logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Vágsbotnshandilin

Vágsbotnshandilin

Í 1768 stovnaði danski handilsmaðurin Niels Ryberg (1725-1804) transithandil í Vágsbotni. Handlað varð m.a. við marglætisvørum úr Eystur- og Vesturindia, og keyparar vóru smuglarar úr Bretlandi, har stórur tollur var á tílíkum vørum. Føroyingar høvdu ikki loyvi at keypa úr Rybergs handli. Rybergs handil gavst o.u. 1790.

Lívið í býnum var fyri stórum broytingum í rybergstíðini. Nú var vanligt at hitta fremmandafólk í gøtunum, skotar, írar, onglendingar o.a., og hesi fólk bóru við sær nýggj mentanarlig rák uttan úr heimi.