seg upp seinast í 19. øld við fyrst av øllum mentanarligum, og við seinni politiskum innihaldi, vaknaði eisini hugurin at hava eitt tjóðarmerki. Veðrurin var gamalt merki í Føroyum, men um somu tíð kom Tjaldursmerkið afturat. 

Hesi merkini vórðu javnan brúkt fram til 1940, tá ið farið varð at brúka tað flaggið, ið brúkt verður í dag.

Eitt úrslit av teirri veking, sum tjóðskaparrørslan hevði við sær, var, at ungmannafeløg vórðu stovnað við tí endamáli at stimbra og verja Føroya mál og mentan og at fara væl um náttúruna. Tað elsta av hesum feløgum er Sólarmagn, ið ungdómurin í Kirkjubø og Velbastað setti á stovn í 1895. 

Í 1919 settu føroyskir studentar í Keypmannahavn sær fyri at gera uppskot til eitt føroyskt flagg, ið var líkt hinum fløggunum í Norðurlondum, og sum skuldi koma í staðin fyri veðra- og tjaldursmerkini. Teir samdust um, at reyður krossur við bláari rond á hvítum dúki var tað hóskiligasta. Síðani skuldi uppskotið berast fram fyri almenninginum. Til hetta varð eitt borðflagg seymað. Nýggja flaggið varð fyrstu ferð borið fram í Føroyingafelag í Keypmannahavn í 1919, og fólk tóku væl ímóti tí. Flaggið varð navnið Merkið. Sama ár varð Merkið fyrstu ferð vundið á stong í Føroyum. Tað var í Fámjin, og flaggið hongur nú í Fámjins kirkju.

Fólkafundir hava verið fastur táttur í tjóðlívi føroyinga. Teir vóru ávøksturin av tjóðskaparrørsluni. Fólk komu saman, ofta langt frá húsum og mannagøtum, at lýða á røður og syngja sangir á móðurmálinum, sum í fyrstuni ofta vóru yrktir til høvið. Fyrsti fundur av hesum slagi varð hildin 2. hvítusunnudag 14. mai 1894 omanfyri Traðir í Sandoynni. Annar fólkafundurin varð hildin í Mannafelsdali á jóansøku sama ár, og síðan var tað vanligt at hava fólkafund ymsastaðni í landinum, og enn kemur fyri, at boðað verður til fólkafundar.


 
Merkið í Sandvíkar kirkju 
Veðraflagg
Tjaldursflagg
Flagg, ungmannafelagið Sólarmagn