logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Skírnarkør úr miðøld

Skírnarkar
Skírnarkør úr fitisteini eru av norskum uppruna og innflutt til Føroya í tíðini 1100-1250. Sjey skírnarkør eru til enn. Fýra teirra eru úr kirkjunum á Nesi, í Nólsoy, á Sandi og í Sumba. Hini eru úr kirkjunum í Kirkjubø ella Havn, Miðvági og Sandavági. Vit vita eisini um skírnarkør í kirkjunum í Vestmanna og Hvalba, men tey eru ikki til longur.

Í fornu kirkjuni var siður, at børnini skuldu heilt undir kav, tá ið tey vórðu doypt Tí eru kørini so djúp og víð. Skírnarvatnið varð vígt og signað páskaaftanskvøld og stóð í karinum alt árið við loki yvir. Síðan var tað stoytt í vígda mold – ein siður, ið varð hildin uppi til o.u. 1200.

Slík kør eru skorin í Noregi í 1100 og 1200árunum. So seint sum í 1700árunum stóu slík kør í mongum føroyskum kirkjum.