logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Skúvoyarsteinar

Søgn er, at gamal kirkjugarður hevur verið í Ólansgarði í Skúvoy. Tá skúvoyingar í 1909-10 fóru at gera nýggjan kirkjugarð har, kom sjón fyri søgn. Tá komu steinarnir komu undan kavi, og komið varð fram á rættiliga væl varðveittar líkkistur úr furuviði. Sambært Føroyinga søgu bygdi Sigmundur Brestisson Føroya fyrstu kirkju á garði sínum í Skúvoy.
Fleiri hugskot hava verið frammi um, hvussu gamlir krosssteinarnir kunnu vera.

Víst hevur verið á, at krossarnir eru sera átøkir krossum, ið nýttir hava verið í skotsk-írska økinum og tí mett, at teir stava frá írskum einbýlismonnum, ið vit annars eingi ítøkilig tekin hava um. Onnur meta, at krossarnir eru so einfaldir, at krossmyndin í sjálvari sær ikki gevur grundarlag fyri neyvari tíðarfesting. Krossmyndirnar eru í Norðurlondum nýttar langt upp í miðøldina - eitt nú eru samdømi um hesi krosskap funnin í kirkjugarðinum á Herjólfsnesi í Grønlandi frá einaferð í 1200-árunum. Grundað á norðurlendsk samdømi er sannlíkast, at Skúvoyarsteinarnir eru einaferð frá tíðarskeiðinum 1100-1400.

Sigmundarsteinur og steinurin hjá Turið megineinkju
Tá ið grivið varð í 1909-10, stóð bert ein steinur uppundan í Ólansgarði – hann, sum róptur varð ”Sigmundarsteinur”. Honum hevði bretski jarðfrøðingurin W.C. Trevelyan gjørt tekning av, tá ið hann saman við danska jarðfrøðinginum J.G. Forchhammer vitjaði í Skúvoy í 1821.

Á tekningini sæst ein annar krossteinur liggja undir liðini á Sigmundarsteini. Í Skúvoy hevði Trevelyan fingið upplýst, at hetta var gravsteinurin yvir Turið, konu Sigmund Brestissonar. Helst er tað orsøkin til, at hann hevur teknað teir undir liðini hvør á øðrum.
Pløyen amtmaður visti eisini um henda steinin. Hann hevði frætt, at hann var laðaður upp í veggin í einum gróthúsum og fekk í lag, at hann varð tikin til høldar. Í 1842 varð hann sendur til danska Tjóðsavnið.