logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Dímunarseyður

Dímunarseyður

Umleið 1600 var stórt seyðafelli í Føroyum. Næstan allur seyðurin doyði, og tað gjørdist neyðugt at innflyta nýggjan seyð. Nýggju seyðasløgini komu fyri ein part úr Íslandi, og fyri ein part úr Hetlandi og Orknoyggjum.

Hesir tríggir seyðirnir vórðu skotnir í Lítlu Dímun í 1844 og sendir á djórasavn í Danmørk. Um seyðin í Lítlu Dímun er sagt frá, at hann var mest sum villur og ringur at hava við at gera, og at hann gav minni úrtøku enn annar seyður í Føroyum. Uml. 1860 vórðu teir seinastu seyðirnir av hesum slagnum skotnir í Lítlu Dímun, og seyðaslagið doyði út.

Dímunarseyðurin líkist nógv seyðaslagnum, sum enn livir oynni Soay í oyggjabólkinum St. Kilda, ið er partur av teimum ytstu Suðuroyggjunum í Írska Havinum.

Í víkingaútgrevstri á Eiði eru funnar leivdir av seyði, sum verður mettur at hava verið av sama slagi sum varðveittu seyðirnir úr Lítlu Dímun. Hetta bendir á, at seyðaslagið, sum var í Lítlu Dímun fram til uml. 1860, eisini var í Føroyum áðrenn stóra seyðafellið uml. 1600. Helst er hetta seyðaslagið, sum landnámsmenn høvdu við sær til Føroyar.